Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 164 — 1. september 1992 tíðindablaðið Olaf Olsen, politikari og vinnulívsmaður: Vandi fyri at alt vinnulivid steðgar upp Olaf Olsen ber ótta fyri, at alt vinnulívið steðgar upp, tí gjaldfórið innan allar sektorar er uppbrúkt. Virkir eru stongd, og líkt er til, at torfórt er at fáa tey latin upp aftur, sigur hann við FF-blaðið Vinnulívsmaðurin og politikarin, Olaf Olsen heldur, at vit ganga ímóti einum ógvuliga kritiskum punkti. Tíðin telist íkki í mánaðum, men í vikum. Hetta sigur hann í samrødu við FF-blaðið. Olaf Olsen sigur við blaðið, at stóri trupulleikin er, at gjaldførid innan allar sektorar er uppbrúkt. Serliga í fiskivinnuni og fiskiídnaðinum annars. -Tá ið eitt skip ella virki ikki megnar at rinda sínar skyldur, verður roynt at draga upp á likviditetin hjá ødrum - fyrst og fremst hjá bankunum, men vit vita, at eisini bankarnir hava sera stramman likviditet, sigur løgtingsmadurin. Olaf Olsen heldur, at um gjaldføri ikki fæst, so stedga virkini upp. Tad eru longu nøkur virki, sum eru uppsteðgaði. og líkt er til, at torført er at fáa tey í gongd aftur. -Um hesi virkir ikki koma í gongd aftur, og um fleiri noyðast at lata aftur, steðgar alt samfelagið meira ella minni upp, sigur Olaf Olsen í samrødu við FF-blaðið. Síða 9 Pengarnir komu Manningin á Rock Amadeur fekk í gjár sínar pengar Í gjár eftir døgurda fekk Maskinmeistarafelagið váttan frá bankunum um, at manningin umborð á Rock Amadeur hevði fingið pengarnar, reiðaríið hevði skyldað teimum fyri fýra túrar. Tað vóru menninir, sum sigldu við og vóru limir í Maskinmeistarafelagnum ið gjørdu felagið vart við efurstóðuna, og Maskin- meistarafelagið bað so menninar um ikki at fara við aftur, fyrr enn pengarnir vóru komnir. Útvarpið visti í gjár at siga frá Fiskimannafelag- num, at tað er galið alla- staðni. Menninir fáa ikki hyruna. Maskinmeistara- felagið hevur kortini einki annað dómi enn Rock Ama- deur, at menninir ikki hava fingið sínar pengar randi Alararnir saman Sjógvalararnir og smoltalarar- nir hava nú aftur tikið seg sam- an í eitt felag, og ongantíð er so neyðugt sum nú at standa sam- an, nú kvotur verða settar á hvussu nógv tey ymisku londini kunnu framleiða Alivinnan er aftur samlað í eitt felag. Fyri nøkrum árum síðan hildu smotl- alararnir, at teir ikki fingu røkt síni áhugamál nóg væl í Havbúnaðarfelag- num. Men nú er semja um, at alararnir standa seg best saman, um ein alir úr eini á, ella á sjónum. -Og tað eru serliga nýggju krøvini frå EF, sum gera tad neydugt hjå okkum at standa saman, sigur fyrrvernadi for- maðurin i havbúnaðar- felagnum, Kristjan á Neystabø. --Felagsmarknaðurin krevur nú av framleiðara- londunum av alifiski, at hesi verða skipað uppí eindir, og hvør eind fær so og so stóra kvotu at framleiða. Hetta verður gjørt fyri at keyparin altíð kann fáa fisk og fyri at prísurin kann fáa eina fastari legu, sigur Kristian á Neystabø. -Eitt nú Noreg verður skipað í fleiri eindir og smærri framleiðaralond, eitt nú Føroyar verða skipað í eina eind. Kvot- urnar verða settar eftir teimum søguligu fram- leidslutølunum seinastu árini og kvotur verða setta á hvussu nógv smolt kann framleiðast, sigur Kristian á Nuystabø. Spurningurin um hetta var fyri á fundinum í Havbúnaðarfelagnum um vikuskiftið, men enn er ongin støda tíkin til nýggja útspælið frá EF. Tá avgjørt var at leggja feløgini samanaftur undir navninum Føroya Hav- búnaðarfelag stóð øll gamla nevndin fyri vali. Og bert ein av teim gomlu nevdarlimunum kom aftur í nevndina. Tað var Hans Jacobsen av Glyvrum. Hinir í nevndini eru Heri Hjelm, Oddfríður Greg- ersen, Absalon í Bug og Suni Djurhuus. Tiltaks- limir eru Kristjan á Neystabø og Høgni Jacobsen. Kristian å Neystabø hevur verid formadur i havbúnaðarfelagnum sein- astu árini og hann ynskti ikki afturval. --Ég starvist innan ali- vinnuna og mín arbeiðs- byrða hevur verið ovstór orsakað av felagsarbeið- inum, sigur hann. jústinus í ferðsluna, eitt lítið barn sum eg. má líta á at tit vaksnu trycnia mín skúlaveg