týsdagur 1. apríl 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
37
JÁKUP MØRK
Meistaraheitið hjá VB í 2000 var
avgjørda hæddarpunktið hjá ein-
um av mestu evnaríku ættarlið-
unum, sum VB hevur havt. Sæð
burtur frá útlendska kryddinum
og einstøkum yngru kreftum, so
her talan um leikarar, sum ígjøg-
num eitt tíggju-ára skeið ella
meira høvdu verið fastur partur av
VB. Eitt lið, sum fyrstu árini
hevði tað ógvuliga trupult, og
okkurt árið var í aðru deild, men
sum síðani gjørdi alt meira um
seg.
Bert tveir eftir
Í dag er meginparturin av hesum
liðnum burturi. Eitt nýtt ættarlið
er um at taka við, men hóast stóra
útskifting, so er enn onkur av
teimum gomlu, sum framvegis
heldur fast um pláss sítt.
Annar av hesum er Bjarni
Johansen, sum síðani 1988 hevur
verið fastur fúsur millum stengur-
nar. Saman við 35 ára gamla Eyð-
uni Jacobsen er hann einasti av
teimum heilt royndu, sum fram-
vegis eru á liðnum, men hóast
stóra skiftið, so tykist hetta so av-
gjørt ikki at nerva málverjan.
– Ja, hetta er eitt sindur løgið.
Nú er tað líka við, at eg eri elsti
leikarin á liðnum, men sjálvur
haldi eg, at tað framvegis er líka
stuttligt fyri tað. Ungu leikararnir
á liðnum eru ótrúliga seriøsir. Teir
eru vanir við at vinna, og hava tí
rætta hugburðin í so máta. Fleiri
teirra hava eisini verið á ymsum
landsliðum, og tí vita teir eisini, at
tað krevur hart arbeiði, um alt
skal rigga, soleiðis sum vit vilja
hava tað at gera.
Við nýggja aldursbýtinum á lið-
num, er eisini eyðsæð, at leiklut-
urin hjá royndu leikarnum gerst
øðrvísi. Ikki minst uttanfyri vøll-
in, men hetta tykist tó ikki vera
nakað, sum nervar Bjarna Johan-
sen.
– Tað er kanska meira so, at ein
størri ábyrgd nú er løgd á okkum.
Vit eldru skulu jú vera stuðlarnir,
sum teir ungu kunnu styðja sær
at, og ikki minst haldi eg eisini, at
vit eiga at koma við góðum ráð-
um. Konstruktivum kritikki, so-
leiðis at vit kanska kunnu vera við
til at betra um avrikini hjá ein-
støku leikarunum, og harvið eisini
liðnum, heldur hann.
Verður meira
glíðandi framyvir
Sum nevnt omanfyri, so tók tað
sína tíð, áðrenn seinasta ættarliðs-
skiftið hjá VB gav úrslit. Niður-
flyting var veruleiki ta einu ferð-
ina, og annars var liðið fleiri ferð-
ir í tyngra endanum, áðrenn úr-
slitini av álvara komu.
Men málverjin tykist als ikki
óttast, at sama fyribrigdi skal gera
seg galdandi hesaferð.
– Sjálvandi er hetta nakað, sum
tekur tíð at bygga uppaftur, men
eg rokni ikki við, at hetta verður
eins tungt hesaferð. Nú eru eisini
nakrir sterkir útlendingar á lið-
num, umframt okkum gomlu,
sum enn er við, so møguleikarnir
eru munandi betri í so máta. VB
er eisini eitt øðrvísi felag í dag,
har tað mest sum í hvørjum ár-
gangi eru leikarar, sum kunnu
røkka langt, og hetta ger helst, at
skiftið í framtíðini fer at verða
nógv meira glíðandi í mun til fyrr,
tá tað bert vóru einstakir árgangir,
har fleiri komu upp. Hetta er heilt
avgjørt eitt úrslit av stóra ung-
dómsarbeiðinum, sum hevur verið
gjørt seinnu árini, og tað er av-
gjørt nakað, sum fer at gera felag-
ið nógv sterkari framyvir.
– Men fyri fyrst hava vit so ikki
sett okkum tey heilt stóru málini.
Árið í fjør var einki serligt, og
kanska hevur hetta trýst meira á
ættarliðsskiftið, og fyri fyrst ætla
vit okkum bara at gera tað betri,
enn vit gjørdu í fjør. So mugu vit
síggja, hvussu nógv vit kunnu
vaksa sum lið komandi árini,
heldur hann.
Skal spælast av
Hóast drúgvu royndirnar, so er
Bjarni við sínum 32 árum ikki
nakar aldursforseti í føroyskum
fótbólti. Hetta er heldur ikki nakar
serliga høgur aldur fyri ein mál-
verja, og Bjarni sigur eisini, at
enn hevur hann so ikki nakrar
ætlanir um at gevast við fótbólti-
num.
– Tað veldst eisini um, hvussu
gongst hjá yngru málverjunum.
Har eru í øllum førum nakrir, sum
kunnu koma langt, so hatta verður
kanska ein spurningur, sum kann
loysast av sær sjálvum. Eg rokni í
øllum førum ikki við, at eg eina
ferð í framtíðini fari at standa sum
ein forðing fyri, at ein ungur
evnaríkur málverji skal fáa møgu-
leikan, men tað er so ikki nakað,
sum eg havi tikið støðu til enn.
Tað er framvegis stuttligt
Fyri aðru ferð er Bjarni Johansen partur av einum
ættarliðsskifti í VB, men hesaferð er tað í eldra enda-
num, at drúgvi málverjin stendur
– Vit eldru skulu jú vera
stuðlarnir, sum teir ungu kunnu
styðja sær at, og ikki minst haldi
eg eisini, at vit eiga at koma við
góðum ráðum. Konstruktivum
kritikki, soleiðis at vit kanska
kunnu vera við til at betra um
avrikini hjá einstøku leikarunum,
og harvið eisini liðnum, heldur
Bjarni Johansen.
Mynd: Álvur Haraldsen
2003
2003