Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Vill biljagstran Endaði í einum kontalnara Ein 20 åra gamal klaksvikingur slapp undan politinum i Eystur- oynni. Hann var so heppin at koma fram á ein tóman kontainara í Vestmanna. Bilurin var koyrdur inn uttan nakar sá, hurðarnar Br og horvin var bilurin Fríggjadagin 21. august stóð politiið í Eysturoynni við brúnna Við Streymin og máldi ferð. Tá kom ein bilur úr Streymoynni og hann hevði ggiliga ferð. Politiið helt aftaná honum, men bilurin var ringur at fylgja hann koyrdi millum 140-160 kmt. í løtum. --Tann 20 ára gamli bil- førarin yvirhálaði hvønn einasta bil hann kom framvid og hann yvir- håladi enntå fleiri i Eysturoyartunnlinum, sig- ur vakthavandi á poli- tistóðini í Runavík. --Tá hann var komin út úr tunnlinum eystanfyri vendi hann og helt inní aftur. Politiið fekk eisini snarað og helt aftná bil- inum. Men vit mistu hann burtur í Kollafirði, tó fingu vit nummarið av bilinum og vistu hvør átti hann, sigur vakthavandi å politistødini i Runavik. Endaði i Vestmanna Ein kelda sigur við So- sialin, at bilurin endaði í Vestmanna. Bilførari koyrdi inní ein tóman kontainara, sum stóð opin og goymdi hann har. Síðan gongur ein søga um, at bilfgrarin skuldi hava leigað ein lastbil eftir kontainaranum og flutt hann við bilinum til Klaksvíkar. Hesi tíðindi hava vit tó ikki fingið váttað. Dagin eftir, tann 22. august fekk politiið hend-- ur á unga klakvíking- inum. Teir ringdu til Klaksvíkar og bóðu hann koma til avhoyringar. Maðurin kom eisini til politistødina í Runavík sama dag og varð av- hoyrdur. Fútin fær málið ein av fyrstu døgunum. --Undir avhoyringunum segði maðurin, at hann hevði goymt bilin í Kvi- vík, sigur vakthavandi á politistødini í Runavík. jústinus Nr. 165 — 2. september 1992 OSIALURIN - einasta hlað 5 ferðir um vikuna Dánjal av Rana, býráðsformaður, á kamelbaki Vinabýir orðum og myndum Í samfull fýra ár hevur felagið Føroyar-Israel virkað fyri vinabýarsam- bandi landanna millum og í ár eydnaðist tað so. Tá skrivaðu býráðsformaðurin á Tvgroyri, Dánjal av Rana og bygdar- ráðsformaðurin í Skopun undir sáttmála við sínar vinabýar í Ísrael. Hjá Tvøroyri er Atlit vinabýur og hjá Skopun eitur vinabýurin Gan- Raveh. Um hetta eru drúgvar frásagnir við myndum í seinastu Dávidsstjórnu, blaði felagsins, sum júst er komið. Millum annað greiðir forkvinna felagsins, Lydia Arge frá hendingini. Hon sigur millum annað, at ein av orsøkunum til, stígur kom í at laa vina- býarsamstarvið í lag var, at Saddam Hussein leyp á Israel við sínum scudrakettum 18. januar í fjør. Í blaðnum liggur giro- kort, har til ber hjá fólki at tekna seg sum lim í felag- num, eins og at tekna seg fyri eini peningagávu til ymisk endamál. tór.- Jákup A. Jacobsen Dan Nielsen Í sambandi við at Jákup A.Jacobsen leggur frá sær vegna aldur, og Dan Nielsen tekur við leiðsluni av deildunum á Tvøroyri og Hvalba, verður måttøka í deildini á Tvøroyri hósdagin 3. september 1992 frå kl. 15.00 til 17.00 Í SJOVINNUBANKIN US okkara banki Ofta fyrispurningar um leigutúrar Sunnudagin fer flogfarið hjá Atlantic Airways við føroyska fótbóltslandsliðnum til Wales. Tað skal, sum fyrsta føroyska flogfarið lenda á flogvøllinum í Cardiff. Men hetta er ikki einasti leigutúrurin hjá føroyska flogfarinum í næstu framtíð. Mikudagin 9. september hevur Norðurlanda Húsið leigað flogfarið til Gøteborg. Síðst í september verður ferðamannastevna i Íslandi, og í hesum sambandi fer Atlantic til Íslands 23. vid føroysku luttakrarunum og eftir teimum fýra dagar seinri. Í oktober er eisini onkur leigutúrur. Millum annað skal flogfarið flyta eitt danskt ferðalag til Fraklands. Frá Atlantic Airways verður sagt, at tey fáa nógvar fyrispurningar um leigutúrar,- eisini uttaneftir, men flogfarið hevur nógv at gera á Føroya-leidini, sum er 0: Ávan og tí er ofta neyðugt at siga nei tór.-