Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165— 2. september 1992 yrireikað til óhappið Læknar, sjúkrasystrar og fólk á vaktarskipunum hava nú lært at nýta trýsttangan, ið skal nýtast, um onkur fær kavara- sjúku Ttíggju fólk á Landssjúkra- húsinum - læknar og sjúkra- systrar - ein á Arbeidseftir- litinum og seks mans umborð á skipunum hjá Vaktar á Bjargingartæn- astuni hava nú lært, hvussu tey skulu bera seg at, um óhappið hendir, og onkur fær sonevndu kavarasjúk- una. Kavarar og froskemnn kunnu fáa kavarasjúku, um teir hava verið á djúpum og koma ov skjótt uppaftur. Alla seinastu viku, mána- dagin og týsdagin hava hesi 17 fólk verið á skeiði, ið varð hildið í hølunum hjá Vaktar á Bjargingartæn- astuni Yvir við Strond í Havn. Har stendur trýst- tangin ella dekompressi- ónstangin, sum hann á fak- máli eitur. Henda tanga verða verða fólk við kav- arasjúku løgd i. Elmar Højgaard å Vaktar & Bjargingartænastuni hevur sjålvur lært hetta i sini kavaraútbúgving. Hann hevur verið við til at undirvíst saman við einum lækna og trimum instruk- tørum, ið komu til Føroya at undirvdisa, frá donsku sjó- verjuni. Frammanundan er ikki til at vita, hvussu ofta tað kann væntast, at brúk verður fyri trýsttanganum. Í nýggjari tíð hevur bara eitt dómi verið í Føroyum um kavara- sjúku. Tað besta hevði sjálvandi tíðindablaðið verið, um ongantíð var neyðugt at brúkt hana, men eingin veit. Tað kann altíð henda, at onkur kemur illa fyri í arbeiði við alibrúkini, og so eru tað tey, sum kava í síni frítíð. Royndimar í Danmark eru, at í flestu fórum eru tað ferðafólk, sum hava kavað og fingið kavarasjúku. Á skeiðinum lærdu luttakararnir nógv um, hvat hendir likaminum, tá trýstið broytist. Teir á vaktarskip- unum eru allir kavarar, men hinir luttakararnir vóru sum partur av undirvísingini eisini í svimjihylinum og lærdu um at kava. Tað verða iki fleiri slík skeið við útlendskum undirvðisarum. Nú taka tey, sum duga, yvir. Nær tey fara at hava nýtt skeið fyri fleiri, er ikki avgjørt, sigur Elmar Højgaard. randi Sjúkrahúsfólk og mann- ing av vaktarskipunum hava verið á skeiði, ið vardi í sjey dagar, og lært at viðgera fólk við kavarsjúku Mynd: Kalmar Óli Heinesen, býráðsformaður: Kommunan verður dýrari at reka -Við mínum besta vilja dugi eg Ikki at síggja, at nakað sum helst verður bíligari við moms- inum, men enn eru nógvir iva- spurningar, sigur býráðsfor- maðurin í Klaksvík Tað tykjast enn at vera sera nógvir ivaspurningar hvat momsinum viðvíkur. Eisini býráðsformaðurin í Klaksvík kundi hugsa sær at fingið nakrar av teimum svaraðar. Millum annað um hvgrja ávirkan moms- urin hevur á kommunu- kassan. Hann heldur, at enn er sera ógreitt hvussu verður við øllum tí innkeypi, sum kommunan hevur, og hvussu verður við teimum tænastum, kommunan letur borgarunum. Lógina kenna vit, men nú bíða vit eftir regliugerðum, sum skulu greiða nærri frá hesum viðurskiftum, sigur Oli Heinesen sum vónar skjótt at fáa hesar reglugerðir. Millum annað tí enn er óvist hvussu momsurin fer at raka kommununa, og hetta má hann fáa at vita nú, tí í seinasta lagi 1. oktober skulu allar land- sins kommunur hava sína fíggjarætlan lidna at senda landsstýrinum. - Men eitt ivast Oli Heine- sen ikki í. Alt verður dýrari eftir at vit hava fingið moms. Eisini at reka eina kommunu. Størsta vandan við momsinum heldur byråds- formadurin i Klaksvik t6 vera innkrevjingina. Fleiri tåsund innkrevjarar verda, og øllum hesum skal land- ið hava pengar frå, og tað heldur Oli Heinesen íkki fer at vera líka lætt í øllum fórum. Hann heldur, at neyðugt verður við fleiri fólkum at halda skil á hesum, og harvið fáa vit eina alt ov stóra umsiting í mun til fólkatalið. tór.- | Húsalánsgrunnurin: -og avdráttartíðin styttast. Møguliga sleppa tey, sum sita við teimum nýggjastu og størstu lånunum undan rentu- hækking Fíggjarorkan hjá Húsaláns- grunninum er nær tengd at teirri játtan, grunnurin fær á fíggjarlógini. Á fíggjar- lógini fyri næsta ár sæst, at grunnurin fær fimm milli- Sethúsalánini frá Húsalánsgrunninum verða dýrari. Mynd: Kalmar ónir, og tað er alt ov lítið til at Húsalánsgrunnurin kann halda fram við núver- andi lánipolitikki. Hetta verður eisini sagt í eini viðmerking til fíggjar- lógina. Har verður millum annað sagt, at neyðugt verður við broytingum av rentu og avdráttartíð av nýggjum sum av játtaðum lánum. Men so verður skoytt uppí, at møguleiki er fyri, at tey, sum sita við høgum húsaútreiðslum, verða hildin uttanfyri. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður sigur, at hugsast kann, at gjørd verður ein serlig skipan fyri tey, sum hava bygt í serliga dýru tíði..i -millum 1984 og 90, og sum neyvan hava ráð til nakra rentuhækking. tór.-