mikudagur 2. september 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 165 — 2. september 1992
Til allar eigarar av
leysgangandi hundum
Hereftir skulu tykkara
hundar ikki føla seg for
tryggar vid at nærkast mær
og minum hundi.
Fríggjadagin 28.8. fór eg
ørindi í býin og hevði
hundin hjá mær við í bandi.
Eg havi eina ógvuliga fitta
og hampuliga minicolly tík.
Hon er 1 ára gomul og blíð
við allar hundar. Eg plagi at
lata hana »snakka« við aðr
ar hundar, sum vit møta. Tá
vit koma oman til handilin
hjá Martin Haasen, kemur
ein fremmandur (leysur)
hundur aftan í frå ul mín
hund. Eg bleiv eitt sindur
kløkk. Hann var nógv stórri
enn mín og ógvuliga tjúkk
ur. Eg steðgaði á fyri at lata
teir >snakka< saman, men
tað skuldi eg ikki havt gjørt
Knappliga legði hann eftir
mínum, sum ikki royndi at
verja seg. Eg var í dýrastu
neyð og royndi at hála mín
undan, og bað hin sleppa
sær burtur, men tað var ein
góð løta, áðrenn hann slept.
Min hvein eina løtu, aftan á
at hin hevði slept. Eg lyfu
mín hund upp á trappuna
hjá Martin Haasen og kann-
aði hann so frægt sum eg nú
dugdi, men sá onki á bak-
kroppinum, sum hin hevði
lagt eftir. Vit vóru báðar
ógvuliga skelkaðar. Tá vit
fóru víðari oman brekkuna,
vendi eg mær á. Hin hund-
urin var aftur á veg oman ti
okkara, men vendi við aftur,
tá eg bað hann sleppa sær
burtur. Hetta var triðju ferð,
ein leysur hundur leyp á
mín, men báðar tær fyrru
ferðirnar var eigarin í nánd
og tók teir. Tað vísti seg í
báðum fórum, at tað vóru
tíkar, tann eina cin sjefari,
og hevur tað ivaleyst eisini
verið ein tík hesafer. Men
tað er ongin umbering. Vit
fóru ul familju, sum eg havi
í miðbýnum. Har var ein,
sum kundi koyra okkum
heim. Um kveldið, tá eg
kelaði fyri hundinum, hvein
hann og rýmdi, so hann fekk
ilt. Tvær ferðir sá eg bak-
beinini fara undan honum.
Onkur hevur bjóðað mær
ein písk at hava við hereftir,
tá vit fara út. Eg segði nei.
Men eg fari at taka av til
bodnum, og eg ætli mær at
brúka hann. Tann næsti stóri
fremmandi hundur, sum
nærkastog ikki skrubbar av,
tá eg biði hann, fær pískin.
Nú vita tit tað, og leggja tit
nakað í tykkara hundar, so
syrgi ut fyri at teir ikki
ganga leysir og eru til ampa
fyri onnur. Leggja tit onki í
teir, so fái teir avlívaðar, tí
so hava teir onki lív hjá
tykkum álíkavæl.
Jutta Petersen
Fr
INNBJODAN
Í døgunum 3. og 4. september visa vit fram alt tað nyggjasta
innan skrivstovutøkni.
Tað hevði glett okkum at sæð teg, ella umboð fyri virki tykkara á
framsýningini, har høvi býðst at dagføra tína vitan um skrivstovu-
tøkni, umframt at gera kvetti við serligum framsýningartilboðum
frá Rank Xerox.
Vit gleða okkum at síggja teg.
GALVANISERING
Um tygu hava nak:
galvaniserast
- so ring 87013
Fa. Galvanisering
Box 222 - 700 Klaksvik
3, sum skal
Í
Lýsing um
studning til
stráfóður
tudningur til stráfóður verður veitt-
ur við heimild í fíggjarlegtingslógini
fyri 1992.
Studningur verður veittur til:
1) framleiðarar, ið hava framleitt
minst 5000 kg av mjólk farna
árið og/ella
2) framleiðarar, ið hava framleitt
minst 4 tarvaslakt eldri enn 15
mánaðar og/ella minst 4 kvígur.
Undantiknir hesum treytum í
pkt. 2 eru framleiðarar í: Myki-
nesi, Gásadali, Koltri, Skúvoy,
Dímun og Fugloy.
Studningurin er kr. 33,/m? av hoyggi
og kr. 100,-/m? av súrhoyggi. Studn-
ingur verður ikki latin fyri teir fyrstu 2
m*, og síðan í mesat lagi fyri 12 m?
pr. kúgv.
Umroknað er: 1 m? av súrhoyggi tað
sama sum 3 m? av hoyggi.
Ungneyt 1-2 ár verða roknað sum
2/3 kúgv.
Ungneyt undir 1 ár verður roknað
sum 1/3 kúgv.
Mjólkarvirkini senda yvirlit yvir fram-
leiðarar, ið hava latið mjólk til virkið.
Framleiðarar, ið hava selt mjólk pri-
vat, skulu hava váttan frá bygda-/
býráð yvir framleiðsluna, og skal
váttan fylgja við umsóknini.
Fyri seldar kvígur skal keyparin
vátta. Fyri tarvaslakt verða váttanir-
nar í sambandi við umsókn um kjøt-
studning nýttar sum grundarlag.
Fyri at fáa studning skal umsókn
sendast Føroya Jarðarráð innan 20.
september 1992, og verður síðan
farið undir uppmáting av fóðrinum.
Tórshavn, tann 31 august 1992
FØROYA JARÐARRÁÐ
Postboks 50
110 Tórshavn
ODO OD DO [DO ——|——
LL om nm Í