Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1992síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

agt til rættis: Oddbjørg Poulsen Ætlanin, sum varð broytt Kongurin helt eina stóra høgtid, og hevði bj6dadøllum, sum hjálptu honum at stýra landi sínum So vildi hann sleppa at vísa fram konu sína, men tað vildi hon ikki. Tá var kongurin óður. Drotningin var vekur og hann helt at hon kundi gott verið komin, tá hann baða hana um tað. Tí vildi kongurin hava eina nýggja drotning. Og nýggja drotningin var Ester, - ein kona úr Israel. pr Ein dagin frætti Mordokai, sum var i fa- milju vid Ester drotning, at nakrir ætladu at drepa kongin, men hetta kundi ikki henda av ti at Modokai hevði ávarað. Men nú fek kongurin ein tænara, sum vildi at øll skuldu boyggja seg fyri honum. Øll, sum møttu honum, boygdu seg niður fyri honum. Men Mordokai vildi ikki boyggja seg og tilbiðja nakran annan enn Gud. Tá gjørdist Haman óður, og fekk yvirtalað kongin til at allir jødar skuldu týnast úr landinum. Men nú mugu vit gevast hesu ferð. Vit fara at hava framhald av hesi søgu í sáðnum næstu ferð. UN Få Finn fimm feilir! „Á L ln sthaðu at hert konan A Nr. 163 — 29. august 1992 Góður javnadarmadur verður sjeytifimm Sunnudagin 30. august fyll- ir Poul Jákup Olsen, fyrrv. løgtingsmadur, sjeytifimm. Poul Jakki á Dalinum, sum hann vanliga verður nevndur millum klaksvík- ingar og norðingar, fór til sjós á heilt ungum árum. Hann byrjaði at rógva út við pápa sínum, sum var hin til- tikni útróðrarmaðurin Óli á Dalinum. Óli var útróðrar- maður eitt langt lív, og Poul Jakki valdi at ganga í faðirins fótaspor. Óli á Dal- inum var í eitt langt áramál formaður á motorbátinum »Louisa«. Onkur tidarbil var Poul Jakki til skips. Eitt nú var hann við »Saltoyranum«. Hann royndi seg eisini á trolaradekki eitt skifti. Her var hann við Mortan í Hvannasundi sum skipari. Men heimaútróðurin gjørd- ist mest sum hansara lívs- yrki. Poul Jakki fekk sær nautiska útbúgving. Hann tók skiparaprógv. Sum skipari á útróðrarbátum hevur Poul Jakki verið tiltikin. Hann hevur verið at bestu skilamonnum. Rask- ur, ágrýtin og fiskiklógv sum fáur. Hann hevur lagt mangan gyltan fongin upp á land. Poul Jakki byrjaði sum útróðrarformaður við mo- torbátinum >Nevið Reyða<. Tá P/fJ.F. Kjøl- bro læt 20 tons bátarnar >Vágaklett<, >Mækjuvík<, »Stødina« og >Varpið< byggja, var tað natúrligt, at Poul Jakki fekk ein av hes- um >stóru< útróðrarbátun- um at føra. Seinni førdi hann 30 tonsaran »Ørv« hjá partafelagnum J. F. K jølbro og 40 tonsaran »Osa« hjå Einar Waag. Seinast i seks- tiårunum keypti Poul Jakki saman vid starvsfeløgum - sínum Kristoffer Hansen, Simun i Heimustovu og Kartin Hansen sin egna út- róðrarbát. Teir keyptu 40 tonsaran >Lambanes<, sum fekk navnið »Hvithamar«. Poul Jakki førdi >Hvít- hamar< til hann fyri nøkrum árum síðani legðist uppi. Men tó, heilt er hann ikki lagstur upp kortini, tí tá veðurlíkindini eru og um- stødurnar loyva ti, flotar hann bát á Borðoyarvík. Poul Jakki er eisini væl kendur frá tí politiska lív- inum. Hann var valdur til kommunustýrið fyri Klaks- vikar kommunu i 1954. Hann sat sum kommunu- stýrislimur í 12 ár til hann í 1966 bar seg undan at verða uppstillaðu. Í hesum tíðar- skeiði var Poul Jakki kommunustýrisformaður í seks ár. Fyrst var hann for- maður í 1956, 1957 og 1958. Og so aftur í 1964, 1965 og 1966. Tað fyrra tíðarskeiðið var sera trup- ult. Hetta vóru tey árini, tá læknastríðið í Norðoyggj- um var í hæddini. Tað var ikki lætt at vera kommunu- stýrislimur og kommunu- stýrisformaður hesi árini. Hetta kravdi sín mann. Men her sýndi Poul Jakki at hann var rættur maður og læt seg ikki taka av fótum, men var sakligur og hóvligur. I 1958 varð Poul Jakki valdur at umboða javnaðar- flokkin á tingi. Hann varð valdur í Norðoya valdømi. Og ferð eftir ferð varð Poul Jakki afturvaldur, soleiðis at hann hevur sitið á tingi í samfull 25 ár. Eisini her hevur Poul Jakki verið tann saliga røddin. Serliga hava fiskivinnumálini havt hans- ara stóra áhuga og fólk hava veruliga lagt oyra til tá skilamaðurin Poul Jakki á Dalinum umrøddi okkara fiskivinnuspurningar. Men Poul Jakki hevur so sanni- ligaeisini luttikid í ordaskif- inum um onnur mål. So- leidis hevur hann umbodad flokkin i løgtingsins skatta- nevnd. Og eitt av hjarta- målunum hjå Poul Jakki hevur verid vega- og berg- holsgerdimar ut til små- plåssini. Og her kunnu vit ikki lata vera við at nevna tað stóra hjartamálið, sum var vega- og bergholsar- beiðini í Kalsoynni. Poul Jakki hevur stuðlað og tíkið dyggiliga undir við gllum framstigum fyri bygdirnar og útoyggjarnar í Norð- oyggjum. Poul Jakki hevur eisini røkt onnur ålitisstørv. Í eitt langt áramál hevur hann umboðað javnaðarflokkin í nevndini fyri Lønjavning- argrunn Skipsfiskimanna, har hann í fleiri ár eisini hevur verið formaður. Tá Einar Waag legði frá sær sum skúlanevndarlimur, eftir at hava sitid í skúla- nevndini í 25 ár, tók Poul Jakki við sum varamaður til skålanevndina. Síðani er Poul Jakki valdur aftur sum skúlaneyndarlimur fleiri ferðir. Eisini hevur hann verið í nevndini fyri parta- felagnum J. F. Kjølbro, har hann sat sum formaður. Vit vilja nýta høvid til at takka tær, Poul Jakki, fyri títt trúfasta virksemi fyri flokkin og fyri títt ótroytti- liga stríð fyri tí politisku hugsjón, sum tú valdi at taka undir við og stuðla. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við sjeytifimm ára fødingardegnum. Vit ynskja tær nógv góð år enn. Og vit ynskja at Harrin má signa framtíð tína og tykk- ara. við javnadarkvødu Vi.