Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FISKIVINNUSTEVNA Jan Müller Ein av karmunum um kom- andi fiskarístevnuna í Runa- vík í næstum er nýggja Norröna. Hvat sigur løg- maður um nýggjasta a skip- ið í flotanum – til hesa risa- íløguna uppá 700 mill. kr.! – Eg haldi hetta er ein fantastisk hending. Og tað vísir, at tað ber til at arbeiða nøkur ting upp. Tí, sum tað hevur verið sagt, so metti man Smyril vera alt ov stór- an, tá hann kom, og tá gamla Norröna kom, søgdu fólk tað sama. Men í báð- um førum gingu bert nøkur fá ár og so vóru tær ov lítl- ar. Tað kann tykjast at vera øgiligt at fara undir eina slíka íløgu. Hon krevur nógv. Ein veldugan innsats frá øllum pørtum. Men eg vóni og ynski, at tað fer at ganga teimum gott, at tað eisini hesaferð verður so- leiðis, at tað verður full nýt- sla av kapasitenum innan fyri stutta tíð. Hvat viðvíkur stóru íløguni í Norrönu so vísir løgmaður á, at hon byggir á fullar professionellar og handilsligar metingar, og gongur hann út frá, at teir, sum hava gjørt hetta ar- við at gera. Tí eru vit rætt og slætt noyddir til at syrgja fyri at gagnnýta teir møgu- leikar so væl sum vit nú einaferð kunnu. Tað hava vit kanska ikki gjørt. Løgmaður vísir á, at vit hava ikki brúkt allar teir fiskimøguleikar, sum hava verið tey seinnu árini. Her hugsar hann um Svalbard og at tað liggja kvotadagar eftir bæði á Flemish Cap og aðrastaðni. Men hinvegin so hava vit eina vinnu, sum hevur ilt við at klára seg uttan at man ger eina skip- an so ella so viðgongur hann. – So eru tað tey, sum siga, at kann vinnan ikki bera seg, so má hon fara! – Tað er so ein støðutak- an, men spurningurin er her um at geva stuðul ella skapa karmar. – Hvat eru tað so fyri karmar tú sipar til? – Har hevur felagið Rækju- skip sjálvt nevnt fleiri alternativ. Eg gangi út frá, at tann nevndin, sum verður sett, fer at viðgera allar teir spurningarnar. – Hondina á hjartað, trýrt tú uppá, at vit missa rækjuvinnuna heilt á gólv- ið? – Nei, tað geri eg ikki. Løgmaður viðgongur, at tað eisini hevur nógv at siga, at vit eiga eitt sera ný- tímans rækjuvirki á landi. – Virkið á Oyri er jú eisini til fyri at fáa skapt størri virði burtur úr teimum rækju- num, sum annars vanliga verða fluttar út til aðrar at framleiða. Og tað hevur stóran týdning. Har hevur man so eisini bart fyri at skapa betri handilsavtalur. Tað hevur eydnast við at man hevur fingið kvotuna úr 2000 til 3000 tons. – Sær tú fyri tær ósemju í landsstýrinum eitt nú við Tjóðveldisflokkin um at fáa umrøddu karmar upp at standa? – Nei tað geri eg ikki. Vit skulu til at semjast um, hvat vit skulu gera. Allir eru samdir um, at vit skulu um- ganga at fara aftur í eina stuðulsvinnu sum so burt- urav, men eg trúgvi, at vit nokk skulu finna nakrar semjur um at skapa karmar fyri vinnuna, soleiðis at vit fáa størst samfelagsgagn burtur úr. 32 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 33 C M Y K 33 32 FISKIVINNUSTEVNA Jan Müller Hetta er aðru ferð, at tað verður skipað eini stórari fiskivinnustevnu í Føroyum við føroyskari og altjóða luttøku. Løgmaður, sum fer at seta stevnuna, heldur tað vera óført og gott, at stigtakararnir halda tørn og fara undir enn eina stevnu av hesum slag. Hetta er okkara høvuðsvinna og tað hevur so avgjørt relevans fyri okkum at vera við, eisini tá stórar og týðandi ráðstevnur verða hildnar. Løgmaður sipar við hesum eisini til tær mongu stevnur av slíkum slag, sum hvørt ár verða fyriskipaðar í øðrum lond- um og har føroyingar í stór- um tali luttaka. Tað var eisini Anfinn Kalsberg, løgmaður, sum setti tí fyrstu fiskivinnuráð- stevnuna í Føroyum av hes- um slag. Tað er heldur ikki so løgið, at tað er júst løg- maður, sum hevur ein týð- andi leiklut í stevnu av slík- um slag, tí sjálvur hevur hann ikki færri enn tvær ferðir røkt sessin sum lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum. Tað var í 1983 og 84 og eitt stutt skifti í 89. – Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tí vil hon altíð hava eitt pláss sera frammaliga sigur løgmað- ur, sum sær fram til at seta Fish Fair í næstum og har hitta mong góð fólk. Skilagott at halda fiskivinnustevnur FISKIVINNUSTEVNA Jan Müller Um fáar dagar fer Anfinn Kalsberg, løgmaður at seta stóru Fish Fair stevnuna í Runavík. Hann fer uttan iva at fagna hesum tiltakinum men illa slepst tó uttan um at síggja allan veruleikan í eyguni. Partur av honum er ein sera trongd rækjuvinna. Vit hava spurt, hvat land- sins hægsti maður heldur um støðuna hjá okkara høvuðsvinnu í løtuni. – Tað hevur gingið ómeta- liga gott í fiskivinnuni tey seinastu árini. Man hevði jú eina vinnu, sum hevði stór- an stuðul fyri neyðini fyri at yvirliva. Tað er man so komin burtur úr. Tað sær eisini út til, at fiskivinnan hevur havt góðar umstøður seinastu árini til entá at endurnýggja seg uttan al- mennan stuðul. Tað sær tí rættiliga gott út men løg- maður viðgongur samtíðis, at tað eru nøkur myrk skýggj at hóma eisini. Ma. hevur rækjuflotin tað ikki gott í løtuni. Og tað sær eis- ini út til, at vøksturin, sum hevur verið í vinnuni, er flataður út. So man skal ikki taka nakað fyri givið nakra staðni. Nú tað sansar álvarsliga at í pørtum av vinnuni, eitt nú hjá rækjuvinnuni á sjógvi og á landi, spurdu vit løg- mann, um tað kann koma hartil, at tað almenna fer inn og onkursvegna bjargar rækjuvinnuni? – Løgtingið hevur sam- tykt eitt uppskot um at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd at viðgera tann spurningin. Tað er greitt, at tað er sera umráðandi fyri okkum, sum eru so sárbar, at vit bara hava fiskivinnuna, at vit royna at hava so nógv bein at standa á, men hin- vegin skulu vit ansa eftir, at vit ikki enda aftur í eini permanentari alment stuðl- aðari vinnu. Tað er tí ein ballansugongd í øllum hes- um. – Sær tú fyri tær, at man er noyddur at fara inn við eini fyribilshjálp? – Tað skal eg ikki úttala meg um, men man er noyddur til at hava eyguni við øllum viðurskiftum. Vit hava eisini fingið at vitað frá vinnuni, ikki bara nú men yvir longri tíð, at har er støðan heilt álvarslig. Og tað er ein stórur spurningur, um vit yvirhøvur hava nakra rækjuvinnu, um vit ikki sjálvir finna út av tí so ella so. – Tú meinar sjálvur, at vit skulu halda fram við at hava eina rækjuvinnu í Føroyum? – Tað er klárt, at vit eiga nøkur rættindi í altjóða sjógvi. Hetta eru nøkur rættindi, sum ikki eru í um- skifti við aðrar. Og tí eru tað nøkur virði hjá sam- felagnum, sum vit her hava Løgmaður um kreppuna í rækjuvinnuni: Vit mugu geva rækjuvinnuni betri karmar FISKIVINNUSTEVNA Jan Müller Eitt er rækjuvinnan. Annað er alivinnan. Løgmaður við- gongur, at har stendur held- ur ikki alt ov væl til. – Tað er væl sami trupulleiki, ið er galdandi har. Tað gongur jú upp og niður marknaðar- liga sæð í vinnuni altíð. Nú er tað bæði sjúka og kon- junkturur á heimsmarkn- aðinum, sum gongur ímóti, men vit mugu royna at hava eina vinnu, sum er so væl konsoliderað sum møgu- ligt, at hon klárar at taka nøkur av teimum nosunum, sum altíð vilja koma. – Er hon ikki tað í løtuni? – Tað veldst um, hvussu leingi henda støðan stendur við. Tað er ilt at siga men tað sum hevur allar størsta týdning er at vit fáa møgu- leika til at fáa heilsustøð- una hjá alilaksinum uppá eitt hægri støði enn hon er í dag, nevniliga við koppset- ing. – Men tað almenna hevur ikki ætlan um at fara inn og betra um karmarnar hjá vinnuni? – Vit hava sum so ikki nakra ætlan um tað. Vit hava neyvt samband við alivinnuna. Mugu koppseta alifiskin Nýggja Norröna komin – ein fantastisk hending beiðið, hava mett tað vera skilagott. Tað krevur tó nógv av teimum. – Hetta er ein veldugur útviklingur vit eru í, sum ikki bert fer at fáa stóran týdning fyri Føroyar men fyri alt økið í Norðurat- lantshavi. Tað vil avgjørt at koma at vaksa um tað sam- starv, sum longu er millum londini her. Nú bleiv oljan ikki tað bein, sum so mong høvdu sett sítt álit til – í hvussu so er ikki enn. Men løgmaður telist millum teirra, sum er tolin og heldur, at vit hava stundir at bíða. – Her eru professionell feløg, sum stíla fyri, og vit mugu bara hava tol og álit á teimum. Um vit vera oljuland innan fyri 5, 10 ella 30 ár er ikki tað avgerandi. Tað avger- andi er, at hetta byggir á eitt haldgott og skilagott grund- arlag. Og at vit ikki missa okkum sjálvi burt. Anfinn Kallsberg, løgmaður er fegin um at sleppa at seta fiskivinnustevnuna í Runavík. Mynd: Jan Müller