týsdagur 1. apríl 2003síða 32
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
62
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
63
C
M
Y
K
63
62
FISKIVINNA
Solby A. Eliasen
– Vit skera so nógv, sum vit
kunnu, sigur Klæmint Han-
sen, sum er framleiðslu-
leiðari á Kósini. Og tað
hevur verið arbeitt út í eitt,
síðani tað byrjaði seinasta
heyst.
– Vit kenna onki til steðg,
sigur Klæmint, sum tó
ásannar, at tørvurin als ikki
verður nøktaður sum er. Alt
verður selt og fer avstað so
hvørt. Og bara til tann
spanska marknaðin. Fram-
ferðsluhátturin er einkul,
men Klæmint sigur, at tað
er nógv arbeiði av tí, og tað
kostar nógv í løn.
– Tað er avmarkað, hvus-
su nógv kemur burtur úr
einum tíma, tí tað er jú bara
ein lippa fyri hvønn fiskin,
sigur hann. Og menninir
verða
tímaløntir,
men
Klæmint viðgongur, at tað
loysir seg væl, kortini. Prís-
urin er avbera góður, hann
plagar at liggja um 60 krón-
ur fyri kilo.
– Annars høvdu vit ikki
fingist við hetta.
Hann sigur, at tey byrj-
aðu í smáum við at skera
lippur og kjálkar til spanska
marknaðin einaferð sein-
asta heyst. Men hetta hevur
vundið skjótt upp á seg, og
í dag verða millum 500 og
1.000 kilo skorin um viku-
na, alt eftir hvussu nógvur
fiskur er. Ein lippa er ikki
nógv av einum heilum
fiski, og tað verður mett at
vera ein delikatessa í
Spania. Fólk eta sum oftast
eina lippu við at koyra hana
alla í munnin í einum, so
tað skulu nógvar lippur til
fyri at koma upp á 500 kilo
ella meira.
Tær verða skornar og
pakkaðar í 10 litur spannir
og sendar á spanska markn-
aðin.
Tað er bara toskur, sum
verður nýttur, tá menn
skera lippur. Og bara tosk-
ur, sum liggur um tey trý
kiloini ella minni. Av tí
størra toskinum skera menn
kjálkar og sokallaðar faces.
Tað er kjálkarnir báðar
saman við lippuni hangandi
uppií.
Á Kósini eru maskinir til
at skera kjálkar og faces,
men lippurnar verða skorn-
ar við hond.
Beint nú skera tey bara
lippur, tí at ymiskar umrok-
eringar verða gjørdar á
virkinum. Men linjan við
kjálkunum verður sett upp-
aftur skjótt, og tá verður so
hildið fram aftur at skera
kjálkar og faces.
Lippur og kjálkar eru
nakað, sum føroyingar eis-
ini eta nógv av, og tí hava
menn ofta tikið til síðis
høvd til privata nýtslu og
skorið sjálvir. Men tað er
farið í søguna nú, tí virkini,
sum skera kjálkar og lippur,
hava boðað frá, at tey keypa
allan fiskin.
– Tað var ein trupulleiki
at byrja við, men tað er tað
ikki longur, sigur Klæmint
Hansen. Hann sigur eisini,
at tað kann vinnast nógvur
peningur burtur úr hjávøru
sum til dømis lippur og
kjálkar.
Tað verður alt meira sats-
að upp á hjávøruna eisini, tí
tað er sjálvandi best at so
nógv sum møguligt verður
selt av fiskinum.
Teir fyrstu tríggjar mán-
aðirnar í ár, hevur Kósin
selt fyri eina millión í hjá-
vøruni.
Lippur eru
ein luksusvøra
Á Kósini standa menn og skera lippur við hond hvønn
dag til tann spanska marknaðin. Eftirspurningurin er
stórur, og sum er verður marknaðurin ikki mettaður
Teir eru vanliga fýra menn, sum standa og skera lippur hvønn dag
Í hesum spannunum verða lippurnar sendar á spanska marknaðin. Spannirnar taka 10 litrar
hvør
Prátið gongur lívliga, meðan menn arbeiða og dúgliga verður skemtað
Tað gongur skjótt fyri seg hjá teimum, og teir skera millum 500 og
1.000 kilo um vikuna