leygardagur 29. august 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 163 — 29. august 1992
Runavikar Kommuna:
Nei takk til skeinking
Síða 5
Matstovan Ólastova í Saltangará, ið hevdi søkt
um skeinkiloyvi, fekk ikki stuðul frá býráðnum
Enn situr feskt í minninum,
hvussu drúgv viðgerðin av
skeinkiloyvi á Eiði mátti
vera, áðrenn Hotel Eiði eftir
ikki færri enn tríggjar við-
gerðir í bygdarráðnum har
fekk viðmæli at fáa skeinki-
loyvi.
Og tá var tað enntá so tep-
urt sum við bert einari at-
kvødu á muni. Fyrst hevði
ein verið burturstaddur, so
noyddist ein á fjall, men
ikki fyrr enn tridju ferð var
fullmannað, og tá bar til.
Qðrvísi var á býráðsfundi
í Runavík mikukvøldid, tå
ein umsókn um skeinki-
loyvi var til viðgerðar. Tal-
an var um eina umsókn frá
matstovuni Ólastovu í Salt-
angará.
Vinglaðu ikki
Á fundinum í Runavíkar
Býráð vóru møttir átta av
teimum tíggju býráðslim
unum, men kortini sær ikki
ut til, atein nýggja atkvødu-
greidsla kann fara at broyta
nakað: Av teimum átta vóru
so nógvir sum seks ímóti, at
Ólastovaskuldi fáa skeinki-
loyvi, meðan bert tveir vóru
fyri.
Her var altso einki vingl í
býráðnum um hetta mál.
Hinvegin heldur býráðs-
formaðurin Hans Tausen
Olsen ikki, at nakað enda-
mál er í, at býð og bygdaráð
soleiðis skulu taka stóðu til
hesi málini úti á plássunum.
>Tá tað er landsstýrið, ið er
komið við hesi nýggju lóg-
ini og øllum tí, ið fylgir vid,
mátti landsstýrið eisini ukið
og avgreitt hesi málini
sjálvt,< heldur hann. >Ég iv-
ist eitt sindur í, hvussu rætt
tað er, at hetta verður latið
upptil kommunurnar at taka
stóðu til, tí kommunurnar
hava ikki biðið um tað.<
Umsóknin frá Ólastovu er
um skeinkiloyvi er tann ein-
asta har í kommuni.
hj.
RØRSLUTARNAD KUNNU GLEÐA SEG:
Ríðingin fer nú
at byrja aftur
Eftir at hava ligið still síðani oktober mánað í
fjør, kann ríðingin fyri rørslutarnad byrjað aftur
Líka síðani oktober mánað í
fjór hevur ríðingin fyri
rørslutarnad, ið roynd hevði
verið í tíggju mánaðir, ligið
still.
Orsgkin hevur verið trot á
pengum til raksturin.
Upprunaliga vórðu peng-
ar játtaðir av Landsskúla-
fyrisitingini til ein ríðilær-
ara, og tað hjálpti væl til, so
leingi ríðingin var, men av tí
at brúk eisini er fyri hjálp-
arfólki og serkønum, með-
an sjálv ríðingin fer fram,
bar ikki til at halda fram
undir teimum umstødum.
Roynt varð at fáa pengar
aðrastaðni, men ikki bar til,
og so mátti gevast við ríð-
ingini fyribils.
Fyribils gjørdist so líka til
nú, men kemur ikki at vara
rættiliga leingi aftrat.
Fáa nú pengar
>Eftir nógvar fundir og
uppaftur nógv fleiri telefon-
samrødur hevur tað eydnast
at fáa eina játtan, so Al-
mannastovan nú fer at
gjalda fyri eykaútreiðslurn-
ar av ríðingini, av tí at talan
er um rørslutarnad, ið skulu
brúka hana,< sigur Sigrið
Sivertsen, ið hevur verið
eitt av undangongufólkun-
um í arbeiðinum at fáa ríð-
ingina í gongd aftur. >Men
hósdagin fingu vit so endi-
liga boð um, at nú kundi
verða farið undir at fyrireika
ríðingina av nýggjum, tí nú
vórðu pengar játtaðir til
endamálið. Hetta eru vit
sera glað fyri, og vit eru eis-
ini sera takksom fyri ta væl-
vild, okkum er sýnd bæði av
einum og ødrum, sum hetta
mál hevur verið í menning.<
Sigrið Sivertsen sigur, at
tey eisini nú beinanvegin
fara undir at fyrireika ríð-
ingina, so hon kann byrja
Sigrið Sivertsen hevur
bæði sum forkvinna í
Spastikarafelagnum og
eisini eftir, at hon fór
frá har, arbeitt sera
nógv fyri at fóa
ríðingina fyri rørslu-
tarnað í gongd aftur á
nýggjum. Nú er tað
endiliga eydnast, cfiir
at eingin ríðing hevur
verið í nærum eitt ár
Mynd: Hilmar Jan
sum skjótast — helst fyrst í
oktober, tá eisini kvøld-
skúlin byrjar.
Ríðingin er á ein hátt und-
ir kvgldskúlanum, eins og
hon var frammanundan.
Munurin er bert, at nú eru
pengarnir til at fáa nyttu og
gagn av álvara av henni.
>Tá ríðingin fer fram, sct-
ir tad åvis krøv, og millum
annað er alneyðugt, at nóg
mikið av hjálparfólkum eru,
eins og eisini onkur serkøn-
ur má vera til staðar,< sigur
Sigrið Sivertsen, ið byrjaði
at arbeiða við málinum, tá
hon sat sum forkvinna í
Spastikarafelagnum, men
tó ikki vildi helma í, fyrr enn
komið var á mál, hóast hon
nú ikki er í nevndini í fel-
agnum.
Fýra ross eru tøk til ríð-
ingina, og roknað verður við
minst einum hjálparfólki til
hvort rossið. Helst skulu
eisini fleiri ríða í senn, tí tá
eru fleiri møguleikar í ríð-
ingini, eins og tað er stutt-
ligari hjá teimum, ið eru við.
Riding fyri rórslutarnað er
sera góð hjálp til bæði spast-
ikarar og onnur, ið hava við-
gerð fyri neyðini, og ríðing-
in sum varframmanundan
undirstrikaði heilt greitt, at
hetta var munagóð viðgerð
atgeva. Taðtykjastnú eisini
myndugleikanir vera samd-
ir í, so endiliga eru neyðugu
pengarnir játtaðir.
>Vit eru sera glad fyri, at
hetta nú er í lagi aftur,< end-
ar Sigrið Sivertsen.
hi
mer
il
Í |
pf. wenzel petersen, tlf. 13873
i ——