mikudagur 26. august 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 160 — 26. august 1992
KVETTIÐ Á GLYVRU
Einaferð i seinnu helvt av september letur
Pf. Kvettið upp nýggjan lágpríshandil í
hólum á Glyvrum, har bilasøla hevur verið
Tað eru tey, ið vilja vera
við, at best loysir seg at fara
undir ymist virksemi, tá tíð-
irnar kanska ikki eru av
teimum allarbestu.
Millum teirra, ið munnu
vera av hesi áskoðan, er eis-
ini matvøruhandilin Pf.
Kvettið.
Í hvussu er hevur Pf.
Kvettið álvarsligar ætlanir
um at fara undir enn ein
handil, eftir at ein handil
hevur verið í Havnini nú í
nøkur år.
Nyggi handilin hjå Kvett-
inum ætlast at vera á Glyvr-
um, og í tí sambandi er eis-
ini gjørd leiguavtala um
leigu av bilasølubygning-
inum, ið Poul N. Danielsen
eigur, so vitt sum Tidinda-
blaðið Sosialurin hevur
skilt. Talan er um tann
bygningin, Jóhs. Berg í
Havn átti áður, og nýtti
bæði sum bilverkstað og
bilasølu.
Leiga midhæddina
Leigusáttmáli er gjørdur
um at leiga midhæddina av
hesum bygningi.
Jaspur Johannesen, stjóri
í Pf. Kvettinum, váttar fyri
Tíðindablaðnum Sosial-
inum, at Pf. Kvettið hevur í
kvittanum at lata nýggjan
matvøruhandil uppå Glyvr-
um.
»Talan verdur um ein
handil, ið verður á sama
stødi sum handilin í Havn,
har vit fyrst og fremst fara at
selja matvørur og aðrar ger-
andisvørur ul húsarhaldið,
sigur hann.
Enn er ikki endaliga gjørt
av, hvussu handilin skal
skipast, hvussu nógv fólk
Skulu arbeiða har, nær hann
skal lata upp og annað
líknandi, men hesum verður
í løtuni arbeitt við.
Samstundis er felagð SK
Bygging farið undir timbur-
arbeiði í bygninginum á
Glyvrum, ið leigaður er til
endamálið.
Hvørja leiguavtalu hava
tit gjórt viðvíkjandi bygn-
inginum á Glyvrum?
»Avtalan, sum er gjørd, er
longri enn tvey år, men eg
kann ikki úttala meg akku-
rátum, hvussu nógvir peng-
ar eru við í myndini,< sigur
Jaspur Johannesen. >Men
talan er so um eina longri
leiguavtalu.<
Yvir longri tíðarskeið
Eftir hesum skilst, at talan
ikki bert er um eitt upplop
og eina roynd, men ein rætt-
an innsats fyri at fáa ein part
av tí marknaði, ið nú eina-
ferð er at finna kring Glyvr-
ar.
>Vit fara fyrst og fremst
at satsa upp á alt gkið við
Skålafjørdin, ið skuldi givið
gott grundarlag fyri einum
slíkum handli,< sigur Jasp-
ur Johannesen.
Men nú eru longu framm-
anundan nógvir handlar
vid SkålafjørØin — eisini FK
og Rúnar, ið eru stórri
handlar. Vænta tit, at pláss
er fyri tykkum í teirri kapp-
ing, ið longu er har nú?
»Eg haldi ikki, at kapp-
ingin verður verri fyri okk-
um enn hinar, men vit hava
rømenn keyna fisk
| Í eini roynd at livga Finnmarkina, leggja norðmenn seg
eftir at keypa nógvan russiskan fisk
Taðeru ikki bert føroying-
ar, ið keypa fisk til landið
at virka, tá minni fiskur er
at fáa frá egnum skipum.
Millum aðrar eru norð-
menn eisini fiskakeyparar
frá eitt nú russiskum skip-
um, so arbeiði skal vera á
landi, hóast egin skip íkki
leggjaso nógv eftir seg í so
máta.
Norska blaðið Dagens
so valt at taka avbjóðingina
upp á hesum gkinum. Nógv
fólk býr har, og tey hava
sjálvandi brúk fyri gerand-
isvørum, mati og ðrum, ið
vit hava í okkara lágprís-
handli.<
Handlarnir hver sær
Er ætlanin at flyta 'høv-
uðskvarterið úr Havnini
inn á Glyvrar, ella verður
handilin í Havn framvegis
høvudsdeildin hjá tykkum?
>Sum so hava hesir báðir
handlarnir einki við hvgnn
annan at gera, so talan kann
ikki verða um nakra flyting
av slíkum slagi. Annars fer
handilin á Glyvrum at vera í
hvussu er ikki minni enn
handilin í Havn, og umframt
sjálv handilshølini hava vit
eisini pláss fyri einari lítlari
goymslu á miðhæddini.<
"Jysk" verður ikki við
Upp á fyrispurning sigur
Jaspur Johannesen, at talan
Næringsliv skrivar, at bara
higartil í ár hava russar
latið Finnmarkini fisk fyri
yvir 182 milliónir krónur.
Um Troms verður tikid
við, er talan um fisk fyri
yvir 220 milliónir krónur,
ið er komin upp á land.
Tilsamans er talan um
48.880 tons av fiski, ið er
klárur at virka — 26.685
tons í Troms og 22.195
tons í Finnmarkini.
Síða 7
Mynd: Hilmar Jan
bert verður um, at Kvettið
skal hava handil í hølunum,
og at eitt nú Jysk Sengetøjs-
lager ikki er við í myndini.
Hann sigur eisini, at tey,
ið koma at arbeiða í nýggja
handlinum á Glyvrum, vera
fólk á plássinum, og at
handilin tí eisini kann vera
vid ul at geva onkrum arb-
eiði í hesum tíðum, hvar alt
fleiri og fleiri einki hava at
fara upp ul.
Er tað tá kreppan, ið er
ein av orsøkunum til, at tit
nú lata nýggjan handil upp
á Glyvrum?
>Tað kann møguliga sig-
ast so. Í hvussu er hava tíð-
irnar sína ávirkan,< endar
Jaspur Johannesen, stjóri í
Pf. Kvettinum.
Sum skilst, er heldur eing-
in avgerð tíkin um, hvor
skal vera leiðari av nýggja
handlinum, ið letur upp í
september — helst í seinnu
helvt av mánaðinum.
hj.
Fyritøkan Nestlé i Ham-
merfest roknar vid at taka
ímóti ikki færri enn 4.000
tonsum í ár av russiskum
fiski.
Oivað tilfar til umhugs-
anar, nú føroysku trolar-
amir i Barentshavinum eru
á heimleið — sera ósjálv-
bodnir, men uttan nakað
annað val, sum stødan er í
løtuni.
hj