Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 163 — 29. august 1992 tíðindablaðið Sosialurin Síða 3 Jens M. Poulsen, skrivstovustjóri um momsin: Fólk verða trýs t arbe w r I SVar -Momsurin fer at sindra innlendis viðurskifti av hesi avskriftini av eini danskari momsskipan, sum als eingin orsøk var fyri at fremja, sigur skrivstovustjórin í Tórshavnar Býráð, Jens M. Poulsen. Hann roknar við, at momsurin gevur landskassanum millum 400 og 500 milliónir í eykainntóku, og tað er vanliga húsarhaldið, sum rindar -Legtingið hevur endaliga samtykt eina momsskipan lík teirri, teir hava í lond- um við 47 milliónum íbúgvum, og sum er heilt óneyðug í einum so ein- føldum samfelagi sum okkara við okkara 47.000 sálum. Hetta sigur Jens Marius Poulsen, skrivstovustjóri í Térshavnar Kommunu. Hann heldur, at skipanin er alt annað enn einføld, og tað fer eisini at vísa seg. -Vit hava illa nokk fólk at líkna verandi skatt, og enn minni at krevja gaml- an skatt inn. Hvussu skulu -Trýstur tú fólk so mikið, at tey fola, at tey ikki orka meira, so fært tú eitt móttrýst. Og hetta fer eisi- ni at vísa seg. Tað verður skipanin, sum spælir fallitt, og ikki fólkið, sigur Jens M. Poulsen. Brúkarin rindar Orsøkin til, at vit hava fingið moms er ivaleyst tann, at vit fáa eitt breiðari avgjaldsgrundarlag, sum gevur fleiri krónur í lands- kassan. Utflutningsvinnan gerst avgjaldsfrí, og van- liga húsarhaldið fær rokningina, sigur Jens M. Poulsen, sum roknar við, at momsurin fer at geva landskassanum millum 400 og 500 milliónir í meirinntøku. At útflutningsvinnan fær betri sømdir heldur Jens M. Poulsen kortini vera einasta rætta, og skuldið verið gjørt fyri mongum árum síðani, men hann ávarðar ímóti harvið at leggja ov stórar byrðar á fólkið. Landið má íkki brúka meira enn verulig ráð eru til, og fólkið orkar at bera. At figgjarmåla- ráðharrin vil nýta hesar milliónir til at gjalda skuld aftur við, er í fínasta lagi. Setið ikki lønimar niður -Men tað harmar meg at hoyra fíggjarmálaráðharr- an og aðrar, millum annað nú løgmansrødan var til viðgerðar, tosa um lønar- niðurskurð. Hetta gera teir eftir at landsstýrið hevur lagt fleiri avgjøld á fólk, harvið lætt landskassan fyri byrðar, millum annað við arbeiðsloysisstuðli og samhaldsfasta, og nú tey fáa momsin oman á tað heila. Ein lønamidurskurd- ur í sær sjálvum loysir einki vandamál. Tað eigur at snúgva seg um at virkið fær nakað fyri ta løn, fólkið fær. -Haldið sáttmálabundna løn, og so má virkis- og stovnsleiðslan syrgja fyri, at starvsfólkið ger arbeiðið fyri lønina, sigur Jens M. Poulsen. tór.- -Vit kundu saktans likastilla vørur, innfluttar úr EF, við føroyskar, uttan eina so byrokratiska skipan, sum momsurin er, heldur Jens M. Poulsen, skrivstovustjóri á býráðsskrivstovuni Mynd: Kalmar „5; Skuldi gjalda meira Vilhelm Johannesen, formaður í Skattanevndini: Roknaðu ikki við at húsarhaldið Eftir at landsstýrið hevði lagt uppskotið um moms fyri løgtingid, vað tað beint í Skattanevndina, Vilhelm Johannesen roknaði ikki við, at momsurin fór at dýrka um hjá vanliga húsarhaldinum sum hevur havt fleiri fund- ir um, og drúgva viðgerð annars av uppskotinum. Vilhelm Johannesen, formaður í Skattanevndini sigur, at nevndin hevði nakrar útrokningar at halda seg til. Hesar vístu, at í 1990-prísum fekk lands- kassin 13 milliónir í meir- inntøku í samband við momsin. Í álitinum frá Skatta- nevndini til løgtingid sigur neyndin seg ivast í hesum tali, og heldur tað møgu- liga vera ov høgt sett, ti nýtslan er nakað minni nú enn hon var fyri tveimum árum síðani. -Tá stórt sæð sama krónutal kemur í lands- kassan, og vit fáa at vita, at nakrar vørur gerast bíligari og aðrar dýrari, kundu vit bert roknað við, at hetta fíggjarliga fór at uppviga hjá vanliga húsarhaldinum, sigur Vilhelm Johannesen. tór.- Visti tú... ..at SMS FOTO hevur eina Canon lit-kopimaskinu, sum m.a. kann: vaksa um myndir upp í A3 stedd ella størri? SMS FÓTO TH. 19820 NU er at spenna BELTINI