Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. september 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 167 — 4. september 1992 SR S0Sialurin F, é Fíggjarlig tilbúgvingarætlan neyðug — kemur einki É — Uppskot på -Ikki fyribils í hvussu er, tí eg vil ikki aftur koma so fyri, at verða afturvístur av samgongu- feløgum mínum, sigur Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráð- harri, sum leggur aftrat, at tað nyttar sær so lítið at hava ætlanir, um hann ikki kann fremja tær politiskt,- men í dag er enn meira neyðugt at standa tilbúgvin enn fyri mánað síðani fjør. Hetta fekk Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráð- harra at siga, at neyðugt var við ymiskum tiltókum fyri at fáa fleiri krónur í Fyri júst einum mánað síð- ani var greitt, at munandi minni varð komið av skatti í landskassan fyri juli mánað enn tað kom í julí í Fíggjarmálaráðharrin í Keypmannahavn: Ikki eftir pengum -men fundast um lang- sigtaðar ætlanir Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri kom heim aftur í gjár av fundum, hann hevur havt í Keyp- mannahavn. Spurdur um hann kom heimaftur við fullari sjåttu av pengum sigur hann, at tað vóru ørindi hansara ikki í Danmark, og hevur hann tí hvorki pengasjáttu ella kekk við sær heimaftur. -Tingingar mínar hava als einki við støðuna í i løtuni at gera, men við komandi fíggjarlógina. Tað | snúði seg um planlegging av langsigtaðum fíggjar- Í loysnum, sigur fíggjarmálaráðharrin. : Sundstein hevur tingast fólk á lånimarknadinum, og hann sigur seg vera nøgdan við tað, hann fekk burturúr, men hann vil ikki gera nakra viðmerking til spurningin um hann heldur tað fer at bera til at taka fleiri lán upp framyvir. tór.- landskassar Hinvegin hildu millum aðrir Atli Dam, løgmadur og Anfinn Kallsberg, lagtingsformað- ur lítla orsøk vera fyri at fara út eftir fleiri pengum tá. Hetta tók fíggjarmála- rådharrin ti til eftirtektar Men nú skattatglini fyri august eisini eru komin sæst, at eisini hesin gav landskassanum munandi minni enn sami mánaður í fjør. Vit fingu fatur á Jógvan Sundstein, sum í løtuni er staddur i Keypmannahavn, og spurdu hann, um møgu- lig tiltøk eru enn neydugari i dag enn fyri einum mánað síðani. -At 70 milliónir fara at koma minni í landskassan enn mett varð í endur- skoðaðu fíggjarlógini, um vit framrokna hesi tel, kann eg ikki avvísa. Eg segði fyri mánað síðani, at um vit framroknadu tølini, vit tá høvdu, fóru 60 milli- ónir at resta í. Tá helt eg vera neyðugt at hugsa um tiltøk, men tå fekk eg at vita frå samstarvsflokkum mínum, at tað skuldi eg lata vera við. Um eg framhaldandi skal lurta eftir teimum má eg taka Á H stødu til. Eg rokni enn vid, at fíggjarliga úrslitið verður eitt sindur frægari, sum árið líður, men tað nyttar mær einki at hava ætlanir, um eg íkki kann fremja tær politiskt, sigur Jógvan Sundstein. Um tað er enn meira neyðugt við tiltøkum nú sigur fíggjarmálaráðharrin, at tað er í øllum fórum meira aktuelt nú at vera ulbúgvin við eini ætlan. Vil ikki verða afturvístur Spurdur um hann hevur nøkur tiltók klár sigur Sundstein, at hann fer í hvussu so er ikki at koma fram við teimum. Í hvussu er ikki við nøkrum, sum bert verður afturvíst av samgongufeløgunum. Og tað roknar tú við at tey verða? -Eg vil í hvussu er ikki koma soleiðis fyri, at verða afturvístur. Eg vil heldur fara at viðgera møgulig tiltøk saman við samgonguni tá eg komi heimaftur. Nógvur frádráttur Jógvan Sundstein sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at minni kemur inn í skatti. Tað eru mong, sum hava stórar skattafrádráttir or- saka av at menn hava veðhildið fyri skip og virkir. Men hesir frådråttir eru bert fyribils,- so leingi teir eru galdandi. Men Síða 3 haraftrat mugu vit eisini ásanna, at minni verður goldið út í lønum nú, sigur fíggjarmálaráðharrin. Sundstein sigur, at heilt mong eiga løn til góða. Millum annað hava fleiri skip ikki avroknað fyri fleiri túrar. Trolararnir, sum hava fiskað í Barents- havinum, hava ikki av- roknað tveir teir seinastu túraranar. Fíggjarmálaráð- harrin heldur, at millum annað tí kunnu hesi soltnu skattatølini ikki nýtast sum grundarlag at meta um skattainntøkuna næsta år. tór.- Pengar til næstu lónirnar? Tað rokni eg vid -eg kann í hvussu er ikki í dag siga, at vit ikki hava lønir at gjalda hendan mánaðin, sigur fíggjarmálaráðharrin Um fastlønt fáa sina løn til tíðina velst um gjaldføri landskassans. Tað hevur ljóðað, at tað er sera tóm- ligt í landskassanum, og so seint sum fyri fáum døgum síðani segði ein av sam- gongutingmonnunum, Olaf Olsen, at vit fåa kanska eitt skrædl um nakrar vikur. Men heldur fíggjarmálaráðharrin, at pengar vera til lønir tå hesin mánaðurin fer at halla? -Tað rokni eg við Men tað eru onnur ið halda, at sera tómligt er í landskassanum! - Tad eru altíð nøkur sum eru so klók. Tað er hóast alt ein heilur mánaður til lønimar skulu gjaldast. Eg rokni ikki vid, at proppur kemur í til næstu lønariit- gjalding. Men aftur? -Tað er ringt at siga Letur Olaf Olsen ov illa 2 so næsta mánað at -Kanska málar hann tað nakað svart, men han hevur fyri ein stóran part rætt í tí hann sigur, og tí ræður um at fáa nakað gjørt nú, men mangan er trupulleikin, at tað tekur tíð at fáa politiska semja um tiltøk, sigur Jógvan Sundstein Olukkan í summar Fíggjarmálaráðharrin heldur, at tiltøkini, lands- stýrið framdi í summar, góvu ikki nóg gott úrslit. Olukkan var, at ov long tíð gekk til at menn vóru samdir um hvat skuldi fremjast, og haraftrat vóru tiltøkini ikki nóg vittfevn- andi. -Eg hevði sjálvur nøkur uppskot, og vóru tey framd í sínum upprunaliga líka, høvdu tey virka betri, sigur fíggjarmálaráðharrin. tór.-