fríggjadagur 4. september 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Muller
(Sosialurin,
Fyritaksstjóri: Krisjan Dani
Ljósmyndar: Kaímar Lindenskov
Joensen - Tørfinn Smith
- Hilmar Jan Hansen -
Utgevari: P/fSosialurin
Uppseting: P/fSosíalurin
Prent P/f Pressan 1981
Jøstines Eidesgaard
2
Dimma å
rættari leid
DIMMA skrivar leygardagin um
Ohugnaligu herferðina móti
sakleysum flóttafólki í týska bý-
num Rostock fyri kortum og
ilskast av røttum um, at slíkt
skal bera til í okkara siðmenta
vesturheimi, har frægasta
fólkaræði átti at valdað.
VIT hava fingið at vita, at teir,
sum aftanfyri ófriðin stóðu, vóru
bólkar av ytsta høgraveingin-
um, fremstir teirra millum ný-
nazistar, sum í hesum týsku
broytingartíðum fjølgast fyri
hvenn dag. Eisini hava vit nú
frætt, at meira og minni arbeiðs-
leysir fyrrverandi »trygdarløg-
reglulimir« úr gamla eystur-
týska Stazi hava verið uppi í
leikinum.
HETTA sigur okkum so mikið,
at vandi nú av álvara er á ferð.
Ti kunnu so totaliterar- og eisini
ódemokratiskar kreftir, hóast
ideologisku munirnar, ið áttu at
verið, ganga saman til at fremja
slíkan óflíggjaskap, kunnu tær
ivaleyst eisini gera tað við oðr-
um fyri eyga.
MEN helst bert til eitt vist, og tá
hava vit so kanska eisini í
trygga vestureuropa rokkið
krigsstødumarkinum.
SORGARLEIKIRNIR i sundur-
dotna Jugoslavia, teir vit frætta
minni um aðrastani á Balkan og
blóðuga stríðið millum ymsu
fólkabólkarnar í nærum ellum
gomlum tjóðum farna sovjet-
samveldisins, síggja vit tían-
verri ongan enda á sum er, og ilt
er tí at meta um, hvussu eitt nú
megineuropa man fara at taka
seg út um nøkur fá ár.
VIT vistu, hvat eystur- og vest-
urblokkur var, nú nærum einki.
At gamla sundurbýtið ikki kundi
standa við í ævir við tí fólkaræð-
isliga órættvísi og beinleiðis
kúgan, sum mangan var daglig-
ur kostur, skilja vit. Bert spell, at
vit ikki í ollum forum høvdu nak-
að betri at seta í staðin.
VIÐ avtøkuni av Warzawasam-
gonguni er eisini leiklutur Natos
i okkara heimsparti vorðin
meira politiskur enn hernaðar-
ligur — sigst. Í ollum forum bjóð-
ar hesin felagsskapur seg nú
fram til undir ST-leiðslu at vera
við til at loysa politiskar trupul-
leikar í gamla Europa, og er skil
i, kunnu vit ikki annað enn taka
við hesum tilboði.
HOVUÐSÁBYRGDINA fyri út-
sjóndini av einum framtíðar
Europa hevur og skal Europa
hava sjålvt. Fyrst og fremst
frælsu, framkomnu, europeisku
londini, sum enn eru sloppin
undan sorgarleikum, sum teim-
um á Balkan, men eisini onnur,
sum í hesum degum eru í ferð
við at loysa teirra tjóðskaparligu
munir á meira friðarligan hátt,
sum eitt nú tjekkar og slovenar.
ÁBYRGDARTYNGDIN fyri, at
alt ikki skal fara upp í royk, ligg-
ur tó á EEC. Skal framtidarskil
vera í hesum felagsskapi til eis-
Bústaður: Argjavegi 26
Telefon: 11820
Postadr: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teletax: 14720
Argjum
ini at gerast so sampolitiskur,
sum hann sigur seg vilja vera,
kann okkum kanska vera loyvt
at vóna, at hesin felagsskapur
tekur sær um reiggj av álvara og
sigur hartil og ikki longur, tá um
verandi fólkatýningar og beista-
gerðir á Balkan annars ræður.
MEN raknar hesin felagsskapur
ikki vid av ti, sum hendir i gamla
Eysturtýsklandi í løtuni, er sjålv-
sagt minni von fyri, at hann tekur
sær ábyrgd fyri at loysa trætur
uttan fyri felagsskapin í Europa.
DANIR segdu nei til seinasta
uppskotna slagið av europeisk-
um samveldi. lvaleyst høvdu
teir sum lítil tjóð i ti leikinum al-
góðar grundir til tess. Men
hvussu virkin felagsskapurin
man fara at vera í hesum
politisku og hernaðarligu træt-
um, sum valda í Europa í løtuni,
vrakar eisini Frakland, sum ein
av megintjóðum Europu, euro-
peiska samveldishugsjónina,
kunnu vit oll ivast í. Men livst so
spyrst.
å
Opid bræv
Um at takka
Jens Pauli Heinesen,
nást teljast millum tey
au her í Føroyum, sum
takka landsins kosnu
monnum fyri skilagott ar-
beiði.
Tí tað er onki at taka seg
aftur i, at fiski- og figgjar-
politikkurin, sum løgtingid
og landsstýrið hava rikið,
Skulu vit siga í 20 ár, er
høvudsorsøkin til ta til-
verukreppu, ið hevur fingið
at kalla hvørt føroyskt heim
atrilla og tað i ólukku máta,
Nógv hevur verið tosað
og skrivað um tann sjálv-
týningarpolitikk, løgtingið
okkara heimasjógvi (200
sjómíl), og spumingurin
um »to be or not to be«, tað
vil siga tilveruspurningur-
in hjá komandi ættarliðum í
Føroyum, ér meira aktu-
ellur enn nakrantíð. Nær
hava vit frá tingsins rødara-
palli hoyrt ålvarsligt orða-
skifti um tað konglomerat-
ið (samanblanding) av veð-
haldslógum, sum løgtingid
uttan eiti av eftirliti åhald-
andi hevur krøkt í hvønn
pengapung í Føroyum, og
sum gjørdist Damokles-
sverðið, ið skar okkum inn
á bein?
hevur rikið og rekur við Tað føroyska heimið
Dato Kommunur SEV Telefonv. Alm.grunnar
1.1.75 40.8 mió. 72.6 mið. 39.5 mió 0 mió.
1.1.87 250.6 mió. 91.9 mió. 279.7mió. 446.4 mió.
Tølini tala fyri seg. okkum.
Sum kunnugt gjørdust
veðhaldsskyldur lands-
kassans viðvíkjandi virkj-
um og feløgum at kalla
100% effekti var.
Hvussu kautiónirnar
mótvegis kommunum og
almennum grunnum fara at
roynast (uml. 700 milli-
ónir), fer tíðin at vísa
Taðer trupult at gera upp í
krónum og oyrum tað, ið
skattaborgarin hevur mist
orsakað almennum kau-
tiønum og almennum útlán-
um, men afturat tí milli-
ardaupphædd, talan er um,
koma so tey mongu
nýmótans og sera kostn-
aðarmiklu skipini, sum so at
blødir burtur.
Veruleikin er jú tann, at
reyði tráðurin í landsins og
løgtingsins patchwork
(klútateppi) vóru kautión-
imar hjá Palleba, og mest
ræðandi avleiðingin av
hesum er ránsveiðan í okk-
ara heimasjógvi umframt
drening av landskassanum,
kommunum og monnum í
fiskivinnuni og aðrari
vinnu á sjónum.
Í ársfrágreiðingum frá
ríkisumboðnum/landsstýr-
inum kanst tú millum
mangt annað lesa fylgjandi
um landskassans veðhalds-
skyldur:
Virki og feleg Tils.
47.4 mió. 200.3 mió
952.5 mió. 2020.8 mió.
siga øll eru farin av landin-
um.
Og oman á alt hetta kemur
tann vitleysa uttanlands-
skuldin, sum teir ráðandi
hvør í sínum lagi klandrað-
ust um: vóru vit skulda-
reyvar upp á 7, 8, 9 ella 10
milliardir, teir tóktust at
leita hvor í sínari skuffu.
Hver kann hava orð fyri
orðaskifti
slíkum dárskapi?
Jens Pauli, eg eri álv-
arsliga bangin fyri, at meg-
inparturin av okkara til-
verupontentiali er skrykt
undan okkum, og at navn-
geva slíkt katastrofu er ikki
Ov nógv sagt.
Hesin áralangi dansurin
um gullkálvin væl skipaður
og troðin av landsins fólka-
valdu monnum gjørdist ver-
andi og komandi ættarliðum
sonn ólukka.
Onki at ivast í at flest øll
føroysk heim mugu priori-
tera penganytsluna i hesi
rød: matur, klæði, ljósi,
varma, skuld og annað.
Nær, hvar og hvussu bók-
mentir og list verða pri-
oriterað av fólki, veit eg
ikki, men fløgtingsins figgj-
arlóg eru hesi fyribrigdi
nummar 15 í rgðini.
Sum tú veitst, so eru ein-
ans umleið 5% av okkara
fosturjørd løgd undir plógv,
og hetta, at so lítið er dyrk-
að, kostar okkum nógvar
milliónir 6; innflutning av
kjóti, eplum, grónmeti, úr-
dráttum úr landbúnaðar-
vørum og ødrum tilikum,
men skeitir tå til dømis i
fíggjarlógina 1990, so sært
tú. at løgtingid játtaði 2,225
milliónir til nydyrking v.m.,
og samstundis vórðu játt-
aðar 4,700 milliónir lands-
umsitingini at ferðast fyri
meer 0.s.fr.
Tå id vit settu føtur undir
egið borð, var tað við våna-
ligum borðsiði, vit løgdust í
troðið sum ravnar um deyð-
seyð.
Nei, lítið er at takka fyri,
tíverri.
Vinarliga
Heri Mohr
Ps.
Jens Pauli, hvat heldur tú
um tað, at okkara fólka-
valdu menn, okkara fjøl-
miðlar, t.v.s. fólk í útvarp-
inum, sjónvarpinum og
blødunum og annað gott
fólk kalla fisk, sum svimur í
sjónum, fyri råvøru? munnu
okkara bøndur fara at kalla
seyðin fyri råvøru? Kanska
vit onkuntíð fara at syngja
»Råvøran bítur, nú nýtast
sterkar hendur…«
ella
>Fast stóð í fonnum eitt
råvørufylgi…«
h.m.
{
|
» tørn
Se
Al.
I