mikudagur 2. september 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 165— 2. september 1992
Sjónleikarar, leikstjóri
og teknikarar eru júst
farin undir at venja,
hóast tey ikki eru
fullmannað enn.
Vinstrumegin
síggjast: Gunnvá
Zachariasen, Rannvá
Christiansen, Kári K.
Mouritsen, Kári D.
Petersen, Hjórdis
Trónd, Tórunn
Magnea, Eyvør
Patursson, Poul
Joensen, Niels
Nielsen og Anker
Mortensen.
Tað er kanska ikki av til-
vild at Havnar Sjónleikar-
felag júst í ár setur leik á
pall, sum hevur við rús-
drekka trupulleikar at gera.
Tað er nú, nýggja rús-
drekkalógin skal standa
sína roynd, og ikki er
neyðugt at dylja fyri, at
slíkir trupulleikar eisini
skulu viðgerðast alment.
Vit mugu sjálvi taka á-
byrgdina.
Í gjár fóru sjónleikarar í
Havnar Sjónleikarfelag
undir at venja ein nýggjan
leik, sum væntandi verður
at síggja á palli um einar
seks vikur.
Leikurin "Blindspæl",
eftir Claes Andersson, rit-
høvunda í Finnlandi, hev-
ur verið nógv spældur í
Norðurlondum.
Rithøvundin virkar í løtu-
ni sum politikari, men er
eisini kendur yrkjari.
Vantrivnaður
Tórunn Magnea, leik-
stjóri úr Íslandi skal seta
leikin upp. Hon hevur ve-
rið sjónleikari á Tjóðleik-
húsinum í Reykjavík í 30
ár, men er nú farin frá og
arbeiðir freclance við leik-
uppseting o.g. listarligum
virksemi.
Carl Johan Jensen hevur
føroyska leikin.
kvøldid greiddi leikarar og
Sjónleikur um rús-
drekka trupulleikar
Havnar Sjónleikarfelag hevur fyrstu framførslu
av leikinum "Blindspæl" um hálvan oktober.
Har verða spurningar settir við umstóðurnar hjá
familjuni at virka og trívast, tá papin hevur
verið alkoholikari í 20 ár, áðrenn hann fer til
avvenjingar
leikstjóri frá innihaldinum
í sjónleikinum "Blind-
spæl": Hann snýr seg um
eina familju, sum trívist
illa, tí pápin er alko-
holikari og hevur verið
tað í 20 ár.
Mamman og trý børn,
sum eru 16, 19 og 20 ára
gomul, hava liðið undir at
pápin hevur drukkið øll
hesi árini.
Pápin fer til avvenjing-
ar, og tá hann kemur
heimaftur, er hann sum
hamskiftur. Hann hevur
hug at taka taka lut í gerð-
armálum, sum viðvíkja
familjuni.
Mamman, sum øll árini
hevur havt ábyrgd av fam-
ilju síni, verður tíkin av
ræði, og børnini hava
onga virding fyri påpa-
num. Tey taka hann ikki i
ålvara.
Orkar ikki
fyri manninum
- Úrslitið av broyttu
umstødunum í heiminum
føra til, at mamman verð-
ur sjúk og innløgd. Hon
orkar stutt sagt ikki fyri
hesum manni sínum, sum
hon fekk heim aftur av
turkihúsinum.
- Ongar loysnir eru í
ljósmála í hesum leiki,
sigur Tórunn Magnea,
leikstjóri, og kanska eru
tær als ikki til í veruleika-
num.
Leikarnir eru samdir um,
at hendingarnar í leikinum
væl kunnu hugsast at fara
fram í familju við alko-
holtrupulleikum í Føroy-
um. Í
Hann tekur fram spur-
ningin, um tað er rætt at
liva við slíkum rúsdrekka-
trupulleikum í 20 ár, áð-
renn nakað itøkiligt
verður gjørt fyri at koma
sær burturúr slíkum 6føri.
Skemt og álvara
Hóast fråsøgnin ljóðar
ålvarslig og torfør, so er
leikurin eisini skemtiligur
å ein ålvarsligan hått.
Sjónleikarnir eru eini átta
í tali. Teir eru: Nora Bær-
entsen, Kári D. Petersen,
Poul Joensen, Kári K.
Mouritsen, Eyvør Paturs-
I
son, Jéan Danielsen,
Gunnvå Zachariasen og
Rannvå Christiansen.
Hjørdis Trénd er hjålpar-
leikstjóri.
Edith D. Jensen skipar
pallprýði og Anker Mort-
ensen, pallsmíð.
Niels Nielsen og Frank
Jacobsen standa fyri ljós-
setingini.
Dagny
NNU
Gevid børnunum |
HJÅLM! |
Á -
== Í Í
- DA) 4
Børn duga ikki so
væl at taka
hendurnar fyri seg,
detta tey å suklu
VERJID HOVDID! |
SONKNRNRNRRNERNE RENE RRRHRERAN DARREN nn nennt