mikudagur 2. september 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
í
i
Nr. 165— 2. september 1992 tíðindablaðið
Brunamål,
og úthúgving
av brandmonnum
Í Sosialinum nr. 155 tann
19.08.92 framber blad-
maðurin Heri nøkur Sjón-
armið hjá »brandmanni«
um brunatrygd og útbúgv-
ing av brandmonnum.
Heri bað meg um
viðmerking til hesi
sjónarmið.
Í sama Sosiali hevur
blaðmaðurin Tór fingið
viðmerkingar til hesi somu
sjónarmið hjá >brand-
manni< frá Brunaumsjón
og brandmeistaranum í
Havn.
Fari at loyva mær nakrar
viðmerkingar til alt tað,
sum varð ført fram í hes-
um Sosiali, og onkrar egn-
ar tankar hesum viður-
skiftum viðvíkjandi aftur-
at
Brunalógin, -
Brunaums onin,
Brunarådi
Allir menn eru samdir um,
at brunalógin ikki virkar
eftir ætlan. Tað kann hon
heldur ikki, soleiðis sum
hon er uppbygd. Treytin
fyri at hon kann virka er
jú, at tær reglur og fyri-
skipanir, ið nevndar eru í
lógini, verða gjørdar, og at
ein brunaumsjón er at seta
tær í verk. T.d. heimilar
lógin landsstýrinum at
áseta reglur um útbúgving
av starvsfólkinum í sløkki-
liðinum, og áleggur
Brunaumsjónini at hava
eftirlit við útbúgvingini.
Eisini heimilar lógin
Brunaumsjónini at áseta
reglur um venjingar hjá
sløkkilidinum. Hvørki um
útbúgving ella venjing eru
reglur gjørdar, hóast lógin
er frá 86.
Paragr. 1 í lógini slær
fast, at Brunaumsjónin
hevur eftirlit við:
1. Tilbúgving og útgerð
hjá sløkkilidunum.
2. Gerð av brunareglu-
gerð.
3. Vatnveiting til sløkki-
lid.
4. Avaringarskipan hjå
sløkkilidunum.
5. Útbúgving av manning-
ini i sløkkilidunum.
Tann eini maðurin, sum
mannar Brunaumsjónina,
hevur úr at gera við at taka
sær av byggitekniskum
brunamálum, havi eg skilt,
og kann tí als ikki komast
út yvir eisini at taka sær
av og seta seg inn í viður-
skifti á »sløkkisiduni«.
Tað er jú mark fyri, hvat
ein einsamallur maður
megnar. Kortini roynir
hann eisini at klára sløkki-
síðuna. Hetta argar meg,
tá hann alment so úttalar
seg um viðurskifti, hann
ikki hevur sett seg inn í,
helst tí hann ikki hevur
havt stundir. T.d. fortelur
maðurin á Brunaumsjónini
fyri fjølmidlunum fyri um-
leið einum ári síðan, at
ongin útbúgving er at fáa
fyri brandmenn í Føroy-
um. Fáar dagar seinni
skammrósar hann Brand-
skúlanum í Útvarpinum.
Nú fortelur hann so aftur
Sosialinum, at útbúgving-
in av brandmonnum er ov
vánalig.
Fari í hesum sambandi
enn eina ferð at heita á
Brunaumsjónina — hesa
ferð alment — um at lata
vera við at úttala seg um
hesi útbúgvingarviður-
skifti, fyrr enn hon hevur
skaffað sær neyðuga og
sakliga kunnleikan. Og til-
boðið til Brunaumsjónina
frá Brandskúlanum um
innlit, og høvi at koma við
góðum ráðum til, og gera
atfinningar at brandskúla-
viðurskiftunum stendur
við enn sum áður.
Brunaráðið kenni eg
ikki so nógv til, hvussu
tað virkar ella ikki virkar.
Men um rætt skal vera
rætt, so eigur tann eini
limurin í Brunaráðnum í
hvussu so er ta størstu ær-
una av, at vit eiga ein
brandskúla í dag. Tað er
mest honum fyri at takka,
hóast tógvið stríð, at
Brandskúlin varð settur á
stovn.
»Brandmadurin«
Vit eru samdir í nógvum,
tú førir fram. Men hvørj-
um endamåli tænir tad at
geva villleidandi upplys-
ingar um útbúgvingina av
brandmonnum á skúlanum
við Air??? Tú veitst jú
betur. Og hví anonymur?
Tað er onki forgjørt í at
hava eina meining um
tingini. Tú veitst væl, at
brandmonnum stendur ein
útbúgving á Brandskúl-
anum í boði, og at henda
ikki varar 3 dagar, men
eina viku. Tó, rætt er tað,
at hon ikki er kravd av
myndugleikunum, heldur
ikki Brunaumsjónini.
Tú sipar til íslendsk út-
búgvingarviðurskifti, har
lærarar ferðast runt landið
at læra frá sær (hetta visti
eg onki um) og heldur
saman við Brunaumsjón-
ini hetta vera eitt gott hug-
skot. Henda tanka legði
Brandskúlin fyri Bruna-
umsjónina fyri fleiri árum
síðan, men onki kom burt-
ur úr.
I desember mánað sein-
asta ár hevði eghøvi at
kunna meg eitt sindur um
sløkkividurskifti í Íslandi.
Umframt tað var eisini
upplýsandi grein í danska
blaðnum >Brandværn<
um útbúgvingarviðurskifti
í Íslandi. Fyri at lýsa við-
urskiftini har eitt sindur
gjøllari enn tú, loyvi eg
mær hesar upplýsingar:
Frá 1970 hava verið hildin
skeið, sum hava varað 10
dagar, fyri brandmonnum,
men ikki roykkavaraskeið.
Frá 1983 hava verið hildin
3-daga roykkavaraskeið
saman við 3-daga brand-
skeiði.
Síðan 1989 hevur verið
kravt fyri at vera fult út-
búgvin brandmaður skeið
í roykkaving og brand-
sløkking 60 tímar tilsam-
ans.
A íslendsku brunaumsjón-
ini starvast 4 fólk.
Í desember 1991 fanst
onki brandhús/venjingar-
bygningur og ongin royk-
kavarabani. T.v.s. ongin
brandskúli sum slíkur var
tá í Íslandi.
"Hvat skúla og venjing-
arumstødum viðvíkur, eru
vit sostatt betur fyri, og
longdin á okkara skeiðum
er ikki heilt av leið, sam-
anborið við íslendsk
viðurskifti.
Í Danmark vara skeiðini
fyri brandmenn 3 dagar
(seinast eg visti).
Hvussu skipavit
okkara viðurskifti
framyvir?
Tað finnast góðar læru-
bøkur á donsku máli, har
tað ber til at lesa sær til
nógvan hollan kunnleika
um sløkkividurskifti og
brandmannsarbeiði —
teori. Einum nýtist ikki
skeið ul alt — ella hvussu?
Vit kundu saktans long út-
búgvingina av brand-
monnum á Brandskúlan-
um, ella skipa hana ødr-
vísi, um fleiri instruktórar
vórðu settir. Facilitetirnir
eru her, eisini til leiðara-
útbúgving. Hvor skal av-
gera hetta? og hvør skal
gjalda? Hvor vil gjalda?
Sambært Brunaum-
sjónini eru 450 brand-
menn í Føroyum — uml. 1
fyri hvørjar 100 íbúgvar.
Til samanburð er uml. 1
brandmaður fyri hvørjar
1000 íbúgvar í Danmark
(nevniliga uml. 6000
brandmenn smb. upplýs-
ingar i »Brandværn«).
Hvat er eitt rimiligt og
hóskiligt utbigvingarstødi
hjå ti føroyska brand-
manninum eftir føroysk-
um viðurskiftum? og
hvussu skal ein rímilig,
hóskilig og forsvarlig út-
gerð vera?
Og ikki minst, hvat er
økonomiskt forsvarligt og
Sida 13
skilagott?
Hetta eru ósvaraðir
spurningar.
Brandskúlin hvorki
kann ella skal einsamallur
svara teimum.
Torfinn Hentze.
Brandskúlin,
við Air
Vinyl- og gert |
HANDSKAR
til alt arbeiði
Inn-
fluttir
bein-
leiðis
úr
Japan
ADC
Heilselan
Láarvegi 14 . Tórshavn
Tlf. 15828 . Fax. 15893