hósdagur 27. august 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 161 — 27. august 1992
Beinir við bryggju í Havn.
Seinna túrin høvdu teir
500 tons av skráskornum
og 25 tons av interlived
flaki. Skráskorin fiskur vil
siga, at høvd og búkur
verður skorin burtur og
verður fiskurin eins og
blokkur síðani frystur í
erskjur. Interlived eru
fløk, sum eru fryst men
kunnu takast sundur eitt
og eitt.
Marknaður finst
So møguleikarnir fyri at
arbeida fiskin til ymsa
vøru og harvið eisini yms-
ar marknaðir eru stórir.
Prísurin er eisini í lagi,
teir fáa einar 22 kr. fyri
fløkini og einar 11 kr. fyri
skráskorna kongafiskin.
Alt eftir eftirspurninginum
kunnu teir so velja at virka
vøruna við ella uttan bein.
Hóast fiskurin er væl
minni enn tann konga-
fiskur vit fáa um hesar
leiðir og nakað av parasitti
er í hanum sa er hann
vælegnaður til umrøddu
framleidslur.
Umframt føroyingar
royna eisini nógv skip úr
baltisku londunum i
Irmingarhavinum, men
eisini íslendingar, norð-
menn og týskarar eru
har. Men tað er næstan
bara Beinir, sum higartil
hevur framleitt flak burtur
úr kongafiskinum. Teir
flestu skráskera hann.
Vita lítið
Hóast Beinir roynir á eini
leið, har skip úr øðrum
londum hava fiskað í
mong ár, so er tað fyri ein
part talan um royndar-
fiskiskap.
-Eg havi lisid alt eg
kann fåa hendur å av
tilfari um henda
fiskiskapin, men tad er
rættiliga avmarkad, hvat
finst sigur Mannbjørn i
Grund og visir til, at talan
er um ein stovn, sum vit
vita lítið um, bæði hvar
tíðindablaðið
GREENLAND
hann gongur og hvussu
nógv er til av honum.
Funnið nýggjan stovn
Mannbjørn og restin av
manningini hava alla or-
søk ul at vera fegnir, nú
teir koma heimaftur av
ødrum túrinum. Teir
kunnu nevniliga nú siga
frá, at teir hava funnið ein
heilt nýggjan kongafiska-
stovn í Irmingarhavinum.
Talan er um ein konga-
fiskastovn, sum er væl
djúpri enn tann skipini
higartil hava fiskað
av. Hesin er á 250 til 300
metra dýpi, meðan nýggi
stovnurin Beinir hevur
rakt við livir niðanfyri
500 metra dýpi. Hesin
kongafiskurin er stórri,
reinari og betri at hava við
at gera.
Beinir hevur við sínum
stóra troli og góðu
maskinorku møguleika at
royna rættiliga djúpt, heilt
niður á 680 metrar. Og har
fingu teir so nýggja
kanoafiskin í tralið ne tað
stórar nøgdir av honum.
Eitt hálið var so stórt, at
tað skrædnaði tvørtur av
um posan og bellurin
byrjaði eisini at skrædna
men fór kortini ikki. Har
vóru einki minni enn 100
tons í. Hesi fingu teir ikki
hendur á, men hini hálini
hava so verið um 40 til 50
tons hvert.
Mannbjórn í Grund,
skipari kann vera bæði
fegin og errin av ti
frálíka arbeiði, sum
hann og øll manningin á
Beini hava útint í
Irmingarhavinum. Nú
fáa vónandi eisini aðrir
ágóða av hesum slóð-
brótandi fiskiskapinum
Síða 9
Ongin parasittur
Mannbjørn Í Grund heldur
at teirra uppdaging kann
fáa stóran týdning fyri
fiskiskapin har og íkki
minst fyri føroysk skip,
sum hann vónar fara í
Irmingarhavið at fiska.
Fiskurin hevur betri lit
og hann hevur ongan
parasitt í sær eins og tann
kongafiskurin, ið fæst á
grynri dýpi. Eisini ber
hann seg gðrvísi at, hann
trunkar seg ikki saman í
trolinum sum hin ovari
fiskurin og hjå skipi sum
Beini vid stórum troli er
hetta ein stórur fyrimunur
Stórir møguleikar
Mannbjørn í Grund sigur,
at tað er íkki at taka
munnin ov fullan, tá hann
Sigur, at stórur møguleikar
eru hjá føroyskum skipum
í Irmingarhavinum, ja
hetta er ein veruligur
Pílurin vísir okkum
Irmingarhavið, ið fevnir
um eitt sera stórt havøki
glotti í tí myrkuri, sum í
løtuni annars sermerkir
føroyska fiskivinnu.
-Eg ivist onga løtu i, at
trolararnir, sum annars
fiska eystanfyri, kunnu
fiska í Irmingarhavinum,
rækjubátarnir eisini og
haraftrat djúpvatnstrolar-
arnir, sum royna undir
Føroyum. Nógv av skip-
unum skulu bert gera lítlar
íløgur í eitt nú trol, meðan
onnur eisini mugu fáa sær
frystilast, men hetta eru alt
fløgur, sum kunnu vinnast
innaftur, tí fiskur er nokk
av, og enn er einki TAC
ella kvota ásett.
Mannbjørn vil avgjørt
mæla ødrum til at um-
hugsa henda møguleikan.
Uppå fyrispurning um eitt
Framhald á síðu 10