hósdagur 27. august 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Glotti
Kann gerast
bjarging hjá
stórum parti
av flotanum
ri vestan:
tíðindablaðið
Beinir komin heim av óðrum túrinum í Irming-
arhavinum. Skiparin: her eru møguleikar hjá
einum stórum parti av føroyska fiskiflotanum
Beinir fyrrverandi
Skálafjall, var um at
gleppa føroyingum av
hondum, tá felag í Havn
við stuðuli úr landsstýr-
inum syrgdi fyrr, at hetta
stásiliga og góða
fiskiskipið varð verandi i
Føroyum. Ein av treytum
landsstýrisins fyri at
stuðla hesi ætlan var, at
skipið fór í Irmingarhavið
at veiða kongafisk.
Og so bleiv. Skálafjall
fekk navnabroytingina til
Beinir og fór 25. apríl av-
stað vestureftir - í Irming-
arhavið. Tveir mánaðir
seinni var Beinir aftur á
Havnini við 460 tonsum
av kongafiski. Og upp
aftur tveir mánaðir seinni
var hann aftur á Havnini
við 500 tonsum.
Fyri fyrstu ferð hevur
eitt føroyskt fiskiskip
fingið tað at bera til at
veiða í Irmingarhavinum,
viðgera fiskin umborð og
selja hann til hampuliga
góðan prís.
Og í dag fer Beinir so
avstað aftur triðja túrin í
Irmingarhavið. Skipið,
sum skuldi seljast av land-
inum, er nú við at skriva
søgu, tí tað við síni mið-
vísu roynd at veiða
kongafisk í altjóða sjógvi
stutt úr Føroyum, eisini
kann vísa øðrum skipum í
føroyska fiskiflotonum á
eina nýggja og gongda
leið.
Royndur skipari
Skiparin eitur Mannbjørn í
Grund. Hann er 39 ára
gamal og er royndur fiski-
maður. Hevur eitt nú ført
Enniberg. Hann hevur
bæði bein á jørdini, tá
hann rættiliga bjartskygd-
ur greiðir frá teimum fyri
føroyingum higartil 6-
troyttu møgulcikunum i
Irmingarhavinum.
-Hetta er hugaligt og
spennandi. Hetta er ødr-
visi. At kunna fiska i fri-
um sjógvi og fáa nokk av
fiski, tað er besta og týdn-
ingarmesta, ið ein fiski-
maður kann ynskja sær
sigur Mannbjørn, sum í
dag aftur stendur á brúnni,
tá Beinir fyri triðju ferð í
ár setir kós móti Irmingar-
havinum, einar 900 fjórð-
ingar úr Føroyum.
Hóast skip úr eystureu-
ropa hava fiskað í Irming-
arhavinum í mong ár, so
hevur hesin fiskiskapur
ongantíð rættiliga vakt á-
huga føroyinga. Nakrar
royndir eru tó gjørdar.
Raðhamar var har vesturi,
Nr. 161 — 27. august 1992
Orð og myndir: Jan Miiller
Polarborgirnar vóru har,
og eisini táverandi Skála-
fjall gjørdi royndir har.
Hann varð leigaður av
Fiskirannsóknarstovuni.
Hóast hetta var ein byrj-
an, sum gav okkum nógv-
ar upplýsingar, so varð
ongantíð komið so langt,
at miðvísur fiskiskapur
eftir kongafiski kundi taka
seg upp.
Tað ber til
Nú hevur Beinir so bygt
víðari uppá royndirnar hjá
hinum skipunum og hevur
fingið tað at bera til.
Mannbjørn í Grund, skip-
ari sigur við Sosialin, at
vit ikki eiga at undirmeta
týdningin av teimum
royndum aðrir hava gjørt.
Men ikki fyrr enn nú, tå
Beinir miðvíst og 100%
varð utgjørdur til hesa
Ein av teimum fyrstu at
leita oman á Bacalao at
fregnast um, hvussu
gingist hevur hjá Beini,
var Eiler Jacobsen, sum
ikki heldur tað vera
Omøguligt hjá rækju-
skipunum at veiða í
Irmingarhavinum ein
part av árinum
Ossur Christiansen er
verksmiðsjustjóri
umborð á Beini. Her vísa
hann og sonurin Høgni
okkum skráskornan
kongafisk, sum kann fáa
stóran týdning fyri
føroyingar í framtíðini
veiðu og hetta farvatnið,
eydnaðist tað.
Mannbjørn sigur, at teir
alla tíðina hava trúð uppá
henda møguleikan, og tað
var eisini við hesum í
huga, at teir gjørdu skipið
væl út til henda fyri føroy-
ingar heldur óroynda
fiskiskapin.
Hann vísir á, at teir hava
fiskað við einum stórum
íslendskum kongafiska-
troli, og hetta hevur havt
ómetaliga nógv at siga,
um ikki alt. Av teimum 40
skipunum, sum royna har í
løtuni, eru tað bert íslend-
ingar og so Beinir, sum
brúka hetta trolið.
Fyrra túrin vóru teir á
fiskileið í knappar tveir
mánaðir og fingu 460 tons
av kongafiski. 330 tons
vóru skráskorin til jap-
anska og portogisiska
marknaðin, meðan 130
vóru blokkur, sum Baca-
lao keypti og arbeiddi
víðari.