týsdagur 1. apríl 2003síða 32
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
62
63
Emil L. Jacobsen
Dimmalætting
1
HB
2
B36
3
KÍ
4
GÍ
5
NSÍ
6
EB/Streymur
7
VB
8
B68
9
FS Vágar
10
Skála
Finnur Helmsdal
Oyggjatíðindi
1
B36
2
GÍ
3
HB
4
NSÍ
5
KÍ
6
VB
7
EB/Streymur
8
FS Vágar
9
B68
10
Skála
Tórður Mikkelsen
Sjónvarp Føroya
1
B36
2
HB
3
KÍ
4
GÍ
5
B68
6
NSÍ
7
EB/Streymur
8
VB
9
FS Vágar
10
Skála
Súni Merkistein
Útvarp Føroya
1
B36
2
HB
3
GÍ
4
KÍ
5
NSÍ
6
VB
7
EB/Streymur
8
B68
9
FS Vágar
10
Skála
Jákup Mørk
Sosialurin
1
B36
2
HB
3
GÍ
4
VB
5
KÍ
6
NSÍ
7
FS Vágar
8
EB/Streymur
9
B68
10
Skála
Tað er trupult at gera sær eina meting av, hvussu lands-
kappingin í fótbólti fer at spæla av. Eingin dystur er spæld-
ur enn, og liðini hava fingið misjøvn úrslit í venjingar- og
steypadystum.
Men hóast hesar truplu fortreytir – ella kanska júst tí –
hava vit aftur í ár biðið umboð fyri fjølmiðlarnar gera eina
meting av, hvussu støðan verður í 1. deild hjá monnum, tá
ið kappingin er av.
Hetta er vorðið ein afturvendandi táttur í hesum blaði, og
fyri einum ári síðani royndu fimm fjølmiðlafólk seg. Tá
kláraðu tveir av teimum – Jákup Bogi Joensen á Dimmu og
Tórður Mikkelsen í Sjónvarpinum – at gita, hvør fór við
gullinum. Teir báðir gittu HB, meðan hinir tríggir gittu B36
og KÍ.
Tað var kanska meira merkisvert, at allir teir fimm gittu
rættan niðurflytara. Allir høvdu TB aftast í røðini, og tað
vóru eisini tvørámenn, sum noyddust tungu leiðina niður í
2. deild.
Eingin av teimum fimm, sum royndu seg í fjør, kláraði at
loysa vónleysu uppgávuna at gita allar plaseringarnar. Men
her fáa teir ein møguleika afturat.
Hvussu gita teir, støðan fer at verða
Hvørja meting hava fjølmiðlafólk, sum arbeiða við ítrótti, av komandi landskappingini í fótbólti
Talið á sáttmálum, sum feløgini sendu
til sáttmálanevndina hjá FSF at góð-
kenna, vaks nógv í 2002, tá ið saman-
borið verður við 2001.
Í 2001 vórðu 35 sáttmálar góðkendir
av FSF, meðan talið vaks til 65 í fjør.
Talið á feløgum við góðkendum sátt-
málum vaks eisini frá seks til átta.
Týdningurin av góðkendu sáttmál-
unum hevur einki at gera við samsýn-
ingina, sum verða veittar spælarunum.
Tær kunnu bæði vera størri og smærri
hjá feløgunum, sum hava góðkendar
sáttmálar.
At sáttmálin er góðkendur hjá FSF
hevur týdning, um spælarin vil sleppa
burtur úr avtaluni, ella um felagið vil
sleppa av við spælaran. Tá er tað avger-
andi, um sáttmálin er góðkendur ella
ikki. Hetta kann til dømis hava týdning,
tá ið spælari verður seldur av landinum.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu
nógvir sáttmálar verða góðkendir av
FSF í ár, tí enn eru stundir at gera sátt-
málar fyri hetta kappingarárið.
(Kelda: Fótbóltur '02)
Tvífalt so nógvir
sáttmálar
Eitt kappingarár í fótbólti kann vera
drúgt, og tað er ymiskt, hvussu spælar-
arnir eru fyri gjøgnum árið. Summir fáa
skaðar, áðren leikbann, og onkrir hava
minni góð tíðarkeið.
Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum
fyri spælarar, sum eru við í landsliðs-
hópinum.
Í 2002 vóru 28 spælarar við til teir
seks vinar- og EM-dystirnar.
Bara fýra spælarar vóru við í øllum
landsdystunum í fjør. Tað vóru Jón Rói
Jacobsen, John Petersen, Jákup á Borg
og Andrew av Fløtum.
Tríggir av spælarunum, sum vóru
inni í landsliðshitanum, spældu ongan
dyst í fjør. Teir vóru Meinhardt Joensen,
Atli Danielsen og Hans Fróði Hansen.
Fýra spælarar spældu fyri fyrstu ferð
á landsliðnum í 2002. Teir vóru Hjal-
grím Elttør, Palli Augustinussen, Sjúrð-
ur Jacobsen og Klæmint Matras. Av
hesum var Hjalgrím tann, sum spældi
flestar dystir. Hann var við í fýra dyst-
um. Hinir spældu í einum dysti hvør.
Føroyingar skoraðu sjey mál í teim-
um seks dystunum. John Petersen
gjørdi tvey mál, meðan Rógvi Jacob-
sen, Julian Johnsson, Fróði Benjamin-
sen, Christian Høgni Jacobsen og Uni
Arge gjørdu hvør sítt mál.
(Kelda: Fótbóltur '02)
28 spælarar á
landsliðnum
2003
2003