Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 33 Eftir nøkur ár við fleiri brasilskum, jugoslavisk- um, russiskum, polskum og donskum spælarum, leggur B68 nú á annan bógv og byggir liðið á meira lokalar kreftir. – Tá vit satsaðu upp á út- lendingarnar, var ikki so nógv fólk hjá okkum at taka av. Men nú er øðrvísi, sigur B68-formaðurin, Niclas Davidsen. HILMAR JAN HANSEN Røðin av útlendskum spælarum, sum tey seinnu árini hava verið í B68, er ikki so heilt stutt. Frá 1997 til í fjør hava ellivu útlend- ingar spælt við B68, og vóru teir allir í senn, hevði tað verið nóg mikið til eitt heilt lið. Hetta hava verið spælarar úr Jugoslavia, Russlandi, Brasil, Pól- andi og Danmark, og fyrru helvt av kappingarárinum 1997 var venjarin eisini útlendingur, Mihaj- lo Djuran úr Jugoslavia. – Orsøkin til, at vit seinnapartin í 90-unum løgdu okkum eftir út- lendskum styrki til liðið, var heilt einfalt tann, at vit upp gjøgnum 90-ini ikki høvdu so nógv fólk at taka av, og at vit tí máttu finna upp á okkurt annað, skuldu vit vera við í fremstu røð, sigur for- maðurin í B68 tey mongu síðstu árini, Niclas Davidsen. – Tað kann vera, at onkur held- ur, at vit gjørdu í so nógv av, men eg haldi ikki. Vit høvdu ikki so nógvar aðrar møguleikar, um vit skuldu royna at gera okkum gald- andi, har vit halda, at B68 hoyrir heima. Og tað halda vit vera mill- um tey fremstu. Eisini komu spælarar úr øðrum føroyskum feløgum til B68, sum nú kortini hevur lagt á annan bógv við bara einum útlendingi á liðnum, ið er íslendski málmaður- in Albert Sævarsson, ið kemur úr felagnum Grindavík. Og tá talan er um „fremmand- ar“ spælarar annars, er í grundini bara Dánial Hansen, sum annars altíð hevur spælt við NSÍ, men í fjør var á Skála. Hans Fróði Han- sen og Súni Fríði Johannesen verða eftirhondini roknaðir sum húsfólk í B68. Hava bara bíðað Niclas Davidsen sigur, at hesi ár- ini hevur bara verið bíðað eftir, at yngri spælarar úr egnum rekkjum eru komnir í rætta aldurin og ann- ars blivnir klárir at taka við á besta liðnum hjá felagnum. – Vit hava alla tíðina vitað, at vit høvdu góðar, evnaríkar og raskar spælarar, ið fóru at koma felagnum til góðar, og nú eru vit so til reiðar at venda meira aftur til eitt lið, ið kann sigast at vera „okkara egna“, sigur hann. – Nú er tað eisini so, at vit hava havt eitt gott og væl skipað ung- dómsarbeiði í fleiri ár, har vit ser- liga hava lagt dent á at fáa lið- unum góðar venjarar, sum hava lagt stóra orku í sítt arbeiði. Hetta er tað, sum nú sæst aftur í felag- num og ikki minst á besta liðnum hjá okkum. Hóast talan er um fleiri útskift- ingar í mun til undanfarin ár, fegnast B68-formaðurin kortini um, at fleiri av teimum royndaru spælarunum halda fram, so talan ikki verður um nakað knappligt skifti frá einari manning til eina aðra. – Eg haldi, at hetta er ein góð blanding, vit hava, tí umframt tað unga fólkið, sum er til taks, hava vit eisini royndar menn á liðnum, ið kunnu halda teimum ungu til og eisini geva frá sær av sínum royndum og síni vitan, ið kann gera teir ungu uppaftur betri, sig- ur Niclas Davidsen. Eisini tá tað snýr seg um venj- aran, er talan um ein mann við royndum, tí B68 hevur fingið sær fatur í Peturi Mohr, sum eisini var venjari á Toftum í 1994 og 1995. – Vit kenna Petur og vita, hvørj- um hann stendur fyri. Tí hava vit eisini góðar vónir um, at hann skal fáa væl burtur úr manningini hjá okkum. Hann hevur fyrr víst, at hann dugir at fáa væl burtur úr ungum spælarum, vísir Niclas Davidsen á. – Tá hann var í Klaksvík í 1991, kom hann til eitt spildurnýtt lið, sum hann megnaði at gera til føroyameistarar. Eg skal ikki siga, at vit krevja tað av honum í ár her á Toftum, men vit hava sum sagt álit á, at hann er rætti maðurin at fáa tað besta burtur úr tí fólki, vit hava. Munandi lættari Formaðurin í B68 vísir eisini á, at tað í nógvar mátar lættir um ar- beiðið í felagnum, tá satsað verð- ur upp á egið tilfeingi, heldur enn at byggja ov nógv á útlendskar spælarar. – Ein stórur fyrimunur er, at tú kennir spælararnar frammanund- an, meðan tað kann vera misjavnt, hvat fæst burturúr at fáa ein út- lendskan spælara til Føroya, ið tú ikki hevur sæð fyrr ella kennir nakað til frammanundan, sigur Niclas Davidsen. – Tað skal tó ikki vera nøkur loyna, at tað í nógvar mátar hevur verið stak gevandi fyri felagið, at vit hava havt allar hesar spælarar- nar her. Men tað fylgja altso fleiri uppgávur við, tá tú hevur við út- lendingar at gera. Sum dømi nevnir Niclas, at gjarna skal felagið finna útlend- skum spælarum bæði innivist og arbeiði, men at hetta vanliga ikki er neyðugt, tá eitt nú spælarar úr øðrum feløgum koma á Toftir at spæla. – Nú fara vit so við okkara egnu spælarum at byggja eitt nýtt lið upp, og í longdini er málið, at B68 skal halda fast við traditión- ina um at liggja nokk so ovarlaga í kappingini, sigur B68-formaður- in. – Men tú skalt eisini vera real- istiskur, og vit vita væl av, at tað kann krevja sína tíð at fáa nýggja liðið samanspælt og klárt at stevna eftir stóru avbjóðingunum, sum eru í føroyskum fótbólti í dag. Hetta liðið skal bara fáa frið at koma í gongd, so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. B68 byggir á egið tilfeingi Útlendskir spælarar í B68 frá 1997 til 2002 Navn Land Ár Dystir Miloslav Bojce Jugoslavia 1997 12 Dusan Aladzic Jugoslavia 1997 9 Andrei Stakhanov Russland 1998 14 Sergei Kreksjin Russland 1998 9 Lucio de Oliveira Brasil 1999 5 Messias Perreira Brasil 1999, 2001-2002 45 Marlon Jorge Brasil 1999-2002 65 Marcello Marcelino Brasil 1999-2002 51 Michal Kokoszanek Poland 2002 17 Anders Nygaard Danmark 2002 14 Morten Skytte Danmark 2002 1 – Vit hava alla tíðina vitað, at vit høvdu góðar, evnaríkar og raskar spælarar, ið fóru at koma felagnum til góðar, og nú eru vit so til reiðar at venda meira aftur til eitt lið, ið kann sigast at vera „okkara egna“, sigur Niclas Davidsen, formaður í B68. Mynd: Álvur Haraldsen 2003 2003