leygardagur 29. august 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 163 — 29. august 1992
um og stuðla teimum á
besta hátt.
- Um tað er neyðugt at
veita fíggjarligan styrk,
hava vit t.d. sent boð eftir
Barnaverndini, sum hevur
møguleika at veita
peningaliga hjálp.
Stuðulin misjavnur
- Tað er eisini ymiskt,
hvussu nógv fólk fáa í
sosialum veitingum frá al-
mannastovuni. Øll fólk
duga ikki eins væl at
greiða frá, hvussu illa
stendur til í veruleikanum,
og ti fáa tey kanska ikki
tann stuðul, sum tey hava
tørv á.
Í dag broytast livium-
stóðurnar meira enn áður,
tí tað dregur saman um í
samfelagnum. Hetta eru
viðurskifti, sum familjur
við småbørnum íkki
sjálvar hava ávirkan á.
Í okkara arbeiði síggja vit,
at tað er vorðið meira van-
ligt at barnakonur verða
uppsagdar. Tær fáa boð
um at siga upp, og koma
aftur til arbeiðis, tá tær
hava átt.
Tá fáa barnakonurnar
ikki løn frå
arbeiðsplássinum í
farloyvistíðini, og oftani
fáa tær heldur ikki arbeiði,
tá tær ætla sær til arbeiðis
- Verður mamman ar-
beiðsleys móti sínum vil-
ja, kennir hon seg ofta
ógvuliga einsamalla, tí øll
hini eru til arbeiðis. Ser-
liga í Havn er hetta ein
trupulleiki, tí hini í fam-
iljuni kanska búgva á
bygd..
- Vit vita um fleiri
ungar mammur í einum
býlingi, sum als ikki visii
av hvgrjari aðrari, hóast
tær høvdu átt um somu
tíð.
- Fyri at skapa samband
til umheimin, hava vit
t.d. sett mammurnar í
samband við hvgrja aðra,
og tað hava tær verið
fegnar um.
- Ung foreldur hava so
nógv felags at tosa um,
og kunnu tí stuðla
hvørjum í gerandisdegn-
um. Vit eru kanska tær
einastu, sum koma inn å
gólvið, og tí er tað eisini,
at vit royna at hjálpa
teimum.
Dagny
Síða 11
Eingin gravgangur
var eftir læruplassi
- handilsyrkið hevur lítlan áhuga, og kanska er
tað væntandi kunning frá handilsvinnuni og
skúlanum, sum er orsókin, heldur Ragnar
Magnussen, stjóri á handilsskúlanum
Atgongd til lærupláss í
handli hava tey, sum m.a.
frammanundan hava tikið
FHS ella HMX prógv.
Vanliga er talan um
FHS útbúgving, sum fev-
nir um eitt ár í handils-
skúla og tvey ár í læru,
umfram at handilslærling-
ar fara til Danmarkar á
skeið tríggjar ferðir í 14
dagar í lærutíðini.
- Hetta er sama útbúgv-
ingarskipan sum hevur
verið í Danmark, og før-
oyingar ganga í somu
skúlum, sum donsku
starvsfelagnir.
Ragnar Magnussen: -
Sostatt hava handilslær-
lingar í Føroyum somu
møguleikar, hóast danir í
summum førum ofta
verða tiknir fram í
ljósmála, tá vit tosa um
føroyska handilstænastu.
Fyrireika tit ikki næming-
ar at fara í handilslæru?
-Hóastgrundútbúgvingin
ikki einans er ætlað hand-
ilsvinnuni, so hava vit
lærugreinar, sum geva
næmingunum innlit í hesi
vinnu. Eitt nú eru fýra
tímar um vikuna settir av
til sólu og tænastu, fýra
tímar til roknskap og fýra
tímar í samskifti. Eisini
vitja næmingarnir handlar,
sum líður í frálæruni. Nú
eru vit eisini farin í holt
við at undirvísa í deko-
ratión og skeltiskriving,
sum meira ella minni er
ætlað teimum, sum fara í
handilslæru.
Arbeiåstidin nógv
at týða
- Annars er at siga, at
trupulleikar hava verið at
fáa ungfólk at fara í læru í
handli. Hetta er broytt,
hugsi eg, nú torført at fáa
lærupláss. Tað hevur, ið
hvussu so er, ikki verið
gravgangur eftir at fáa
lærupláss í hesum yrki.
Ungfólk vilja íkki
vera í handli, men vit vita
ikki hví tað er meira á-
huagvert at sita á skriv-
stovu.
Hugsast kann at arbeids-
tidin er ein orsøk. I handli
verður jú eisini arbeitt
leygardag, og arbeiðstíðin
kann tí tykjast longri.
Men tey hava sum oftast
frí annan dag í vikuni -alt
eftir hvussu arbeiðstíðin
annars er skipað.
- Eg veit ikki um
handlarnir duga nóg væl at
upplýsa um arbeiðsviður-
skiftini og at gera yrkið á-
hugavert fyri teimum
ungu.
Eru bókligar lærugreinar
tiknar fram um tær prak-
tisku?
- Bert maskinskriving,
etv og samskifti, dekora-
tión og skeltiskriving eru
praktiskar lærugreinar,
hinar eru bókligar.
Praktiska læran
í handlinum
Her skulu vit hugsa
um, at skúlagongdin gev-
ur tað grundleggjandi,
sum er felags fyri handil,
skrivstovu og fyrisiting
og er eitt ár.
Sjálv handilslæran fer
fram í handlinum, sum
lærlingurin er í læru í.
Tað er jú ætlanin. Handlar
eru jú ymiskir.
- Sum sagt, lærutíð og
skúlagongdin er tann sama
í Føroyum og í Danmark,
og tí dugi eg ikki at skilja
Ragnar Magnussen, stjóri
á Handilsskúlanum
FHS er ein bóklig og
útbúgving, har
næmingar ganga í
skúla eitt ár, og gevur
møguleika at fara í
handilslæru, á
skrivstovu ella
fyrisiting, sum tekur
tvey ár. Tað er í
handilsvinnuni at
lærlingarnir skulu fáa
praktisku læruna.
Bókligu læruna fáa
tey á handilsskúlanum
(Savnsmynd)
alt annað líka, at stórur
munur er á teimum don-
sku og føroysku handils-
fólkunum uttan tað, at ein
dani á ymsan hátt lættari
kann ogna sær fjóltáttaðar
royndir, sum eisini kunnu
gagna føroyskum handils-
fólkum, um hesi koam til
Føroyar at arbeiða.
- Føroyingar eru ikki all-
ir so åhugadir fyri tæna-
stu, tå teir fara i handilin
at keypa - vilja helst hava
frið og fáa møguleika at
keypa veruna, og gjalda.
Tað er bert soleiðis. Tað
sum onnur fata sum tæna-
sta halda summi er ágang-
ur.
Vit eru so ymisk.
- Annars skipa vit eisini
skeið fyri sølufélki og
lærlingum, um áhugi er
fyri tí. Eitt nú hava vit
skipa skeið í meirsølu,
viðskiftatænastu og deko-
ratión.
Tervandi
handils-siðvenja
- Fyri at mynda evnið
meirsølu, kann dómi vera,
at tú fert inn í handil at
keypa eina lampu.
Fleiri møguleikar eru
hjá sølufélkinum: - antin
at selja tær lampuna og
avgreiða málið, ella at
Spyrja um tú eigur peru at
seta í hana, um leiðning-
urin er nóg langur o.s.fr.
- Tad er møguligt at tú
ikki hevur hugsað um per-
una, og argast yvir at fara
aftur til handils eftir
henni. Hugsandi er so at
tú fert í annan handil. Tá
hevði verið betur um tú
keypti alt um eina leið -
til gangs fyri teg sjálvan
og handilin.
Trupulleikin er bert, at
summi kanska ofta kenna
tað sum ágang, tá
sølufélk royna at geva tær
eina góða tænastu.
Handilsfólk ynskja ikki
at verða uppfatað sum á-
gangandi. Hetta er uttan
iva viðurskifti, sum
krevja eina sidvenjing, it
summi av okkum í løn
ikki hava, men
broytist so vid og
sigur Ragnar Magn: