leygardagur 5. september 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
tíðindablaðið
ESAMD
Åbyrgdarbladstjon: Jan Muller
Fyntaksstjóri: Krisjan Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfølk: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tørfinn Smith
- Hilmar Jan Hansen -
Útgevarí: P/fSosialurin
Uppseting: P/FSosialurin
Prent P/f Pressan 1981
Jústines Eidesgaard
Bústaður. Argjavegi 26 | Postadr: Postsmoga 76
Argjum 110 Tórshavn
Telefon: 11820 Telefax: 14720
Veida og
veiðilóg
HETTA er tann tíðin, tá menn
taka havhest, og eisini kann
skarvur skjótast frá 1. septem-
ber. Næsta mánaðarskifti er
eisini loyvt at skjóta lomviga,
álku og lunda.
IKKI er tað sørt, at hesir
meguleikar verða — troyttir.
Veiðilyndi er í mongum føroy-
ingi borið og ein ítrótt er tað
eisini nú á døgum. Fyrr var
veiðan neyðug fyri at lívbjarga
sær. Tað er hon ikki i dag,
men kortini hevur fongurin al-
stóran týdning í mongum
heimi. lkki minst í hesum
trongu tíðunum. Tað sæst eis-
ini á talinum á bátum, sum
»Stima« eftir havhesti.
SPURNINGURIN er so, hvussu
vit húsast við hesum tilfeingin-
um, og hvussu myndugleikar-
nir seta karmarnar upp fyri
veiði eftir sjófugli, tí talan er
bæði um ein umhvervisspurn-
ing og ein veiðispurning.
FYRR í ár legði landsstýrið
fram eitt uppskot til nýggja
veiðilóg. Uppskotið hevði nógv
gott í sær, men har vóru
sanniliga eisini lýti. Uppskotið
var ein forboðslóg, men nøkur
undantøk eru um hver fuglur
kann veiðast.
TAÐ fall td. mongum fyri
bróstið, at ikki skuldi vera loyvt
at skjóta skurða, kráku og
ravn á landi. Og tað forboðið
var fullkomiliga óneyðugt.
Meira enn nóg mikið er til av
hesum skaðafugli og skurður
er góður matur. Hetta var eitt
av teimum pettunum í lógini,
sum bæði veiðimenn og ting-
menn vóru ímóti, so tað kundi
verið broytt.
LOMVIGIN verður altíð settur í
samband við fuglaveiði. Lagn-
an hevur ikki verið lomvigan-
um blíð og stovnurin er so
langt niðri, sum menn ikki vita
at siga frá. At árið í ár hevur
verið hampiligt er eingin orsøk
til at ivast í banninum at veiða
lomviga. Tverturímóti. So lítið
er til av lomviga, at skjótingin
til havst á vetri eisini átti at
verðið bannað. Hinvegin kann
vera loyvt at skjóta álku. Stoð-
an hjá lundanum eigur hinveg-
in at verða umhugsað, tí sein-
astu árini er lítið og einki kom-
ið undan, hóast tað mundi
ganga hampiliga væl í ár. |
MEN YMISKT positivt var við í
uppskotinum. M.a. heimildin at
krevja veiðiroynd og veiðiloyvi.
Hetta hava øll framkomin
lond, og henda spurningin áttu
vit eisini at umrett. Tað sæst
alt ov ofta, at serliga unglingar
hvorki duga at handfara skot-
vápn ella hava tann neyðuga
veiðimoralin. Alt ov ofta sæst,
at tað verður skotið fyrilitar-
leyst og eitt alt ov stórt tal. Eitt
er at fara út og skjóta sær
nakrar skarvar fram við landi,
men at skjóta einar 75 skarv-
ar, sum ein bátur gjørdi nú um
dagarnar, er óneyðugt. Tað
sama er við álku ella lomviga.
So okkara uppskot til myndug-
leikar og veidifelagid: skiftid
orð um veiðiloyvi og veiðihá-
mark!
Alhert sleppur frá
Mitt í næstu viku er Føroya Rættur liðugur at av-
hoyra vitnini í Heygadrangamálinum
Tá sakarmálið um Heyga-
drang varð tíkið uppaftur Kristoffur
gjáramorgunin, gjørdu
verjannir hjá teimum og undirskirvaði
ákærdu vart við, at teir ikki
krevja Albert Mortensen,
cipsmeklara, avhoyrdan
m vitni. Tað vóru verj-
r, sum upprunaliga
: hava hann at vitna.
erin hevur ongan áhuga
at hoyra Albert, sum tí
sleppur frå at meta á Par-
nassinum.
Eitt annað vitni, ið skuldi
meta í rættinum í hesum
umfarinum, var Bo Jørgen-
sen, sum starvadist i danska
Handilsbankanum. Byggi-
lánið til Heygadrang kom úr
Handilsbankanum, og ætl-
anin var at fáa henda mann
at vitna fyri at fáa greiðu á,
hvat fyrifórst tann dagin,
Thomassen
vegna landsstýrið var niðri
byggi-
lánið.
Men Bo Jørgensen kundi
ikki koma til Føroya nú, ti
hann er staddur í New York.
Í skrivi til rættin hevur hann
biðið um at sleppa frå at
vitna. Hann upplýsir, at
hann ikki hevur verið í
Handilsbankanum síðan
1986 og ikki hevur atgongd
longur til síni egnu notat frá
tí tíðini, hann var í banka-
num.
Rætturin sleppur kortini
ikki Bo Jørgensen so. Hann
verður aftur í Danmark frá
29. september til 27. okto-
ber, og avgjørt varð, at
Christian Andressen, advo-
katur, í hesum tíðarskeiði
skal ul Danmarkar at av-
hoyra hann.
Av vitnum, ið eftir eru at
hoyra, eru Tormóður Dahl,
Signar Dam, Tummas Ørv,
Meinhard Haldansen,
Jógvan Páll Lassen, Hans J.
Laursen og Jégvan Hanus
Dam. Teir meta allir í næstu
viku.
randi
Hvørja ferð eitt umfar byrjar og endar í Heygadrangamálinum, fara ákærdir, verjar og
ákærin sleipandi við øllum skjólunum í málinum. Gjáramorgunin stóð Kalmar í gongini á
Hotel Hafnia, tá Trúgvi Jacobsen, verjin hjá Kristin Rasmussen, kom við óllum sínum
ringbindum
Nakað var innbygt
Finnbogi Christiansen helt Óla Zachariassen vera smáligan, tá
hann ótolnaðist eftir pengum frá Heygum, tí skipasmiðjan visti, at
eyka upphæddir vóru innbygdar í byggikostnaðin, og at skipa-
smiðjan tí fekk tað, skipið kostaði at byggja. Hetta segði Tormóður
Djurhuus, tá hann fríggjamorguninn varð avhoyrdur sum vitni í
Heygadrangamálinum
A Parnassinum, har Føroya
Rættur nú aftur heldur til
við Heygadrangamálinum,
hava mett tey vitni, sum
hava havt ilt við at minnast
aftur til 80-årini.
Tormóður Djurhuus, ad-
vokatur, hevði als ongar
trupulleikar við at minnast,
umframt at hann hevði
fyrireikad seg væl til av-
hoyringina. Hann legði
tvørturim6ti øll kortini á
borðið.
Tormóður Djurhuus virk-
aði javnan sum sakførari hjá
skipasmiðjuni, og hann
plagdi eisini at vera orðstýr-
ari á aðalfundunum hjá
skipasmiðjuni. ,
Hann mintist væl, at Oli
Zachariassen í januar 1988
vendi sær til sín og greiddi
frá, at trypulleikar vóru við
Heygadrangi. Oli Zachar-
issen hevdi gjørt greitt, at
Heygar ikki hevdi figging
til skipid, og at arbeidid ti
vard stedgad.
Tormóður Djurhuus
greiddi frá, at Óli Zach-
ariassen kom til sín eftir at
hava verið a fundi i Føroya
2