Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Her sæst „Per Nordqui st tosa við skiparan á | Jóhannu, Arne Dahl. Mynd: Jan Muller Fýra fóroyingar fingu starv hjá Torm Reiðaríið hevur brúk fyri Íeroy- skum vvirfolki 10 før oyingar vóru til starvsviðtal og fýra fingu arbeiði. sigur manningarstjórin Per Nordquist Danski handilsflotin hevur brúk fyri føroyskum yvir- monnum og nú sigla yvir 500 føroyingar sum yvir- menn við donskum hand- ilsskipum. Fyra fingu starv afturat leygardagin. Tå var mann- ingarstjórin hjá Torm i Føroyum og endamålid vid tårinum var at handa sluppini Jóhannu eina peningagávu uppá 20.000 krónum og eisini at hava starvsvidtal við 10 før- oyingar, sum høvdu sekt um hyru. Kekkurin var handaður undir eini samkomu um- borð á Jóhannu, har mill- um annað føroyingarnir, sum sigla við Torm, men eru heima í feriu eisini vóru hjástaddir. Tað sigla 24 førovingar við okkum í løtuni, harav eru tveir kaptainar og fleiri yvirstýrimenn. Tað sigla ikki so nógvir mask- inmeistarar úr Føroyum hjå okkum. Møguliga kemst hetta av, at ov fåir eru útbúnir til tær stóru maskinurnar skip okkara hava. Og lat meg sláa tað fast, vit eru vælnggdir við føroyingar, sigur Per Nordquist. Av teimum 10, sum vóru til starvsvidtalu fingu fyra starv beinanvegin, men vit fáa brúk fyri fleiri fólkum komandi mánað- arnir, sigur Per Nordquist. jústinus "Vit hava brúk fyri fleiri fóroyingum |" Nr. 164 — 1. september 1992 Eksplosivt vikuskifti á Sandi Eksplotións- vandi í 30 tímar "Eg veit ikki hvat kundi hent, hevdi eldur komið í, sigur vakthavandi á politistóðini á Sandi. 43.- 000 litran av bensini lóku úr einum tanga Úti í Stød á Sandi um vikiskiftið Álitið á trygdina hjá olju- feløgunum í Føroyum fekk aftur cin dyggan stoyt um vikuskiftid, tá 43.000 litrar av bensini lak út á sjógv Úti í Stød, á Sandi um vikuskiftið. Innanfyri fáar mánaðar er hetta fjóra umfatandi óhapp við føroyskar oljutangar. Fyrst hendi ein umfatandi oljudálking í Vági, síðan lóku túsundtals litrar av bensini út á sjógv í Søldarfirdi, nakað seinni hendi hendi stórsta oljudálkingin i Føroyum nakrantíð í Sør- vági og nú tømdist ein ný- filtur bensintangi á Sandi. --Klokkan 22:45 leyg- arkvøldid fingu vit boð um, at bensin var líkið á sjógv Ut í Stød. Havn- agkið varð beinanvegin avbyrgd. Her var talan um spreingivanda og eg dugi ikki at hugsað mær, hvat hevði hent, um eldur kom í. Tíbetur lak bensinið út á sjógv og bensin setur skjótt av á sjónum, sigur vakthavandi á politistødini Heima á Sandi. Gamal tangi Bensintangin er niður- grivin og enn er ikki greiða fingin á hvar lekin er. Tangin er 24 ára gamal. Tey fyrstu 14 árini stóð hann á berum, men í 1982 var hann nidurgrivin Bensintangin er felags- goymsla hjå oljufeløg- unum, men tad er P/F Føroyar Shell, sum eigur tangan. Tað eydnadist okkum ikki at fáa tal á Hjarnar Djurhuus, stjóra á Føroyar Shell áðrenn blaðið fór til prentingar, men við útvarpið segði hann á middegi í gjár at tangin var nýsýnaður, tá hann varð nidugrivin. "Og tá átti hann at hildið í minst 20 ár afturat," segði hann. Tann sum hevur eftirlitið við tangunum Úti í Stød var leygarkvøldid leygarkvøldid og hugdi at bensintanganum. Hann var varugur við setrka bensinroykin og tá hann máldi í tanganum, sá hann, at hann var næstan tómur. Dagin fyri var hann fyltur. Hugnakvøld Í meðan sløkkilid, politi og vaktar og bjarging artænasta fór i gongd, hugnaðu heimansandsfólk sær í Ungmannafelags húsinum. Skipað var fyri hugnakvøldi og hetta varð órógvað av at fleiri úr sløkkilidnum máttu reisa seg frá borðinum. Politiið sigur, at at avbyrgingin varð vird og teir fingu frið at arbeiða. Tjaldrið kom um morg- unin á Sand, men av tí at talan var um bensin varð einki gjørt, bert varð bíðað til bensinið setti av og bensin setur skjótari av á sjógvi enn í feskum vatni. jústinus