Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165— 2. september 1992 tíðindablaðið 110 ára gamli handilin við Gjógv: Orsók: Kappingin frá stórru handlunum og eyka arbeiði av momsinum Tað verður neyvan til tað, at ein av elstu handlum í Føroyum, handilin hjá Ola Debes vid Gjógv, fer at halda sin 110 åra dag 23. april næsta år. Try ættarlid hava havt handilin sidani Oli Debes bygdi sethús vid Gjógv í 1879 og fýra ár seinri handil upp í húsini. Seinri tók sonur hansara yvir, og nú hevur abbasonurin, Óli, rikið handilin nógvu sein- astu árini, men hann fer helst at gevast tá árið er av Hetta er einasti handil við Gjógv. Oli Debes sig- ur, at sølan er nógv minkað seinastu árini. Kappingin við størru handlarnar við tilboðum og stórum vgruúrvali sin- um er stór, og nú moms- urin kemur, verður so- mikið nógv av eyka ar- beiði, at Oli hugsar um at gevast. -Men tað verður undar- ligt fyri meg, og eg havi eisini hugsað um tey eldru í bygdini, sum fara at missa einasta handilin sum er, men at hava ein handil bert fyri at hava hann, er ov møtumikid, heldur Oli Debes fyri. Handilshúsini við Gjógv eru friðað. Einki má broyt- ast uttan við loyvi frá frið- ingarmyndugleikunum. Men so at siga alt er tað sama sum fyri 109 árum síðani. Einasta nýggja eru tvær hyllar, el er komið í handilin, ein frysuboks og kassaapparaud. Oli Debes sigur, at ætlanin er ikki at taka nakad ur handlinum av innbugvinum, fer hann at gevast, og hava fólk hug at koma innar at siggja, hvussu ein gamal bygda- handil så út, fer tað helst eisini at bera ul. Handilin hvørvur, men fornluturin stendur eftir ístaðin. tór.- Síða 7 Óli Debes í handlinum við Gjógv. Vektin, hann hevur í hondini, eins og meginparturin av ødrum innbúgvi og amboðum, hevur verið í handlinum øll 109 árini handlarnir Í vanda , Formaður i Føroya Keyp- mannafelag óttast fyri, at smærru handlarnir, serliga teir í smábygdunum, fara at hokna undan momsinum Eisini Føroya Keypmanna- felag hevur verið inni í myndini tá Skattanevndin vidgjørdi uppskot lands- styrisins um moms. For- madur felagsins, Regin Stóra vøruúrvalið og tilboðini í størru handlunum lokka Mynd: Kalmar Andreassen sigur, at eitt av teimum størru áhugamál- um var at fáa eina skipan við teirri vøru, sum longu er á goymslu, og sum í ávísum fórum hevur ligið leingi á goymslu. Hesun ynski gekk fyrst Skatta nevndin og síðani løgung ið teimum á mó, og tað er hann fegin um -Prinsipielt eri eg heldur ikki ímóti eimi tílíkari skipan, men eg óttist fyri, at tað vera fleiri smærri handlar, sum ikki fara at halda seg til at stýra hesi nýggju skipanini bókhalds- liga. Allir hava ikki orku ul tess, og ti er vandi fyri at teir halda uppat, sigur Regin Andreassen. Hann ber serligan ótta fyri teimum smáu handlun- um í teim smæstu bygdun- um. -Har er kanska bert tann eini handilin sum er, og einki er at ivast í, at hesin er í vanda efur 1. januar. Tá verður serliga trupult hjá eldri fólki at fara til handils, um næsti handil er í grannabygdini, men tað kunnu vit sum felag ikki gera nógv við, sigur Regin Andreassen. Hann vísir á, at tá danir fingu moms, lat fjórði hver handil aftur efur stuttari tíð. Spurdur um hann roknar við einum ávísari broyting handilsmynstrinum í til Havnini lomis øn Sigur, Regin Andreasen, at tað er kki óhugsandi. At teir ør handlarnir fara at aKaå ira lemum smærru er NKI i CISINI 1 Havn tor.-