fríggjadagur 28. august 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 tíðindablaðið s0sk I i ] Nr. 162 — 28. august 1992
Eyðkenni javnadarfloksins:
Ongantid verid
bangin fyri at
taka við ábyrgd
-Medan sambandsflokkurin altíð hevur havt
nokk við at vaska hendur politiskt og tá serliga í
andstødu, so hevur javnaðarflokkurin virðismett
sínar veljarar so høgt, at eitt av fremstu enda-
málum floksins hevur verið ikki at sita í and-
stóðu, men ístaðin altíð strembað eftir at koma í
landsins leiðslu segði Frank Davidsen, ting-
maður javnaðarfloksis úr Vágum undir við-
gerðini av Olavsøkurødu løgmans
Harri formaður.
Tað er røda løgmans á
6lavsøku 1992, sum verður
vidgjørd her í dag.
Fråsøgumadur javnaðar-
floksins hevur gjørt sínar
viðmerkingar til rødu løg-
mans, eins og fråsøgu-
menninir år hinum flokkun-
um eisini hava havt orðið,
eins og flestu ungmenn taka
orðið undir hesi viðgerð.
Við tað at sjálv løgmans-
rødan plagar at vera sera ná-
greiniliga vidgjørd, fari eg
ikki so nógv inn á sjálva
røduna, men meira viðgera
ta politisku støðuna, nú vit
eru komin í helvt av val-
skeiðnum.
Orsøkin til hetta er, at
politiska gongdin eins og
ordaskifti i sini heild, bera
meira og meira á tað borðið,
at fleiri av teimum politisku
flokkunum ikki megna at
taka við ábyrgð, men heldur
velja at sita í andstøðu.
Hetta út frá tí sannroynd,
at teir flokkar, sum júst nú
sita í andstøðu, og sum nú
ófrét lasta sitandi sam-
gongu, tveittu alla ábyrgd
frá sær, tá teimum var til-
lutað at hava leiðsluna í
hesum landi.
Men kanska var tað eitt
endamál í sær sjálvum, at
teir heldur valdu andstøðu
enn samgongu, tí tá høvdu
teir ikki havt tann møgu-
leika, teir hava í dag, nevni-
ligaatrekaein politikk, sum
ímillum annað hevur til
endamáls at finna synda-
bukkar, samstundis sum teir
sjálvir seg seg onga ábyrgd
hava av nøkrum sum helst.
Skadafrøin tykist sam-
stundis at vera sett í hásæt-
ið, og er tað serliga mál-
gagnið, har størsti and-
støduflokkur ber síni sjón-
armið fram.
Heilir tveir rithøvundar
eru settir til at skriva ein
teig, sum hóskandi kundi
kallast skaðafrgi.
Tað, sum har er sett á
prent, eru illgitingar og
snaran av veruleikanum,
sum vera kókað saman í
eina so beiska súpan, at tað
beinleiðis er haturskent. Í so
gott sum 100% av hesum
teigi er tað javnaðrfl., sum
fær hesa beisku súpan oysta
niður yvir seg, og verður
flokkurin lagdur undir at
vera orsøk til alt tað nega-
tiva, sum hent er í okkara
samfelagi. Ja, tingmenn
javnadarfloksins verda
beinleidis lagdir undir at
sita kaldir og kyniskir og
lata tíðina renna, tí teir
spekulera í pástandinum at
veljarin gloymir skjótt.
Tað må sigast at vera ov-
boðið tá ein flokkur, sum
ikki tekur sær ábyrgd av
nøkrum, sum er hent í
hesum landi, sjálvt tí, sum
hann setti í verk, tá hann sat
úti í Tinganes í 1980, og
harafturat legði sam: flokk-
ur frá sær alla ábyrgd í
1990, eftir at 1/3 av val-
skeiðnum var farin. Nú skal
hesin flokkur åkæra tann
ella teir flokkar, sum tordu
at taka vid åbyrgd aftan å at
sambandsflokkurin stakk
halan millum beinini, fyri at
spekulera í atkvødum.
Jú, vist er tað ólíka lættari
at sita í andstødu og geva ilt
av sær, meðan aðrir taka á-
byrgd ikki bert av sínum
egnu mistøkum, men so
sanniliga eisini av mistøk-
um, sum sambandsflokkur-
in gjørdi fyri 10-12 árum
síðani.
Nú fór Edmund Joensen í
síni talu aftur í tíðina at
finna grundgevingar fyri
mistøkum javnaðarflok-
sins, so hví ikki taka eitt
dómi fram, sum vísir okk-
um,atsambandið ikki hevur
staðið i aftastu rød, tá rátt
hevur verið um at skuldar-
binda landskassan.
Herfyri hevði fráfarandi
stjórin á Føroya Gjaldstovu
blaðgrein, har hann rættu-
liga gav politikarunum av
grovfíluni. Ein skuldi trúð,
at har slapp ein so reinur
flokkur sum sambands-
flokkurin ikki upp í part, tí
tað vóru jú bara hinir, sum
gjørdu mistøk, men gakk.
I millum annað segði fyrr-
verandi stjórin á Gjaldstov-
uni, at vedhaldskrøvini til
landskassan tóku rættuliga
dyk á seg í tíðarskeiðinum
1980-84.
Heilar 20 veðhaldslógir
smíðaði táverandi sam-
bandslandsstýrið, uttan at
gera eina tí einastu reglu-
gerð til at tryggja, at lands
kassin fekk peningin aftur
So kunnu vit spyrja, hví
tað var umráðandi at seta
allar hesar veðhaldslógir í
gildi, tí sum flest øll vóru
vitandi um, so var okkara
trolarafloti nóg stórur til ai
taka tann fisk upp á land,
sum svam á Føroyaleidini.
Táso sama landsstýri setti
totalt forboð ímóu at inn-
flyta fiskiskip, so var tað ein
greið ábending um, at flotin
var stórur nokk.
Ímillum allar hesar veð-
haldslógimar var cin, har
landskassin vedhelt fyri
70% av kostnaðinum til um-
bygging, og tað var líkamik-
ið, um tað var ein gamal út-
slitin línu- ella skittfiska-
bátur, so fekk tú alíkavæl
70% av umbyggingini
figgjad vid landskassaved
haldi.
Uppá so gott sum onga tíð
vóru skip, sum líuið og einki
virði høvdu, handlað fyri
nógvar milliónir krónur.
samstndis sum somu skip
vóru umbygd við lands-
kassaveðhaldi upp til eitt
heilt óveruligt virði uppá
15-20 mill. kr.
Peningastovnarnir = vóru
sjálvsagt ikki atfturhald-
andi, tí teir vistu sum var, at
landskassin skuldi gjalda
gildið tá hesi 20-25 ára
gomlu ótíðarhóskandi skip-
ini fóru av knóranum aftan á
at hava trároynt okkara
fiskigrunnar. Til dagin í dag
eru hundraðar milliónir út-
goldnar til hesi 30 skipini, í
kreppulánum, veðhaldum,
eins og í upphøggingar-
stuðli, og tað verður fram-
vegis goldið, eins og bank-
amir framvegis gera sær
dælt av hesum mistaki, sum
hevur kostað landskassan-
um meira enn tað, sum er
lagt út til svartkjaftaskipini.
Men meðan svartkiafta-
tilfeingið framvegis er und-
ir Føroyum, samstundis
sum tað gevur okkum 6-
metaliga stór virði í Ba-
rentshavinum í býti við
Rusland, og framyvir í sam-
vinnu við Japan kanska
kann gerast eitt munandi í-
skoyti til tann føroyska bú-
skapin, so hevur veðhalds-
ævintýrið, sum sambands-
flokkurin var faddur at eins
og hann eisini framdi tað í
verki, einans givið okkum
niðurfiskaðar grunnar og
ein veldugan yvirkapasitet á
okkara flakavirkjum. Tað
ráddi jú um at fáa so nógv
tons sum gjerligt uppá land
Og tað komu tey ólukku
mát, hóast ávaringar frá
fiskifrødingum, cins og
vånaligan góðskan við á
haldandi sølutrupulleikun:
hjá Fiskasgluni, bleiv
skúgvað til viks.
Stutt sagt sá tað soleiðis út
sum hesin flotin av út-
rangeraðum umbygdum
gomlum línu- og skittfiska-
bátum skuldi bjarga okkum
búskaparliga øldina út.
Men tá ið avtornaði aftan
á at veiðutrýstið har tann so
ofra umrøddi bretsku trol-
araflotin var at rokna sum
seksæringar aftur ímóti
okkara flota, komu so timb-
urmenninir.
Hóast 3 ár við rokfiski-
skapi, ja, tað var enntá trol-
að næstan á land hesi árini,
ja so vóru flakavirkini í
kreppu, meðan reklama-
tiénimar hjá Fiskasøluni frá
útlendskum keyparum hóp-
aðu seg upp. Góðskaeins og
virðisgking fingu eitt stórt
afturstig hesi árini.
Sjálvsagt hevur javnaðar-
flokkurin eisini gjørt mis-
tók, og hví skuldi hann ikki
tað, tå hann meginpartin av
tíðini hevur verið við til at
mynda skiftandi samgong-
ur, mótvegis sambands-
flokkinum, sum ongantíð
sigur seg hava havt ábyrgd
av nøkrum sum helst, men
altid hevur havt nokk vid at
vaska hendur poliltiskt og tá
serliga í andstødu, so hevur
javnaðarflokkurin = virðis-
mett sínar veljarar so høgt,
at eitt av fremstu endamál-
um floksins hevur verið ikki
at sita i andstødu, men í-
staðin altíð stremba eftir at
koma í landsins leiðslu.
Tí tað er heilt greitt, at tå
veljarin setur krossin, so er
tað út frå ti sannføring, at
teirra atkvøda skal vera við
har sum avgerðirnar verða
tiknar.
Til seinast vil eg siga, at
eingin flokkur bara kann
gloyma sína fortíð, heldur
ikki = javnadarflokkurin,
men aðalmunurin millum
flokkarnar á Føroya Løg-
tingi í dag er eyðsýndur.
Samgonguflokkarnir
tordu at taka við ábyrgd, tá
sitandi samgongaella stórur
partur av henni ikki megn-
aði at sita við ábyrgd.
Vánalig røkt av okkara
råvørutilfeingi saman við
sera nógv broyttum náttúru-
viðurskiftum hava havt við
sær, at tilfeingi, sum hevur
verið lívsgrundarlagið und-
ir okkara samfelagi, innan
tey seinastu árini kanska er
minkað við nærum helvt.
Tí ræður um, at politik-
arar bæði í andstødu og
samgongu royna at finna
loysnir heldur enn at skjóta
hvørjum ødrum i skógv-
arnar hvør ið hevur ábyrgd-
ina av tí truplu stødu, sam-
felagið er komið í.
… at SMS FOTO
hevur eina =
Canon
lit-kopimaskinu,
sum m.a. kann:
taka eitt petti úr ein-
ari ella fleiri mynd-
um og seta saman,
sum tú vilt??
| Tlf. 19820
(benene