Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Svangaskarði Klaksvíkingar kenna tað sum sín annan heimavøll, tå teir í morgin fara á Svanga- skarð at stríðast við tofta- menn um oddaplássið. Tað erher,atteir hava fyrireikað seg til Europacup dystirnar. — Vit vóru á Toftum fleiri venjingarkvøld. Oftast koyrdu vit aftur og fram við bussinum, KI hevur stand- andi i Leirvik. Vit fóru úr Klaksvík. kl. 17.30 og fóru yvir um aftur Leirvíksfjørð síðsta tú við Ternuni, greiða klaksvíkingarnir frá. Tvær ferðir gistu vit í nýggju húsunum á Svanga- skarði. Har høvdu vit tað morgin Teir klaksvíkingarnir, sum trúfastir fóru við KÍ til útidystin móti B71 seinasta sunnudag, kundu teljast á fingrunum. Veðrið var vánaligt, og tað gjørdi, at summi settust aftur. Men tað er einki at liggja oman á, at áhugin var eitt sindur linkaður í mun til fyrr í summar, tí úrslitini hava ikki verið so góð. Fleiri hundrað vórðu snópin í Gundadali til steypafinaluna, og tað var ikki minni snópisligt á Sev- mýri, at tað bert bleiv til javnleik eftir greiða 2-0 leiðslu korter undan dystar- loki. Men móti B71 staðfestu leikararnir, at teir framvegis hava knotir, og at tað ikki er ógrundað at rokna við teim- um móti B68. Góð úrslit - Fyrrapartin av vikuni hevur kanska meiri verið tosað um, hvussu væl tað gekk síðsta vikuskiftið. Øl KI kennir seg næstan heima á fint. Rúmini, sum eru gjørd at gista í ovast uppi, eru stak væl hóskandi til endamálið, og vit vilja fegnir geva hús- unum og vgllinum okkara besta viðmæli til venjingar- legur hjá ødrum líðum. Ikki minni týdningarmikið er, at tað verður væl vartað upp í kafeterianum. Alt er í topp á Svanga- skarði, og tað hevði verið frálíkt, um vit í Klaksvík høvdu eitt sindur av hasum kringumstødunum. -nn- Nógvir hundrað klaksvíkingar á Svangaskarð Góða úrslitið í Sandoynni hevur rættiliga kveikt áhugan í Klaksvík at fara við KÍ út á Toftir í vakstramannaliðini vunnu - 1.,2., og 3. deild og 1. deild hjá kvinnum. Unglingarnir vunnu stórsigur (14-1 á TB), teir vunnu aftur týs- kvøldid (3-0 á B68), og mikukvøldid vunnu dreing- imir démsnevndarsteypid, so tað hevur verið nógv at gleðast um, heldur Karl Heri Joensen, formaður í Kl. - Men nú tykist tað, sum fótbóltsfeburin til dystin á Svangaskarði í morgin er farin at hækka. Sjálvandi verður tað onkur, sum setist aftur, tí leikt verður leyg- ardag - ikki minst um veðrið verður at fara eftir havhesta- ungum. Men undir øllum umstødum verða nógv Kl viðhaldsfólk á Toftum í morgin. Fleiri bussar Gera tit nakað serlig burtur úr túrinum? - Vit gera einki við at skipa fyri beinleiðis ferð sjóvegis út á Toftir. Vit hava = Nr. 162 — 28. august 1992 tíðindablaðið : Sida 13 TB tosað vid strandferðsluna her norðuri, og teir fara at gera, hvat teir kunnu fyri at tað skal ganga lætt at fáa fólkið aftur og fram. Dysturin verður leiktur kl. 14.30, so tey, ið fara við Ternuni kl. 13.10, eru í góðari tíð har úti. Eykabuss- ar verða settir inn á farleið- ini út á Toftir. Og tað er gott, um nýtsla verður gjørd av hesum. Tað ber í sær, at óneyðugt verður at kapp- koyra aftur til Leirvíkar fyri at sleppa yvir um aftur sum skjótast. Eingin trupulleiki verður at røkka túrin aftur um Aftur á kendar ” fjørdin kl. 16.50, og so er møguleiki at enda fótbólts- dagin við at hyggja at 2. deild hjá KÍ og HB, sum leika í Klaksvík kl. 19 leygarkvøldid. Annar møguleiki er at geva sær góðar stundir á Toftum og hyggja at 3. deild hjá KI og B68, sum dystast aftan á 1. deild. Men er tað ikki vandi fyri, at Ternan ikki megnar at flyta alt fólkið um Leirvíks- fjørð? Møguleikin er har Ternan tekur 392 ferðafólk hesa ársins tíð, og ivaleyst veratað fleiri enn so. Tey, ið hava møguleika at fara fyrr um dagin, lætta um trýstið á túrin eftir døgurda, um tey fara fyrrapartin. Annars liggur Pride klárur, um brúk skuldi verði fyri eykaskipi. Hann tekur 225 fólk. Og so plagar tað at vera soleiðis, tá KÍ leikar týdn- ingarmiklan dyst í Eystur- oynni, at fleiri útróðrarbátar fara um fjørdin. Eru teir ikki útróðnum leygardagin, so fara fleiri uttan iva avstað, væntar Karl Heri Joensen, formaður í KÍ. -nn- Toftamenn gera seg væl út Fyrireikingarnar minna ikki sørt um tær, sum plaga at vera á Svangaskarði til landsdystir og Europa cup. Stóra løgreglulidid6, sum plagar at vera á Svanga- skarði í sambandi við al- tjóða dystirnar, verður íkki har í morgin. Tað man vera óneyðugt, og enn er tað tí- betur soleiðis, at FSF ikki nýtist at seta tey krøv, sum UEFA setur hesum við- víkjandi. - Men í øðrum fórum gera vit okkum út, sum vit plaga at gera, tá altjóða dystir eru. Vit hava parkeringsvaktir, sum syrgja fyri, at alt glíður væl á tí økinum. Bussarnir, sum koma við KÍ áskoðar- urum, sleppa niðan á Svangaskarð, og í so stóran mun, sum tað ber til, verða bilar parkeraðir á gkinum oman fyri vøllin. Tá tey plássini eru full, verða bilarnir vístir á pláss á ovara vegnum út frá Svanga- skarði, sigur Niclas David- sen, formaður í Tofta Ítrótt arfelag. - Vit hava kafeteria opið í báðum húsunum. Latið verður upp væl undan dyst- inum, og tað verður opið til 3. deildarliðini eru liðug. Verður veðrið, sum vit kundu ynskt, so verður eis- ini selt kring vøllin. Morgindagurin kann gerast eitt fitt íkast til raksturin av ítróttarfelag- num. Men tað hongur í stóran mun saman við, hvussu veðrið skikkar sær. Dysturin verður leiktur á graslikisvøllinum. — -nn-