Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 r Í 13 tímar um rgðu løgmans Tað tók ting- og landsstyrismonnunum 13 tímar at viðgera réðu løgmans, og útvarpinum trý kvold at senda orðaskiftið. Hetta var fyrra vanliga politiska aðalorðaskiftið í hesi tingsetuni. Annað aðalorða- skiftið kemur skjótt, og verður hetta um tað fíggjar- lógaruppskot fyri komandi ár, sum fíggjarmálaráð- harrin fer at leggja fyri tingið mánadagin. Orða- skiftið verður tó ikki fyrr enn eitt sindur seinri. Fleiri fyrispurningar Tingið skal eisini mánadagin atkvgða um fýra fyrispurningar frá tingmonnum, og eru teir allir til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann. Allir fýra fyrispurningarnir hava meira ella minni við sjúkra- húsverkið at gera. Ein spurningur er viðvíkjandi umsitingini á Lands- sjúkrahúsinum, annar um sjúkra- og læknaflutning millum Nólsoynna og Havnina, tridi fyrispurning- urin er viðvíkjandi Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkra- húsi og hin fjórði er meira generellur. Hann snýr seg um uppsagnir av fólki í almennum starvi. Á hesum sama tingfundinum skal Jógvan Sund- stein, fíggjarmálaráðharri svara fyrispurninginum frá Tordi Niclasen um skuld landskassans til Tvøroyrar Býráð í samband við leigu av hólum til HF-skeiðið á Tvøroyri. Nyggjur formansskapur Tingsins formansskapur verdur nå møguliga longu broyttur aftur. Tá tingid á ólavsgku valdi formansskap, vóru Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í valbólki. Nú er Tjóðveldisflokkurin komin við í valbólkin, og kravt verður nú, at valt verður av nýggjum. Hetta fyri at andstødan kann fáa eitt umboð aftrat í ungsins formansskap. Broytingin verður helst hon, at fyri Frank Davidsen, sum í løtuni er triði næstformaður, verður ein tjóðveldismaður valdur. Sum skilst verður helst talan um Hergeir Nielsen. Tingfundurin mánadagin verður klokkan fýra seinrapartin. tór.- I 13 tímar varð kjakast um løgmansrøduna, og mangt og hvat kom upp í kjakið. Millum annað tað, sum hevur staðið í blødunum í seinastuni. Her gevur formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen sær stundir at lesa Sosialin. Mynd: Jan Nr. 163 — 29. august 1992 | Ikki samdur við politikararnar um momsin Vit verða skurkar um vit ikki gera vart við okkum nú beinanvegin. Fólk hava fingið fatan av, at matvørurnar verða biligari eftir 1. januar, men tað verða tær ikki. Matvørurnar verða heldur dýrari og tað er ikki okkara skyld, sigur Finn Nielsen, leiðari av Elektron og peningastovnarnir: Keypssamtøkuni Um fólk fáa loyvi til at liva í teirri trúgv, at matvørurnar gerast eini 13 prosent bíligari eftir 1. januar, tá momsurin er komin, fara tey at halda, at tað eru vit, sum hava sett prísin upp. Tá eru tað vit, sum eru skurkarnir, men so er ikki. Nakrar vørur verður kanska eitt lítið sindur bíligari, men aðrar væl dýrari. Samlaði inn- keypsvagnurin verður einki bíligari. Tað sum politikararnir hava sagt, heldur snøgt sagt ikki. Finn Nielsen, leidari av Keypssamtøkuni, er komin til eitt heilt annað úrslit enn politikararnir Mynd: Kalmar Hetta sigur Finn Nielsen, leiðari av Føroya Keyps- samtøku. Hann sigur, at tey hava sitið og rokna upp á teir ymisku matvøru- prísirnar, og eru komin til eitt heilt annað úrslit enn tað, politikararnir komu til. Tølini og upplýsingarnar í Sosialinum í gjár passaðu munandi betri. Tað er stórt sær tað, eisini vit eru kom- in til. Dýrari at røkta heilsuna -Skulu vit hava sama krónutal í vinningi sum nú, verða tær vørur, sum í dag hava 33 prosent í inn- flutningsgjaldi, millum trý og fýra prosent bíligari. Men fyri tað fyrsta er hetta bert ein parturin, og har- næst skal handilin gjalda moms av ymiskum tæn- astum, sum vit sjálvandi eisini noyðast at leggja oman á veruna. Sostatt verður hendan veran neyvan nakað sum helst bíligari. -Taka vit so aðrar mat- vørur sum til dømis grøn- meti, sum ein annars skuldi trú var góð fyri fólkaheilsuna, verður hendan vøran munandi dýrari,- millum 20 og 25 prosent, sigur Finn Niel- sen. Hann leggur aftrat, at kappingin millum handlar- nar eru so stór í dag, at heilt óhugsandi er, at nakar hevur ráð at sleppa nøkur prosent av vinninginum. -Lat okkum tí fáa tað klárt og greitt fram her og nú: Matvørurnar verða neyvan biligari eftir 1. januar. tór. Enn ógreitt um Enn er óvist, um peninga- stovnarnir framhandandi fara at hava sítt EDV-sam- skifti við Elektron, ella teir flyta til útlendska fyritøku. Starvsfólkið á Elektron hevur gjørt av at fara 16 prosent niður í løn, men um hetta ger munin, so- leiðis at Elektron verður kappingarfórt mótvegis útlendingum, er ógreitt. Sum skilst er midallønin á Elektron rættiliga høg. Talan er um útbúgvin fólk og fleiri teirra hava verið í lønin ger munin Starvi i mong år. Leysliga kann roknast við. at Elektron sparir umleið hålvatridju millión um árið við hesum sjálvbodna lønarnidurskurdi,- men sum sagt, er enn ikki vist, um tað kann bjarga fyri- tøkuni í verandi líki. Bjarni Vilhelm, stjóri hevur onga viðmerking í øtuni, tí hann kennir ikki útlendsku tilboðini enn. Spurdur um Elektron fer at hava EDV-arbeiði í samband við moms-skip- anina sigur hann, at tað hevur Elektron einki fingið at vita um enn. Tað hevði Elektron lættliga kunna havt, sigur stjórin og leggur aftrat, at tað er ikki tað heilt stóra arbeiði. tór.-