hósdagur 27. august 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 161 — 27. august 1992 tíðindablaðið Sosialurin Síða 11
Torleif Sigurðsson, formaður í FSF:
Ábraham Hansen:
Yrkisfótbólturin Einki fyri
noyðist at híða
Formaðurin í fóbóltssambandinum væntar ikki, at yrkis-
fótbóltur verður veruleiki í Fóroyum við tað fyrsta. >Tíð-
irnar eru í hvussu er ikki til tað nú,< heldur hann
Onkuntíð hevur tankin um
yrkisfótbólt í Føroyum ver-
ið havdur leysliga frammi,
síðani Føroyar fóru upp í al-
tjóða kappingar í fótbólti,
so sum EM- og HM-undan-
kappingarnar.
Men her i Tíðindablaðn-
um Sosialinum i gjår kom
einasti føroyski yrkisspæl-
arin Jan Allan Miller við
einum uppleggi til føroyskt
kjak um eisini hendan
spurning. Jan Allan, ið júst
hevur fingið ein tvey ára
sáttmála við danska super-
ligafelagið AGF úr Árhus,
er av teirri áskoðan, at før-
oyingar nú mugu velja, um
haldast skal fram í altjóða
kappingum ella um farast
skal aftur á Oyggjaleika-
stýðið.
>Skulu vit vera við í stóru
kappingunum, mugu helst
nøkur feløg í Føroyum fara
undir yrkisfótbólt, so vit fáa
eina veruliga elitu av før-
oyskum spælarum, sum eru
í góðari venjing alt árið,<
sigur Jan Allan Miller. >Ég
veit tó, at hetta er lættari
sagt enn gjørt, og at tað
kostar, men eg haldi kortini,
at hesin spurningur eigur at
verða vidgjørdur í fullum
álvara.<
Torleif: Ikki sum er
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur spælt bóltin víðari til
formannin í Fótbóltssam-
bandi Føroya, Torleif Sig-
urðsson.
>Eg skilji væl, um fólk, ið
hava ambitiénir og sum
ganga høgt uppi at koma
longur innan fyri fótbóltin,
eru áhugað í at vit fáa eina
sokallaða meistaradeild í
Føroyum, men eg ivist kort-
ini i, um feløgini ganga við
til tad,« sigur FSF-formad-
urin. »Heldur ikki trúgvi eg,
attíðirnar eru til yrkisfótbólt
í Føroyum, sum tíðirnar eru
júst nú. So alt talar fyri, at
yrkisfótbólturin má bíða.<
Torleif vísir samstundis á,
atyrkisfótbóltur er nakað, ið
krevur ein stóran fíggjarlig-
an innsats — eisini um talan
kanska bert er um seks lið í
einari føroyskari meistara-
deild við yrkisspælarum.
>Í flestu fórum síggja vit
Páll Guðlaugsson, landsliðsvenjari:
Gott til tær ser-
ligu uppgávur
Landsliðsvenjarin heldur, at stórir
fíggjarligar spurningar forða fyri yrk-
isfótbólti í Føroyum burturav. »Men at
latið spælarar partvís yrkisspælarar
upp undir serligar uppgávur við
landsliðnum og í Europa Cup, haldi
eg, átti at borið til,< sigur hann
Eins og FSF-formaðurin
er landsliðsvenjarin Páll
Guðlaugsson í iva um,
um yrkisfótbóltur kann
gerast veruleiki í Føroy-
um, sum er.
>Tað eru stórir fíggjar-
ligir spurningar uppii, ið
mugu loysast fyrst, so eg
haldi ikki, at fulltíðar yrk-
isfótbóltur er nakað, vit
kunnu tosa um, sum er,<
heldur hann. >Eitt nú eitt
land sum Ísland hevur jú
heldur ikki yrkistfótbólt á
sama stóðu sum eitt nú í
Danmark, men í staðin
hava spælarar sáttmála
við sítt felag, so teir hava
frí seinnapart til venjing
og annað í sambandi við
fótbóltin, eftir atteir hava
verið til arbeiðis fyrra-
part.<
Av nýggjum hvert ár
Páll vísir eisini á, at ein
ikki skal rokna við, at fel-
øgini kunnu brúka orku
uppá at gera fótbóltin til
eitt yrki, og so samstund-
is forsøma onkra av hin-
um — itréttargreinunum,
feløgini hava. »Skal talan
verda um spælarar i betri
venjing, åttu venjararnir
at verið settir longur, so
teir fingu fylgt betur við. Í
Føroyum byrja allir venj-
ararnir av nýggjum hvert
einasta ár, tí spælararnir
ikki eru í venjing,< sigur
Páll Guðlaugsson.
Hann metir tó, at í sam-
bandi við eitt nú lands-
dystir og dystir í Europa
Cup kundu spælarar ver-
ið partvís yrkisspælarar,
so liðini fingu verið meira
saman til slíkar uppgáv-
ur. hj.
jú, at feløgini kring landið í
stóran mun hava meira enn
ríkiligtatdragast við á fíggj-
arliga økinum, so tað er alt-
so ikki bara sum atsiga tað,<
sigur Torleif. »Men møgu-
liga longur frammi í tíðini
kann hesin tankin gerast
veruleiki.<
Eingin lóggáva er til
FSF-formaðurin sigur, at
annars er eingin lóggáva yv-
irhøvur í Føroyum viðvíkj-
andi yrkisspælarum. >Her
hugsi eg millum annað um,
at feløgini høvdu verið betur
fyri, tá tey lótu sínar spælar-
ar av landinum at royna
eydnuna, um tey høvdu
okkurt at styðja seg til, so
tey kanska kundu fingið
nakrar krónur burtur úr ti,
um onkur av teirra spælar-
um brádliga varð verdur
nakað á fótbóltsmarknað-
inum,< sigur hann. >Og
yvirhøvur kundu nú feløgini
eisini roynt at verið eitt
sindur meira úti um seg
sjálv, tá kjansurin at fáa eina
inntøku handanvegin kann
vísa seg, umenn tað nú ikki
er so ofta, at so er.<
Einaslíka lóggávu, ið skal
vera við ul tryggja bæði fel-
Øg og spælarar betur enn nú,
tá søla er upp á tal, er FSF
áhugað at fáa fyri aðalfund í
FSF — kanska longu tann
næsta aðalfundin.
Ein av teimum, ið hev-
ur roynt seg sum yrkis-
fótbóltsspælari uttan
fyri Føroyar, er Ábra-
ham Hansen, ið nú
spælir við FM-biðlun-
um úr B68.
I 1981 var hann sum
fulltíðarspælari yviri í
Svøriki, har hann
spældi við einum liði,
ið kallaðist Sleipner.
Seinni — í 1985-86 var
Abraham eisini við á
liðnum hjá OB sum
sáttmálaspælari, með-
an hann samstundis las
datamatikkteknikk.
»Minar royndir siga,
at yrkisfótbóltur neyv-
an er nakað fyri okk-
um føroyingar, sum nú
sær út,< heldur Abra-
ham. >Fyri tað fyrsta
kann samfelagið als
ikki bera, at vit eisini
skulu fara í holt við
yrkisfótbólt. Heldur
eiga ungir spælarar, ið
hava evnini og vilja
nakað innan fyri
fótbóltin at fara av
landinum longu sum
15-16 ára gamlir, so
teir kunnu fáa rættu
venjingina og rætta
lærdómin, ið kann
menna teir sum spæl-
arar. Skúla kunnu teir
saktans røkja við síð-
una av tí.
løka annan ítrótt
Hinvegin heldur
hann íkki, at ein kapp-
ing við seks liðum, ið
spæla tvífalt so nógvar
dystir, er eitt so galið
hugskot.
>Men tað má gjarna
okkum
vera við møguleika fyri
at íðka onkran annan
ítrótt um veturin í ein-
ar tríggjar ella fýra
mánaðir, sum eisini itr-
óttarkgnir siga vera
sunt og gott,« heldur
Abraham. >Eisini
kundi eg hugsa mær, at
feløgini kundu tikið
okkurt frá yrkisfót-
bóltinum við í gerand-
isdagin í foroyska fót-
bóltinum, millum ann-
að at forkelað 1. deild-
arspælararnar eitt
sindur við eitt nú at
geva teimum rein klæði
og skógvar — bæði til
dyst og venjing. Ta
fyrstu tíðina kanska
onkur hevði øvunda I.
deildarspælarum
hetta, men eg trúgvi, at
tað í longdini hevði elvt
tilstørri kapping um at
vera við á besta liðnum,
har nakrir fyrimunir
fylgdu við.<
Hann heldur annars,
at tankin um meira
pengar i føroyskum
fótbólti eigur at liggja
fjarur, tí sum er fáa
kanska nakrir fáir
pengar burturúr —
venjarar, hjálpar venj-
arar og kanska onkur
annar.
„Eisini dámar mær
hugskotið um at keypa
spælarar til konsentr-
eraða venjing undan
týðandi dystum í al-
tjóða høpi,« heldur
Abraham. >Men full-
tíðar yrkisspælarar er
ikki nakað, vit fáa nak-
að burturúr.<
hj.
Neistin skipar fyri
hondboltskapping
Sum eitt slag av upphiting til hondbólts-
kappingina í vetur, skipar Neistin leygar-
dagin 19. september fyri einari kapping í
Havn fyri dreingir og gentur 12 og 14 ár.
Kappingin fer fram í Gundadalshøllini og
í ítróttarhgllini á Hálsi, og er tað ókeypis at
vera við. Eitt krav frá fyrireikarunum er, at
ein vaksin er við hvgrjum liði.
Ætlanin er at byrja kappingina leygar-
morgunin, og verður endað seinnapartin.
Hvussu drúgv kappingin er, velst sjálv-
sagtum, hvussu nógv lið tekna seg, og eisini
spæla ferðamgguleikarnir ein leiklut.
Sagt verður frá Neistanum, at tað hevur
stóran tydning, atteknaðu liðini meta upp, tí
Ógjørligt er at leggja kappingina umaftur.
Tekning skal fara fram áðrenn 13. sept-
ember hjá Vagni Michelsen åtlf. 12236 ella
Jón Kragesten á tlf. 10449.
hj.