Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið ECNHTD Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Ljósmyndar: Kafmar Lindenskov Blaðfølk: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Utgevari: P/fSosialurin Uppseting: P/fSosialurin Prent P/f Pressan 1981 Jústines Eidesgaard Bústaður: Argjavegi 26 Telefon: 11820 Postadr: Postsmoga 76 110 Tórshavn Teletax: 14720 Argjum Demokratiskur rættur og misbrúk FØROYA løgting avgjørdi í vikuni, at fyrispurningar settir einum av landsstyrismonnum ikki skuldu svarast. Talan var um tveir fyrispurningar, annar frå trimum fólkafloksmonnum, sum lutvíst skuldi svarast, og hin frá Kristiliga flokkinum, sum ikki skuldi svarast. Og báðir vóru teir til Jóannes Eidesgaard, sum um- situr sjúkrahúsmál. TAÐ man vera næstan eindømi, at tingið vísir aftur spurningum, sum tingmenn ynskja at seta einum landsstýrismanni. Men henda dagin hendi tað so og ikki minni enn tvær ferðir. Nú kann ein sjálvandi siga, at tá tað sambært tingsins reglugerð skal atkvgðast, um fyrispurningar Skulu svarast, so er sjálvandi tann møguleikin til steðar, at fyrispurningurin ikki sleppur igjøgnum til landsstýrismannin. HVUSSU og ikki so man tað millum manna tykjast sera margháttligt og ódámligt, at tað verður sýtt tingmonnum at seta spurningar til landsins leiðslu. Ein skuldi trúð, at tingmenn, sum eru valdir av fólkinum, eru kvalifiseradir til at seta spurn- ingar, og at tað átti at verið skyldan hjá einum landsstýris- manni at svara teimum. Tá tað kortini verður sýtt tingmonnum at spyrja og landsstýrismanni at svara, so kemur hetta at skapa ótrygd og óvissu millum manna. Fólk spyrja undrandi, hví slíkir spurningar ikki kunnu svarast og onkur man halda, at okkurt er, sum ikki má koma fram í dagsins ljós, tá so er. LANDSSTYRISMADURIN, sum talan er um í hesum máli. sigur í samrødu við blaðið í dag, at ein grein í tí eina spurning- inum, sum ikki varð svaraður, var bæði leiðandi, dómandi og hevði skeiva adressu og hann heldur, at formansskapurin í tinginum eigur í stórri mun at solda frá, hverjir spurningar hoyra heima í tinginum. AV praktiskum orsøkum og ødrum við eigur helst av verða mark fyri, hvussu nógvir spurn- ingar kunnu setast einum lands- stýrismanni, og tí eigur helst at verða soldað frá. Men tað kann sýnast at vera ógvuliga ódemo- kratiskt, um fyrispurningar, sum hava stóran áhuga manna mill- um, ikki kunnu verða framsettir og svaraðir á Føroya løgtingi. EIN kann tí bert vóna, at hetta ikki verður dagligur kostur á tingi í framtíðini, tí tá vil hetta vera eitt avgjørt bakkast fyri demokratiið. At tað ikki skal koma inflatión í spurningar til landsstýrisfólkini er eins sjálv- sagt, men har tað snýr seg um sera aktuell og nógv umrødd mál, sum eru frammi í tíðini og sum krevja svar, tá er hetta einki minni enn ein demokratiskur rættur og skylda. SPELL um hesin rættur skal verða misnýttur men enn verri, um hann skal vera tikin frá ting- monnum av tingmonnum sjálv- um. Samgongur og andstødur skifta. Men linjan skuldi helst verið tann sama altíð, uttan mun til, hver stýrir í Tinganesi. Tí her er talan um ein grundleggjandi rætt í landsins hægsta forum, Føroya løgtingi. At taka henda rætt frá tingmonnum er við til at minka enn meira um álitið og virðingina fyri okkara fólkavaldu og politisku skipanini annars. Setur »Sosialurin« bert krøv móti gørum? Herfyri bjóðaði >Sosialur- in< til orðaskifti um ta kreppu, sum javnaðar- flokkurin eftir øllum at døma er í, og sum eisini dur váttað av veljara- ningum. 'íkt orðaskifti er tó ikki ð í lag, tí javnaðar- rin ikki ynskir eitt rdaskifti. Men tað má ykjast logið, at blaðið inleiðis roynir at sabotera tann, sum hóast alt roynir at taka tilboðið frá blaðnum í álvara. Eg fekk innivist í blaðnum tann 26. august fyri eini grein, har høvuds- innihaldið var eitt bræv frá fiskivinnu starvsnevndini, sum lutvist prógvar at Atli Dam (og javnadarflokkurin í landsstýrinum) er ordloys- ingur og lutvist prógvar tann veruleika, at AD ikki hirdir at svara hesum brævi aftur, ta vanvirding, sum hann hevur fyri teirri fak- felagsrørslu, haðani javn- aðarflokkurin hevur fingið dyggan stuðul gjøgnum ár- ini. Men i sini uppseting av hesi grein syrgir bladid fyri, at nevnda bræv verður minkað so nógv, at tað stórt sæð er ólesiligt, og tí fær lesarin ikki tað burturúr, sum hann kundi fingið, men sum Sosialurin opinbart ikki hevur áhuga fyri, at hann fær. Men tað finnast onnur blød! Annars hevur »Sosialur- in< gjøgnum árini útmerkað seg við sínum moralska peikifingri, tá tað snýr seg um politiskan ómoral hjá ødrum. Tað er sanniliga ikki lítið av kreftum, vit í felag hava nýtt móti teirri hóttan av demokratinum, sum Óli Breckmann og fólkaflokkurin skuldu vera. Tá >Sosialurin< nú hevur havt slíkt fortreð av slíkum tendensum hjá ødrum flokkum, so kan tað undra, at sama blað ikki tykist at hava nakra meining um fylgjandi viðurskifti: 1. at javnadarflokkurin heilt greitt hevur verið orðloys- ingur móti fakfeløgunum í fiskivinnuni. 2. at flokkurin demonstrerar sína vanvirðing móti somu feløgum við ikki at hirða at svara teimum aftur, tá feløg- ini vísa á hesi viðurskifti. 3.atjavnaðarflokkurin sam- tykkir ikki at svara teimum aftur, sum hava eina aðra hugsan enn flokkurin annars. 4. at javnadarflokkurin heilt greitt nú setir í verk ta fatan av fakfeløgunum sum OB hevur staðið fyri í skrift, og sum av javnaðarflokkinum varð roknað fyri at vera »fasistoid«. Kanska kundi blaðstjórin svarað uppá, um hansara krøv um politiska reidilig- heit bert er vend móti gðrum og ikki tí flokki, sum hann sjálvur tænir. Óli Jacobsen. FÅ F B Oli Jacobsen hevur altíð verid og er eins og øll onnur vælkomin at senda Sosialinum greinar, á lesarabrøv o.a. tilfar. Tað er so okkara arbeiði at redigera hetta tilfarið so ella so, tó uttan at nakað verður sensurerað burtur ella broytt so mikið, at tað broytir meiningina. At vit i okkara redigering onk- untid eru komin til at nið- urfotografera skjøl i mål- inum so nógv, at innihaldið ikki sæst aftur er sjálvsagt okkara mis- tak. Men hetta hevur so sanniliga einki við sensur ella vanvirðing fyri einum fríum orðaskifti at gera, soleiðis sum skotið verður okkum í skógvarnar av Ola Jacobsen. | Nú skrivar Óli nógv og nógv av tí letur hann tían- betur Sosialin fáa, og tøkk ska: hann hava fyri tað. Høvdu tað so bara verið onnur, sum vóru líka íðin at brúka henda sjálvsagda rættin! Vit hava eftir førimuni roynt at seta innsenda til- farið væl upp og á hósk- andi plássi og fingið tað við í blaðið „næstan beinanvegin. So Óli hevur onga orsøk til at leggja blaðið undir at sabotera tað fría orðaskiftið bara tí at eitt skjal í einum av greinum hansara ikki sást so væl, sum tað átti. Vit meta, at meingarnar | hjá Óla Jacobsen eru komnar nóg týðuliga fram í tí tilfari hann hevur sent blaðnum ikki minst ti, at vit oftani hava prioriterad hetta tilfarið framum vanlig lesarabrøv við at gera fangandi og sigandi yvirskriftir umframt at brúka myndir til hesar greinar. Tað er ti eitt sindur hugstoytt nú at fáa alt ilt oman yvir seg. At okkurt mistakið er komið fyri kann væl vera men sum heild hevur Óli Jacobsen fingið ta blað- rúmd, sum hann hevur ynskt sær og so sanniliga eisini uppiborið, og nett- upp tað skuldi verið ein borgan fyri, at blaðið tekur hann í álvara. Hetta veit Óli eisini. Óli Jacobsen hevur ann- ars fullan rætt til at finnast at blaðnum. Men tað verð- ur so ikki hann, sum kem- ur at avgera, nær og hvussu blaðið metir tað vera rætt at finnast at javnaðarflokkinum og rikna politikkinum. Hetta må vera bladsins egna meting. Og tad er greitt, at blaðið, sum jú umboðar ein stóran lesaraskara, ikki heldur seg aftur at finnast at javnaðarflokkinum og politikki tess, tá hetta verður mett at vera rætt. So kann Óli Jacobsen halda, at hetta átti at verið gjørt í fleiri fórum, og tað verður so hansara meting. Tað er annars vón mín, at Oli Jacobsen ikki gevst við at brúka ta forum sum Sosialurin er fimm ferðir um vikuna at siga sína hjartans hugsan, eisini hana, sum er vend móti javnaðarflokkinum. Jan Miller, blaðstjóri Upplivið »Heygadrang« Vestmanna- gjørdar hvønn dag. Nærri fæst at vita á tlf, 24305. -