Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Førovingur forseti í NMF Norðurlendska maskin- meistarafelagið hevði fund í Føroyum í farnu viku. Eli Davidsen, for- maður í Maskin- meistarafelagnum í Før- oyum, varð tilnevndur forseti í NMF komandi trý árini. Norðurlendska Maskin- meistarafelagið hevur 20.000 limir, sum ar- beiða á sjóvi og landi. Endamál felagsins er at samskipa fagligar, sosialar og yrkisútbúgv- ingar møguleikar, sum eru av almennum áhuga fyri limirnar. Tveir limafundir eru árliga í NMF, sum verða hildnir upp á skift í limalondunum. Tridja hvgrt ár er aðal- fundur, har nýggjur for- seti verður valdur. Komandi aðalfundurin verður í Íslandi, Sigur Eli Davidsen. A aðalfundinum í Før- oyum herfyri, fekk fel- agið Metal Søfart í Danmark limaskap i NMF. Hetta er deild av Dansk Metalarbejderforbund, og limirnir i hesum felag eru maskinistar, sum mest arbeida innan far- maflutning. Adalfundurin samtikti virkisskrå, sum skal koma maskinistunum til góðar, eitt nú at skipa skeiðvirksemi um tøkni- frødiligu menningina i sambandi vid arbeidi og umhvørvi, cins og um arbeidsuppgåvunar hjå maskinistunum i farma- flutninginum. Skeiðvirksemi skal eisi- ni fevna um arbeiðsum- støðurnar hjá maskinist- um, sum arbeiða í ídna- dinum á landi, verður sagt í tíðindaskrivi frá NMF. Dagny tíðindablaðið Nr. 161 — 27. august 1992 Einki søguligt tilfar til um gomul í Feroyum - úrslitið av HF uppgávuni er nú givið út í bók- lingi, sum fólkaskúlin og hægri skúlar kunnu nýta í undirvísingini Tað kann vera so ymsikt, hvørjar starvsroyndir næmingar, sum ganga å HF skeið hava, tá upp- gåvurnar skulu gerast, og hvørji evni teir velja at arbeiða við. Hjá Sonju á Argjaboða var valið ikki so torført, tå hon skuldi velja evni i 2. árs uppgåvuni á skúla- num. Drúgvar arbeiðsroyndir sum leiðari í Heimahjálp- arskipanini í 15 ár hava ivaleyst eisini skundað undir, at uppgávan og seinni bólkingurin "Livi- kor hjá gomlum í Føroy- um" varð til. Nú kunnu skúlar og lærustovnar fáa gagn av ti, sum hon hevði arbeitt við. Tilkomin næmingur Sonja á Argjaboða var farin um tey fimti árini, tå hon í summar fekk HF prógv. Tað í sjálvum sær er ikki vanlig hjá okkum, men tó kann hetta geva ødrum kvinnum dirvi, sum hava hug at seta seg á skúlabonk. Sonja á Argjaboða sig- ur, at hon valdi evnið eftir áhuga og tí hon helt tað verða spennandi at arbeiða víðari við. Sonja á Argjaboða: - Eg hevði vitan um eldraviður- skiftini í Føroyum frå ar- beiði mínum, men eg visti ikki nógv um ségu- na gjøgnum tíðirnar. Tí fór eg á bókasavnið at leita mær tilfar, men tað vísti seg, at líuð og einki tilfar var til at taka. So var antin at gevast og velja nýtt evni, ella at bróta upp um armar. - Eg valdi tað seinna. Urslitid varð so mikið væl móttikið, at eg fekk fyrispurning frá lærara mínum í samfelagslæru, um at geva tilfarid út í lítlan bókling, so onnur kundu fáa gagn av tí, sum eg hevði savnað í hesum sambandi. Undirvísingartilfar Uppgåvan er gjørt eftir einari viku, tí soleiðis eru reglurnar sambært próv- tøkuni í HF. Kortini havi eg arbeitt við at leita til- farið fram o.a. í triggjar mánaðir. Thorben Johannesen, skúlaráðgevi, hevur gjørt uppskot um, hvussu evn- ið "at vera gamal í Før- oyum" kann viðgerðast í skúlunum, eisini við stødi í hesum bóklingi. Tá Sonja á Argjaboða gavst sum leiðari í Heimahjálparskipanini, segði hon starvið frá sær. Eftir próvtókuna i summar hevur hon arbeitt sum ferðamannaleiðari í Toru Turist. Henni dámar væl nýggja starvið og heldur tað vera spennandi arbeidsøki. Hon hevur STÓRU HANDLARNIR Á SKÅLAFJØRDINUM: Vilja taka kapping- Ina upp við Kvettið >Tað verður nokk verri fyri smærru handlarnar enn okkum, at ein stórur handil kemur aftrat< sigur Ole Petersen, leiðari í Rúnum Nú Kvettið í september fer at lata upp nýggjan handil á Glyvrum, eru teir størstu kappingarneytarnir, Rún- ar og Keypsamtøkan, fúsir at taka kappingina upp og bjóða nýggja stérhandl- inum vælkomnum. > Vit hava ta stóðu, at vit til eina og hvørja tíð taka ta kapping upp, ið vísir seg á mnarknaðinum,< sigur Finn Nielsen, fyristødu- maður fyri FK í Føroyum, ið tó ikki vil vera við, at Keypsamtøkan fer at gera nakað serligt burturúr, nú enn ein stórur handil verð- ur at kappast við um kund- amar kring Skålafjørdin. »Vit hava verid væl- nøgdir vid tær royndir, vit sjålvir hava gjørt av handli okkara i Saltangarå, og eg ikki beinleidis ætlanir um at lesa vidari, men tekur stødu til tad seinni. - Tad er eingin trupul- leiki, um tå ert farin um tey fimmti árini. Er hug- urin til staðar ber alt til, sigur Sonja á Argjaboða. Dagny eri sjálvur av teirri áskoð- an, at kapping er góð fyri allar partar,< sigur Finn Nielsen. >Fleiri handlarnir eru, jú minni verður í part, men tað er væl bara ein partur av kappingini. Okk- ara handil hevur í hvussu er verið væl móttikin har inni.< Kappast um prísin Leiðarin í Rúnum, Ole Petersen, sigur seg eisini vera til reiðar at taka upp kappingina við nýggja handilin hjá Kvettinum, tá hann kemur: >Kvettið er jú, sum eg havi skilt tað, ein lágpríshandil, men tað eru vit eisini, so talan fer óivað serliga at vera um eina prískapping, skal eg seta navn á, hvussu hetta # Sonja á Argjaboða tók HF prógv í summar, og tað er uppgávan "Livikor hjá gomlum í Fóroyum", sum nú verður givin út í lítlum bóklingi. Ætlandi er at nýta bólkingin í skúlaundirvísingini fer atávirka marknaðin her inni,< sigur hann. >Kvettið hevur onkrar vørur, ið eru bíligari, enn vit nú kunnu selja tær fyri, men so mugu vit bara fáa gjørt okkurt við tað.< Við ødrum orðum sær út til, at nýggi handilin á Glyvrum kanska kann fara atkoma væl við - eisini hjá kundunum, hinir handl- amir hava. >Hinvegin verður tað nokk verri fyri teir smærru handlarnar enn okkum, at ein stórur handil kemur aftrat,< sigur Ole Petersen, ið tó tykist rokna við ein- um ávísum missi, tá nýggi handilin kemur — helst í seinnu helvt av september mánaði. hj.