Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 162 — 28. august 1992 tíðindablaðið Til Aberdeen við Smyrli Frá 3. september byrja vit aftur við vælumtóktu snarferðunum til Aberdeen. Steðgurin í Aberdeen er 30 tímar. Kostnaður 1.000,- kr. Tórshavn, fráferð hósd. kl. 15.00 Aberdeen, koma fríggjad. kl. 13.00 Aberdeen, fráferð leygard. kl. 19.00 Tórshavn, koma sunnud. kl. 17.00 Við í prísinum er ferðin aftur og fram og gisting umborð meðan Smyril liggur í havn. Strandfaraskip Strandfaraskip Landsins Landsins Ferdamannadeildin Ferdamannadeildin FR-700 Klaksvik FR-100 Tórshavn Tlf. 57.566 - 56.006 Tlf. 1.45550 - 1.7058 Sida 17 Følsk optimisma vandamikil Vit áttu ikki at latið peningastovnarnar havt frítt spæl at kroysta tey, ið seta búgu, segði Eyðólu Dimon á tingi, tá løgmans- róðan var til viðgerðar. Eyðólv Dimon segði undir viðgerðini av løgmansrød- uni, at ein tann størsti vand- in i ringum tidum, er um politikarar ein dag geva fólki vónir fyri síðan dagin eftir at siga tað øvugta. Hetta kann gera at fólk verða ørkymlad og gerast løtt offur hjá politikarum við teimum løttu loysnun- um. Eyðólv vísti á, at hetta vóru fleiri dómi um í søg- uni. Vónirnar skulu byggja á veruleikan Hann mælti til, at politikar- arnir heldur út frá eini sunn- ari opumismu vístu á gongdar leiðir, og góvu fólkinum vónir, ið bygdu á veruligu støduna, sum før- oyska samfelagid er i. At hetta kann fáa fólk at bróta upp um armar og stríðast fyri at yvirliva og sam- stundis koma úr kreppum, eru eisini fleiri dómi um í søguni. Missir føroyingurin mótið og treystið, kunnu vit pakka saman Tey seinastu árini vóru bestu prógv um, at vit ikki kunnu spara okkum úr kreppuni, segði Eyðólv. At spara og leggja byrðar á fólk, fer einans at taka síðsta treystið og mótið frá fólki, og so kunnu vit sleppa øll- um ætlanum og pakka sam- an. Oljuvinnan Í sambandi við undirgrund- armálið harmaðist Eyðólv, at stígur var komin í sam- ráðingarnar. Um fíggjarliga stødan versnar komandi ár- ini, koma vit í eina nógv vánaligari = samrådingar- stóðu, og tá kunnu vit verða trýst til eina semju, vit ikki er nøgd við. Málið må loys- ast, vit mugu krevja okkara rætt, so vit sum skjótast kunnu fara undir kanningar og møguliga oljuvinnu. Byggirentan alt ov heg Eyðólv segði, at trýstið á tey ungu, sum seinnu árini høvdu sett búgv, var on stórt, og hann helt at før- oysku peningastovnarnir við td. at taka 10-20% av húsavirðinum í byggirentu, sparkaðu til liggjandi mann. Peningastovnarnir fáa studning frá Landskassaum Samstundis vísti hann á, at føroysku peningastovnarnir vóru at rokna sum ein studningsvinna. Hetta tí at tey 43% av rentuni av byggilánunum, sum tey, ið hava sethúsalán kunnu draga frá í skatti, íkki koma lántakarunum til gagns. Lántakarin má gjalda tey 43% og 57% afturat í rentu til bankan. Hetta er nakað, vit áttu at broytt, soleiðis at peninga- stovnarnir ikki fingu so frítt spæl til at kroysta tey ungu, sum seta búgv. Bokligt prógv ikki besta grundarlag - FHS prógvið, er ikki - um neydugt- besta atgongumerki til eina praktiska útbúgving, heldur Hans Mortensen, stjóri í SMS Hóast arbeiðsloysi og vantandi lærupláss, so eru trupulleikar at finna ung- fólk, sum eru áhugaði fyri at fara í handilslæru. Hetta sigur Hans Mort- ensen, stjóri í SMS, sum herfyri gramdi seg í SVF, tí handlar í SMS ikki fingu væl útbúgvið fólk at virka sum leiðarar í einum mótahandli. - Hesin mótahandil hev- ur nú fingið ein danskan leiðara, eina 23 ára gamla kvinnu, sum er serútbúgv- in í Danmark. Ikki Spurningur um trúgv Hans Mortensen sigur, at tað ikki er ein spurn- ingur, um at tey í SMS trúgva meira uppá handils- hegni hjá dønum, men heldur, at føroyingar ikki stødast so leingi í einum starvi, attey læra at átaka sær slíkt arbeiði. Hans Mortensen: - Vit hava stórar trupulleikar at fáa føroyingar í arbeiði. Trupulleiki er eisini at fáa handilslærligar at arbeiða eftir lokna lærutíð. - Vit hava sekt eftir slaktara, bakara, handils- leiðarum o.s.fr., men fáa ongar umsóknir. Fólk stødast ikki i handilslívi- num, men fara í annað ar- beiði, tá lærutíðin er av. Keyða aðrastaðni Í áður nevnda føri var talan um leiðarastarv í einum mótahandli. Hetta Framhald á síðu 19