Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Framhald av síðu 9 nú langfaratrolararnir, sum nú eru á veg heim úr Barentshavinum, heldur enn at leggja seg fyri teym, áttu at troytt henda møguleika, sigu7 hann, at Spurningurin er, um tað er liðið ov langt út á árið at byrja nú. Fiskitidin kann helst vidkast væl meira -Royndirnar higartil hava víst, at tað ber til at reka lønandi veiðu eftir konga- fiski í Irmingarhavinum frá hálvum apríl til hálvan juli. Vit hava so vid okkara fiskiskapi vidkad sesong- ina fyribils vid einum mánað, og nú fáa vit so at síggja, um sesengin kann longjast enn meira sigur Mannbjørn í Grund, sum er sera spentur at vita, um tað ber til at fiska av tí stovninum, ið er á djúpri vatni, longri tíð á árinum. Tað er m.a. hetta Beinir fer at kanna nú. Hann vísir í hesum sambandi á, at íslendingar hava rakt við hetta sama kongafiskaslag á djúpum vatni á Reykjanesrygg- inum longu í mars mánað. Her er tí talan um eima heldur spennandi roynd, sum Beinir nú fer undir. So møguleiki er hjá fleiri av stóru langfaratrol- arunum at fara í Irming- arhavið nú, hóast kenda árstíðin er frá apríl til august. Lætt at leggja um Mannbjørn í Grund er innars sannførdur um, at øguleikar eru i Irmingar- havinum hjå umrøddu skipum komandi år, og hann heldur, at reidariini áttu at kannað hesar møguleikar. Her er serliga talan um at vita, nvat skal til av ílegum í útgerð og møguliga eisini frysugoymslu. Hann sigur annars, at norskir trolarar hava ikki gjørt tær stóru iløgurnar, tá teir eru farnir í Irming- arhavið. Teir fiska av tí ovara stovninum og brúka smá trol. Hesi skip hava eins og Beinir eisini fingið tveir túrar í ár. Stórt havøki Mannbjørn í Grund sigur víðari, kongafiskurin finst á einum sera stórum hav- øki. Teir hava sum er nógva tíð ul at leita eftir fiskinum, og tí er gott samarbeiði millum skip- ini. Rakar okkurt av skipunum við stóran stima, so boðar tað hinum frá. Skiparin á Beini heldur fyri, at tað hevði komið væl við, um alment rannsóknarskip hevði verið og leiiað við ekkoloddinum. Høvdu nógv føroysk skip verið har yvir, tå hevdi hetta kunna loyst seg. TAC Sum vid øllum ødrum fiskiskapi, har royndin veksur, so er eisini vandi fyri, at so nógvur fiskur kemur á marknaðinum, at prísurin fer at falla. Men soleiðis er tað við øllum fiskiskapi. Hvat stovn- inum viðvíkur, so hava fiskifræðingar ikki enn mett, at tað var neyðugt við at áseta TAC, men hetta kann henda, um royndin fer at vaska nógv. Tað hevur tí týdning, skulu vit føroyingar gera okkum vónir um at fáa munandi kvotur av einum framtíðar TAC, at vit seta skip inn í veiðuna sum skjótast. Legið! Og sum sagt, her eru nógvir møguleikar hjá verandi flota. Mannbjørn í Grund heldur tað vera løgid og óskiljandi, at før- oyingar, sum annars hava tradition fyri at leita upp nyggjar leidir ikki hava sæð teir stóru møguleikar, sum liggja beint uttanfyri dyrnar í Irmingarhavinum. Hann vísir á, at íslend- ingar eru farnir at gera nógv burtur hesum fiskis- kapinum, eitt nú fyri at tíðindablaðið beina toskatrolararnar frá heimagrunnunum. Hetta áttu vit sjálvandi eisini at gjørt. -Islendingar hava nógv stór skip við nógvari maskinorku í umrøddu veidu, og tad er sera harmuligt at skula siggja, at skip sum eitt nú fyrr- verandi Polarborgin skal vera farin á íslendskar hendur. Skiparin á Beini sigur, at júst hetta skipið nú fiskar í Irmingarhav- inum. -Hetta stásiliga skipið kann helst fiska har í einar 5 mánaðir um árið, og spurningurin er um ikki tað hevði borið ul eisini á føroyskum hondum sigur hann. læra av royndunum Í dag fer Beinir so aftur í Irmingarhavið. Við eru 36 mans. Manningarparturin teir báðar undanfarnu túr- arnar er uppá 55.000 kr. -Men eg meti hetta enn sum eina roynd, tí vit eru nýggir á hesum øki, og tá vit hava roynt henda fiskiskapin í eina tíð haldi eg vit skuldu klára triggjar túrar ístaðin fyri sum nú tveir og tað fer at geva eitt uppaftur betri úrslit fyri bæði skip og manning sigur skiparin á Beini, Mannbjørn í Grund, sum er fegin um, at okkara myndugleikar vóru so framskygnir, at teir ikki lótu tað frálíka skipið, sum Beinir er, gleppa okkum av hondum, tí harvið høvdu vit helst ongantíð verið farnir í Irmingarhavið aftur. Og tá hugsað verður um, hvussu væl tað hevur hepnast Beini - og at fleiri av okkara stóru trolarum ongastaðni hava at fara - so er tað greitt, at miðvísi fiskiskapurin eftir konga- fiski í Irmingarhavinum kann gerast okkum tann glotti, sum so mong hava bíðað eftir. Frystiorkan er í lagi Nr. 161 — 27. august 1992 Fr. Lítli Eyðun vitjaði umborð á Beini henda dagin hann landaði og fekk henda lítla kongafiskin heim við sær Ein heilt ótrúligur meguleiki... býður seg nú til tey, ið mangla hali. LLOSA Stórur bygningur í miðbýnum, har S.H.J. Radiohandil helt til, er nú til leigu. - Mitt í býnum, væl hildin bygningur - 6 parkeringspláss, beint uttanfyri - stórt parkeringspláss i nánd - 296 m í tveimum hæddum - vær inngongdir, ber til at leiga hverja hædd fyri seg. Ring til Meinhard Dam T'!. 10444 og fá nærri at vita.