leygardagur 29. august 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hóast trupulleikar av
sparingini, so hava
heilsusystrarnar ikki
mist mótið. Nógvar
góðar løtur eru
sjálvandi í gerandis-
degnum hjá teimum,
tá tær vitja familjur,
sum hava fingið barn.
Tær vísa bert á,
hvussu umstóðurnar
eru hjá smábarna-
familjunum í eini tíð
við trupulleikum og
ótryggleika, sum
frameftir kann fáa
avleiðingar fyri upp-
vaksandi ættarliðið.
Vinstrumegin síggjast:
Arndis Lindberg,
Jóngerð Poulsen, Elsa
Mortensen, Anna av
Rana og Armgarð Mc
Birnie
tíðindabaðið SØSlalurin
Nr. 163 — 29. august 1992
Skerdar framtíðarvónir
Føroyska heilsusystra-
skipanin er gjørd eftir
somu reglum, sum í Dan-
mark.
Har varð skipanin sett í
gildi í 30'unum, júst tí
samfelagsliga afturgongd-
in var so stór.
Tá varð mett neyðugt at
seta tiltøk í verk, sum
kundu stuðla smábarna-
familjum, eitt nú at veita
vegleiðing um kost 0.2.,
eins og at stuðla og hjálpa
teimum, sum høvdu tørv.
- Tað var eisini enda-
málið við skipanini, tá
hon varð stovnað í Føroy-
um fyri 13 árum síðani,
men síðani eru nógvar
broytingar gjørdar, ella
eisini hevur verið neyðugt
at skerja virkisgkið, vegna
sparingar.
Upprunaliga var arbeiðs-
setningurin at røkka øll
børn frá tey vóru fødd, til
tey fóru úr skúlanum,
sum 16 ára gomul, men
so víða hava vit ongantíð
verið.
Bert í ávísum
byarpørtum
Fyri tveimum árum síð-
ani fór skúlalæknin úr
starvinum í Havn, og
eingin hevur sekt hetta
starvið aftur. Seinast er
avgjørt at Eysturskúlin og
småbørnini har á leið,
umframt bgrnini á
Norðasta Horn, íkki
- smábarnafamiljur eru ringast fyri, bæði
figgjarliga og sosialt. Tad kann fáa óhepnar,
samfelagsligar avleiðingar seinni, halda
heilsusystrarnar
longur skulu fáa vitjan av
heilsusystir. Hetta er liður
í sparingini.
- Vit hava bert arbeiðs-
orku at vitja heim við
smábýrnum og fylgja
teimum og familjuni fyrs-
ta árið!
Um foreldrini ikki fáa
fleiri børn, síggja vit ikki
hesi børnini aftur, fyrr enn
tey koma í skúla seks ár
seinni, um vit eru so
heppin at okkara tænasta
ikki er nidurløgd á skúlu-
num til ta tíð..
- Hetta siga heilsusyst-
rarnar í Havn, sum vit
hava tosað við. Tær eru:
Armgarð McBirnie, Elsa
Mortensen, Arndis Lind-
berg, Anna av Rana og
Jóngerð Poulsen.
Tær arbeiðs í Suður-
streymi, sum er Havnin,
Argir, Velbastað, Kirkju-
bøur, Heyst, Dímun,
Nólsoy, Kaldbak, Sund,
Syrðadal og Norðadal.
Hvussu kennist tað hjá
tykkum, at skula gevast at
vitja í heimum, har tit
vita, at brúk er fyri tykk-
um?
Heilsusystrarnar: - Undan-
tók eru sjálvandi, og eru
familjur hart raktar av t.d.
arbeiðsloysi og tvørrandi
umstødum í heiminum,
so royna vit at halda sam-
bandið, hóast familjan býr
í øki, har skipanin ikki
virkar.
Eru dómi um, at avleið-
ingarnar av sparingini
hava rakt familjurnar, sum
tit ikki longur hava vitj-
að?
- Tað kann verða torført
at fáa samband við júst
tær familjur, sum hava
brúk fyri okkara hjálp. Vit
koma í nógv ymisk heim,
og foreldrini kunnu verða
so kroyst, at tey ikki orka
at fá vitjan av okkum.
Vit hava kanska roynt
at avtala tíð um vitjan,
men tá vit koma letur
eingin upp, ella eru
fólkini úti.
Vit gevast tó ikki so,
men royna aftur og aftur
at fáa samband, men av tí
at vit hava so nógv at
gera, fellur tað okkum
oftani tungt at halda sam-
bandið, tá áhugin ella ork-
an hjá familjunum er so
lítil.
- Tá noyðist tað ein-
staka starvsfólkið at gera
upp við seg sjálva og pri-
oritera heildina. - Jú, vit
hava m.a. seinni hoyrt um
heim ið vóru upployst og
um børn ganga fyri våg
og vind. Tá er tað torført
at góðtaka sparingar á
einum gki sum okkara, ið
hevur so stóran sam-
felagsligan týdning.
Otrygg børn
- Tad er sum kunnugt tær
ungu familjurnar, sum eru
hardast raktar av sparing-
ini í samfelagnum, hava
kanska bygt hús og seinni
mist arbeiðið. Tað er
greitt, at familjulív og
virki broytist munandi, í
hesum tíðum og hevur 6-
hepnar avleiðingar fyri
småbørn og foreldur.
Heilsusystrarnar arbeiða
eisini í skúlunum. Tær
skulu tosa við einstaka
næmingin eina ferð árliga,
umframt at tær hava við-
talutid ávíst tíðarskeið
- Í skúlunum tosa børn-
ini ofta um, at nú fara tey
at flyta til Noregs ella
Danmarkar og aðrastaðni.
Hetta eru møguleikar,
sum foreldrini tosa um
heima, og sum gera børn-
ini ógvuliga ótrygg í dag.
Heilsurgktin er stovnurin
hjá heilsusystrunum og
heimasjúkrasystrum, og
stovnurin hevur brúk fyri
eykajáttan uppá 750.000
krónur.
Fyribils vita heilsusyst-
rarnar, at arbeiðsorkan
verður skerd, vegna spar-
ingar frá 1. september í ár.
T.v.s. at 56 tímum á
tímatalvuni hjá teimum
verða strikaðar.
Mammubóklar
Tað ber í sær, at tað er
ivasamt um vit fáa skipað
mammubólkar aftur, sum
upprunaliga var ein av-
leiðing av sparingum fyri
trimum árum síðani, men
sum visti seg at verða
ógvuliga væleydnað.
- Tá so nógvar mammur
eru saman, eru altíð nak-
rar, ið eru meira opin-
skáraðar enn aðrar. Okkara
royndir við mammubólk-
um hava víst, at tað er
lættari at fáa samband við
kvinnur, tá tær eru saman
og í felag stuðla hverja
aðra, seta spurningar og
greiða frá egnu hugsanum
og ivamálum, sum er ein
partur av ti at fáa børn.
-Tað er so nógv sum
leikar á hjá foreldrum,
sum kanska fáa fyrsta
barnið, og oftani tora tey
ikki at spyrja okkum. Teir
trupulleikar, sum koma
við nýggja barninum eru
oftani teir somu, og tí eru
mammubólkar gagnligir í
upplýsandi og vegleiðandi
arbeiði okkara.
Familjur trívast illa
Heilsusystrarnar eru sam-
dar um at minni peningur
er millum fólk, at rúsdrek-
ka og skilnaðar trupul-
leikar eru størri í dag, enn
fyri fáum árum síðan.
Hóast heilsusystrarnar
síggja, hvussu tronglig
fíggjarkortini eru í einum
heimi, so hava tær ikki
møguleika at veita
peningaliga hjálp. Tær
kunnu bert tosa við
foreldur og børn um
trupuleikar, royna at bóta
up