Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 37 C M Y K 37 36 ØKT VEIÐITRÝST Áki Bertholdsen – Tað slepst ikki undan at skerja fiskidagatalið næsta ár. Tað heldur Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum. Hann sigur, at soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu árini, eigur tað at liggja okkum fjart at økja um veiðitrýstið á grunnar- nar. – Vit hava ein fiskiflota, sum er førur fyri at fiska stórar nøgdir, tá ið fiskur er, so tað eigur ikki at liggja frammaliga í politikkinum at økja trýstið enn meiri. Men kortini er tað júst tað, sum her hent, seinastu tíðina, sigur Henrik Old. Og hann heldur, at tað er landsstýrið, sum hevur stór- an part av skyldini av at trýstið á fiskastovnarnar er økt og at tað sostatt verður neyðugt at skerja fiskidaga- talið komnandi ár. Tað, sum hann sipar til, eru alla tær ivasomu saman- leggingar av fiskiloyvum, sum landsstýrið hevur givið loyvi til í seinastuni, og sum vit greiða frá í greinini um nýggja fiskimálaráð- harran sum má byrja av nýggjum. – Eftir tað, sum er hent, fer sakkunnleikin ikki at mæla okkum til at økja veiðitrýstið. Harafturat verð- ur tað ómetaliga trupult at koma uttanum at trýstið á fiskastovnarnar er økt aftaná tær samanleggingar, sum eru gjørdar. Sostatt verður tilráðingin frá sak- kunnleikanum uttan iva einaferð enn at vit skulu halda aftur og samanlagt verður tað tískil ringt at sleppa undan at skerja fiski- dagatalið. Formaðurin í vinnunevnd- ini vísir á, at seinast var fiskidagatalið skert eitt pro- sent. – Tað var ein rættiliga til- vildarlig skerjing og tað var mestsum bara fyri at kunna vísa á, at tilráðingin frá fiskifrøðingunum ikki heilt varð skúgvað til viks. Henrik Old sigur, at tað er spell at slíkar ivasamar samanleggingar, sum tær ið eru gjørdar seinastu tíína, skulu vera orsøk til, at fiskidagatalið verður skert. Tað fer nevniliga at raka nógvar ósekar fiskimenn, sum hvørki eiga lodd ella deil í hesum samanlegging- um, men sum kortini koma at bløða fyri tær. – Sum skipanin nú er, eiga økingar í veiðitrýsti- num at føra við sær, at fiskidagatalið verður skert. Men tað slepst ikki undan, at tað eisini verður skert hjá teimum, sum ikki hava økt sítt veiðitrýst og sostatt ger- ast teir ósek offur í tí, sum teir onga ávirkan hava á. Eina óhefta nevnd Henrik Old heldur, at í longdini ber tað ikki til, at fiskidagatalið skal verða ásett so tilvildarliga, sum tað hevur verið talan um. Tað er eisini ein sann- roynd, at betri teknikkur í sær sjálvum ger eisini fiski- skipini alsamt effektivari. Tí heldur hann at vit eiga at lata eina nevnd gera landsstýrinum óheft tilmæli um, hvussu farast skal fram í ymsum viðurskiftum. Henrik Old sigur, at upp- gávan hjá nevndini kann vera at rokna effektivitetin hjá fiskiflotanum út. Er effektiviteturin øktur í ein- um ári, eiga vit at fáa tað svart uppá hvítt, tí í løtuni er alt meiri og minni bygt metingar og ikki á nágreini- ligar útrokningar. – Tá ið nágreiniligar út- rokningar eu til taks, ber eisini betri til at áseta fiski- dagatalið og Henrik Old heldur, at tað eigur at verða dagført við jøvnum millum- bilum. – Tað er sigur eisini sjálvt, at tað er lagaligari fyri vinnuna at laga seg eftir umstøðunum, tá ið fiskidagatalið verður skert 1-2% við jøvnum millum- bili, fyri at leggja upp fyri effektivitetshækkingum, held- ur enn at noyðast at gera munandi skerjingar í einum høggi, tá ið fiskiskapurin brádliga fer í botn, tí tað kann gerast ein skelkur, ið vinnan ikki yvirlivir, sum tað hendi fyrst í nítiár- unnum. Men ábyrgdin hjá nevnd- ini kann eisini vera at geva fiskimálaráðnum tilmæli um, hvussu lógin skal tulk- ast, tá ið umsóknir koma um ivasamar samanlegg- ingar og onnur mál, sum ivi hevur verið sáddur um. Henrik Old sigur, at fiskimálaráðið hevði skula havt ómetaliga góðar grund- gevingar fyri at skúgva til- mælini hjá eini slíkari sak- kønari nevnd til viks. Hetta kundi verið fiski- daganevndin, men tað kun- di eisini verið onkur annar. Men treytin er, at talan skal vera um eina nevnd, sum er 100% óheft av øllum polit- iskum áhugamálum og at talan er um vælkskikkað fólk, sum eisini føldi stóra ábyrgd mótvegis fiskidaga- skipanini. Formaðurin í vinnunevnd- ini sigur, at einb partur av arbeiðnum hjá fiskidaga- nevndini er at hyggja eftir slíkum viðurskiftum, men hann heldur ikki, at nóg nógv verður gjørt við tann partin. Fiskidagatalið má skerjast næsta ár Politiski myndugleikin hevur máað støðið undan fiski- dagaskipanina og tí slepst ikki undan at skerja fiskidaga- talið komandi ár og tað rakar ósekar fiskimenn, sigur Henrik Old, formaður í vinnunevndini – Eftir tað, sum landsstýrið hevur givið loyvi til í seinastuni, er ringt at koma uttanum, at veiðitrýstið er økt og sostatt sleppa vit ikki undan at skerja fiskidagatalið næsta ár, sigur Henrik Old, formaður í vinnunevnd løgtingsins TÆTTARI SAMSTARV Jan Müller Millum tey ferðandi við Norrönu fyrsta túrin úr Hetlandi til Føroya nú um dagarnar var eisini Hans J. Marter, blaðmaður. Hann er týskari men setti seg niður í Hetlandi fyri góðum 10 ár- um síðani saman við unn- ustu síni úr Eysturríki. Í dag rekur hann eina tíð- indastovu har, ið nevnist »Shetland News Agency«. Haraftrat gevur hann út mánaðarligt blað »Shetland Post«, sum serliga fer aftur- um evni og viðger tey meira nágreiniliga. Eisini er hann tíðindamaður hjá skotska blaðnum Press and Journal umframt hjá Grampian TV. Hans Marter er rættiliga krittiskur í sínum journal- istikki og hann heldur fyri, at stóra hetlendska íløgan í Norrönu er ein politisk íløga heldur enn ein handilslig. Hann er eitt sindur ivasamur og er tað so sum einki løgið í tí. Tí í Hetlandi eru tey so von við, at myndugleikarnir brúka av avkastinum frá mongu oljugrunnunum til enda- mál, sum ikki endiliga geva nakað av sær. Hinvegin dyl- ur hann heldur ikki fyri, at møguliga er hugburðurin hjá tí vanliga hetlending- unum til slíkar íløgur broyttur, nú tey síggja stóru og nýggju Norrönu koma inn til Lerwick. Nú síggja tey bráddliga, at oljupeng- arnir eru við til at skapa nakað nýtt og veruligt, nak- að, sum kann fara at hava positivar avleiðingar fyri teirra egna oyggjasamfelag. Tá hugsað verður um teir nógvu pengarnar, sum eru í ymsu oljugrunnunum í Het- landi, so kunnu 50 mill. kr. tykjast lítið. Hinvegin er eisini at siga, at hetlending- ar hava dyggiliga brent seg við at seta oljupengarnar í partabrøv. Hans Marter vís- ir á, at stóra afturgongdin á partabrævamarknaðunum í seinastuni hevur eisini merkt oljugrunnarnar nógv. Eitt nú minkaði ein av grunnunum úr 350 mill. pundum niður í 150 mill. pund. Hetta kemur illa við hjá teimum mongu, sum »liva« av avkastinum, sum annars er í góðum tíðum. Vanligt hevur verið at lata part av avkastinum av peng- unum til ymisk vælgerandi og onnur endamál og eitt nú sum subsidiur til vinnulig endamál eisini. Hans Marter hevur ikki verið í Føroyum áður. Hann gjørdist rættiliga ovfarin av at síggja, hvussu nógv lit- fægrari tað er her enn í Het- landi, har tað mangan er grátt yvir grátt. Eitt er at húsini eru grá men haraftrat liggur mjørkin oftani tjúkk- ur um oyggjarnar. Hóast hann er varin við at úttala seg um, hvønn týdn- ing íløgan í Norrönu kann fáa fyri Hetland, so sær Hans Marter tó møguleikar her, sum í framtíðini kunnu gagna Hetlandi og eisini samvinnuni millum oyggja- samfeløgini í Norðurat- lantshavi. Framvegis eru hetlend- ingar vitandi um sínar norr- ønu røtur, tó at »skotiser- ingin« av tí líla oyggjasam- felagnum er so sjónsk og djúp. Hesi seinastu 20 árini við nógvari olju hava eisini havt sína stóru ávirkan. Nógv fólk eru flutt av meginlandinum til Het- lands og hevur tað broytt samfelagið nógv. Íløgan í nýggju Norrönu ger, at hetlendingar fyri fyr- stu ferð sjálvir hava ávirkan á flutningssambandinum við útheimin. Verandi sigl- ing millum oyggjarnar og Aberdeen er ruta, sum het- lendingar sum so onga ávirkan hava á. Hetta er sera kostnaðarmikil flutn- ingur. Við at seta pengar í Norrönu hava hetlendingar brádliga sjálvir fingið møgu- leika at ávirka flutnings- mynstrið t.v.s. bæði fyri farm og ferðafólk. Nú ber til at flyta eitt nú aldan fisk- in við Norrönu til Dan- markar, nú er eisini latið upp fyri møguleikanum at fáa danir, norðmenn, føroy- ingar og íslendingar og onnur við at ferðast til Het- lands uttan at skula við rutubátunum úr Aberdeen. Og nú ber til hjá hetlend- ingar sjálvum at ferðast í onnur lond uttan at skula vera bundin av at ferðast til Aberdeen. Hvat fiskaútflutningi við- víkur so heldur Hans Mart- er, at tað fer helst at taka sína tíð at byggja upp henda nýggjan flutnings- møguleikan, men uppá longri sikt kann tað vera gagnligt fyri Hetland at hava henda møguleikan. Oljan týdning í framtíðini Hans Marter sær eisini møguleikar fyri øktari sam- vinnu og flutningi millum Hetland og Føroyar, um oljuvinna tekur seg upp í Føroyum. Hóast oljuvinnan í Hetlandi er uppá retur, eitt nú fækka arbeiðspláss- ini á so týðandi oljustøðum sum Sullom Voe, so eru tó framvegis vónir um at gera nýggj oljufund millum Het- land og Føroyar. Í hesum sambandi ar- beiðir eitt nú BP í løtuni við at menna infrastrukturin í økinum. Frá 1. juli í ár fer felagið at leggja eina sera stóra rørleiðing frá Sullom Voe oljuterminalinum til Clairfeltið, sum liggur nak- að vestan fyri. Hetta stig hevur samband við at farið er undir at útbyggja ein part av tí risastóra Clairfeltinum til at kunna byrja framleið- slu í 2004. Henda rørleið- ingin ger, at tað slepst und- an at flyta oljuna við stór- um tangaskipum eins og gjørt verður frá hinum báð- um oljufeltunum, Schiehal- lion og Foinaven. Sum so er nýggja rørleiðingin, sum verður løgd á botnin við tí risastóra Solitaire-rørlegg- ingarskipinum, eitt nýtt og spennandi stig at menna oljuøkini millum Føroyar og Hetland. Tað vísir seg, at rørini, sum verða løgd á havbotnin eru sera stór og hevur hetta helst nakað við framtíðina at gera eisini. Hugsast kann at man frá oljufeløgunu m vil tryggja sær at hava eina rørleiðing, sum kann bind- ast í aðrar oljukeldur á At- lantsmótinum eisini. Hugs- ast kann at man vil leggja rørleiðingar víðari vestur og suðureftir seinni og har- við fáa alla oljuna á Atlants- mótinum til lands gjøgnum rørleiðingar heldur enn at brúka kostnaðarmikil tanga- skip. Eisini minkar tað um dálkingarvandan. Hans Marter, sum hevur fylgt oljutilgongdini í Het- landi øll hesi seinastu árini, sær stórar møguleikar í hesi nýggju rørleiðing, eisini fyri føroyingar, um so er at olja verður funnin við Før- oyar og man helst ikki sær, at oljan verður flutt í land í Føroyum men heldur vil lata hana fara til eitt nú Sullom Voe í Hetlandi. Ætlanin er at flyta umleið 500.000 tunnur av olju frá Clairfeltinum um rørleið- ingina til Sullom Voe um samdøgrið. Hetlendingar víðka sjónarringin: Nýggja Norröna kveikir lív í norrønu røturnar Íløgan í nýggju Norrönu ger, at hetlendingar fyri fyrstu ferð sjálvir hava ávirkan á flutningssambandinum við útheimin. Verandi sigling millum oyggjarnar og Aberdeen er ruta, sum hetlendingar sum so onga ávirk- an hava á. Hetta er sera kostnaðarmikil flutningur. Við at seta pengar í Norrönu hava hetlendingar brádliga sjálvir fingið møguleika at ávirka flutningsmynstrið t.v.s. bæði fyri farm og ferðafólk. Norrøna, sum nú eisini verður partur av hetlendska »gerandisdegnum«. Mynd: Jens K. Vang. Hans Marter, hetlendskur tíðindamaður sær stórar møguleikar í framtíðini í nýggja flutnings- sambandinum. Spurningurin er so, um tað ber seg fíggjarliga. Mynd: Jan Müller