Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíBindablaðið ESAMD Åbyrgdarbladstjon: Jan Muller Fyritaksstjóri: Krisjan Dani Ljosmyndan: Kalmar Lindenskov Bladfåik: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith Uppseting: P/fSoslialurin - Hilmar Jan Hansen - Útgevari. P/fSosialurin Prent P/f Pressan 1981 Jøstines Eidesgaard rå Telefon: 11820 Bústaður. Argjavegi 26 | Postadr.: Postsmoga 76 Argjum Teielax: 14720 Álvarsom stóða TAÐ eru alt annað enn góð tíðindi, sum koma úr tí annars fyri føroyingar so lívstýdningarmikla Barents- havninum í løtuni. Norsk blød eru á gosi og skuldseta okkum fyri ránsveiðu, með- an russar hava givið okkum greið boð um at halda okk- um burtur frá teirra øki, har vit annars hava samráðst okkum til fleiri túsund tons av toski. TAÐ var norska blaðið Fiskaren, sum legði út við eini oddagrein umframt eini navngivnari grein, sum rætt og slætt skuldetir føroyingar fyri "piratfiske" í Barents- havinum. Hetta eru álvars- samar skuldsetingar, og má tað vera uppgávan hjá okkara fiskivinnumyndug- leikum at vátta ella avsanna hesar. Hetta er lutvíst gjørt, men seinni hevur sama norska blað so funnið fram til, at einki samsvar er millum tað vit hava veitt av toski í Barentshavinum og tað, vit hava útflutt. Sambart blaðnum, sum hevur upplýs- ingar sínar frá føroyskum myndugleikum, so hava vit fiskað nógv meira enn vit hava havt loyvi til. HETTA hevur fingið fólkini á Hagstovuni í Tinganesi at rakna við sum við kaldan dreym, tí hvussu kann tað bera til, at samsvar ikki er millum tað vit hava fiskað og tað vit hava selt! Vón- andi eru onkrar misskilj- ingar orsøkin til hesa skriv- ing í norska blaðnum. Tað stendur í hvussu er greitt, at kemur tað fram, at fóroysk skip miðvíst og vitandi hava fiskað fleiri túsund tons av toski ov nógv í Barentshav- inum við góðkenning frá okkara fiskivinnumyndug- leikum, so er talan um einki minni enn eina skandalu. Nú leita hagtalsfólk so eftir skeivleikunum í tølunum og orsøkini til hesar skeiv- leikar. MEN ikki nokk við ti. Vit hava haraftrat fingið greið boð frá russum, at vit ikki kunnu fiska meira í teirra øki, hóast tað at okkara kvota ikki er uppfiskað. Tað ger tað so heldur ikki betri, at tey 7000 tonsini, sum privatmenn í Føroyum hava gjørt avtalu um av veiða í russiskum gki, nú heldur ikki kunnu veiðast. Russar vilja rætt og slætt ikki góð- taka hesar privatu avtal- urnar. ENN er ógjórligt at ímynda sær, hvussu stórar og álvars- ligar avleiðingarnar vera av hesum. Vit kunnu bert vóna, at landsins myndugleikar megna at greiða bæði russ- um og norðmonnum frá tí sonnu myndini, og at hon er til okkara fyrimun - soleiðis at norsku skuldsetingarnar verða dømdar deypar at vera. Men megna teir hetta ikki, so kann hetta fáa óhugnaligar fylgjur fyri okk- ara komandi fiskiskap í Barentshavinum, og tað hava vit als ikki ráð til. Hvort kilo, sum okkara skip kunnu veiða har eysturi, hevur týdning fyri okkum. HVAT okkara privatu sam- rådingarmenn so hava gjørt avtalu um har eysturi er ein annar og ikki minni álvars- spurningur. Hava teir sam- ráðst við bindum fyri eyguni og ikki "tjekka" russarnar nóg væl ella hava teir verið vitandi um, at hetta kundi fara at henda! Tað má undir øllum umstødum sigast at vera vánaligt arbeiði, privatu samráðingarmenn okkara ikki hava gardera seg, soleiðis at verulig trygd og vissa var fyri, at russisku myndugleikarnir kendu og góðtóku umrøddu avtalur millum føroyingar og russar. NÚ kunnu vit einki annað gera enn at bíða eftir kann- ingunum hjá hagdeildini her heima og síðani at frætta frá okkara monnum, sum eru farnir til Moskva at finna út hvat er hent í hesum máli. Verða vit taparar í báðum hesum málum, tá tekur spurningurin seg upp um, hvør hevur ábyrdina og hvørjar avleidingarnar vera av ti, sum hent er. irtan Hoydal, fiskivinnustjøri: Útlit til at faa 4500 tons af- trat eystanfyri Hóas t tað i løtuni sær ikki = aftrat. sért svart út fyri trolarar- nar, sum hava roynt eyst- anfyri, so hava vit fram- vegis møguleika at fáa 4500 tons aftrat í Barentshavinum. Hetta upplýsir Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri. Hann vís- ir á, at tá tey 8300 tonsini, sum eru umrødd í sátt- málanum við russar, eru fiskað, hava vit rætt til at samráðast um 3000 tons Russar lovaðu í gjár fiskivinnuumsitingini i Tinganesi eitt svar i sep- tember um hesi 3000 tonsini. Haraftrat kemur, at vit eiga umleid 1500 tons eystanfyri, ið er okkara partur i kvota- hækkingunum, gjørdar i Barentshavinum. -Fåa vit hesi 4500 tons- ini aftrat, so verður eingin trupulleiki hjá bátunum sigur Kjartan Hoydal, sum vísir á, at tað her eisini er ein spurningur um, hvat vit kunnu bjóða bæði russum og norðmonnum afturfyri. Leggja okkum íkki út í tað privata Hvat viðvíkur teimum privatu kvotunum, so sigur Kjartan Hoydal, at sum eru hesar hevur landsstýrið einki at gera við. Hetta er eitt mál millum privatar í Ruslandi og í Føroyum, og slíkar sáttmálar leggur landsstýrið seg ikki út í sigur hann. Tað einasta landsstýrið krevur í so máta er, at rapportering skal vera í samsvar við tær reglur. sum vit annars hava gjørt við russar í almenna sátt- málanum, og her hevur alt virkað sum tað átti sigur fiskivinnustjórin. Uppá fyrispurning um fiskivinnuumsiting in ella landsstýrið ikki hav 1 á by rgd av gongdi in Í hesum málinum Sigur Kjartan Hoydal, at her hevur landsstýrið ry gging frían. -Vit kunnu ikki forða fólki at gera avtalur, og vit leggja okkum heldur ikki út í, hvussu sáttmálarnar privatir gera, síggja út. jan 110 Tórshavn NG —Z ||| | | | | | |