Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 tíðindablaðið avnaðarflokkurin og kommunurnar Kommunubygnaðurin er nú aftur til umrødu. Hvørja stóðu hevur javnaðarflokkurin til eina møguliga broyt-ing i kommunubygnaðinum, spyr Oli Heinesen, býráðslimur í Nr. 168 — 5. september 1992 Klaksvík, í grein Av og á verður spurningur inum ábyrgdar- og inntøku- být millum land og komm- unur tikin fram. Oftast verður hetta samantvinnað við nøkrum håfloygdum yrðum um, at nú skulu ym ískir almennir stovnar irmar Letur hetta seg gera? Í kommunur eru so smáar, at tær ikki kunnu á- taka sær nakra fyrisiting, so bert hetta ger tað meinings- leyst at tosa um at leggja nakrar almennar stovnar út til tær at fyrisita. Samstndis gevur tad held- ur ikki stórvegis meining at tosa umat broyta inntøku- býu millum land og komm- unur, uttan at greiða fæst á, hvgrjar uppgávur komm- unurnar skulu taka sær av, út yvir tær uppgávur, tær hava í dag. Her kunnu ymsar skipanir hugsast, so sum blokkstuð- ul úr landskassanum og/ella útjavning av kommunu- skattinum millum komm- unurnar eftir einari framm- anundan ásettari skipan. Stødan í dag er tann, at í flestu kommunum er rentu- og avdráttarbyrðan ov høg í mun ul skattainntøkuna. Um tad eru fleiri kommun- ur, ið nýta hesa stóðu sum grund fyri øðrum býti av skattainnigkunum millum land og kommunur, so Flestu kemur broytt býti ikki at geva nakra varandi loysn uppá sjálvan spurningin um kommunubygnaðurin er hóskandi ella ikki. Møgu liga fáa fleiri kommunur loyst ein akuttan tørv fyri so um stutta tid aftur at koma i somu stødu Figgjarligi ójavnin Í løtuni er stødan tann, at figgjarligi Ójavnin veksur millum landspartarnar. Ella vid ødrum orðum ójavnin er so stórur nú, at tað eru øki í landinum, ið ikki knógva undir byrduni. Í somu sýslu eru tað kommunur, sum ikki eru førar fyri at svara hvørjum sítt, meðan aðrar eru væl fyri. Við tí frálíka góða sambandi, vit hava í dag, kunnu tær vælsullaðu nýta allar tænastur í teimum »skattadyraru« kommun- unum uttan at gjalda nakað fyri ær. Við núverandi komm- unubygnaði verður ójavnin bert størri. Neyðugi dynam- ikkurin vantar, tí skipanin við nógvum smáum komm- unum gevur ikki møguleika fyri rationellum og effek- tivum loysnum av almenn- um uppgåvum. Størri samstarv millum kommunur Tað verður av fleiri tvíhild- ið um núverandi komm- unuskipan, tí so varðveita vit tað sokallaða nærdemo- kratiið, og ein tillaging av sjálvum bygnaðinum kann so fara fram við at fáa í lag fast samstørv millum ver- andi kommunur um ymisk verkevni. Rætt er, at vidurskiftini millum landið og slík kommunal samstørv kunnu gerast einfaldari enn í dag, men neyvan millum hverja kommunu sær og slík sam størv, tí hesi samstørv skulu hava egnu fyrisiting, sum er óheft av kommunalu fyri- sitingini, ið samstundis eis- ini ger egnu fíggjarætlan og tekur sjålvstødugt allar av- gerðir (SEV og IRF). Hvat er so vunnið uttan dupult fyrisiung, og hvat skulu smáu bygdaráðini so taka sær av. Tá tey hava goldið sín part av skatta- krónunum til slík samstørv, so man lítið fara at verða eftir til nakað annað. Hetta síggja vit best í dag, hvar fleiri hava trupult við at gjalda til eitt nú felagsskúla. Longu í dag er tað trupult hjá borgarunum at finna út av hvørjar uppgávur komm- unumar loysa, og hvgrjar uppgávur landið loysir. Skulu vit harafturat eisini hava føst samstørv, so gerst hetta enn truplari hjá borg- arunum at finna út av í hes- um lítla landi. Eftir mínum tykki ein meiningsleys kon- struktión, sum bert økir um fyrisitingarliga hurlivasan. Vit hava tvey kommunal samstørv í dag (SEV og IRF). Bert hesi bæði sam- stórv, sum kommunurnar skulu eitast at hava allan av- gerðarrættin yvir, eru nú so fløkt, at flestu borgarar halda tey vera landsøkir, og neyvan hugsa um hvussu kommunurnar hava stýrt teimum, tá teir fara á komm- unuval. Tad er eisini trupult at hugsa sær slík samstørv, um tey ikki verða >dikterað úr erva«, tí tað at fáa fyrimun ul egu kommunu og lítli viljin til at lata vald frá sær kemur fram um alt annað. Fråstødan millum borg- arar og tey, sum taka av- gerðir, gerst ikki minni við slíkum kommunalum sam- størvum í mun til, um vit heldur velja at leggja kommunur saman. Kommunusameining At broyta kommunubygn- aðin til fleiri kommunal samstørv tiltalar meg ikki, tí tað hevur stóran týdning, at borgarin veit, tá hann skal velja eitt politiskt ráð, hvat slíkt ráð tekst við. Tað eigur at vera heilt greitt hvørjir politikarar hava, og hvat politiskt ráð hevur, ábyrgd- ina av teimum ymsu polit- isku avgerðunum. Annars hevur borgarin ongan møguleika at taka stóðu til førda politikkin á valdeg- num. Ymisk samstørv mill- um kommunur ger sum fyrr nevnt hesa stødutakan upp aftur truplari, og borgarin kemur at hava trupult vid at gjøgnumskoda, hvør avger hvat. Vit kunnu skjótt verða samd um, at jú minni eindin er, jú stórri møguleikar hevur borgarin at gera sína ávirkan galdandi, men so kemur Spurningurin, hvussu stór verkevnir slíkar smáar eindir kunnu átaka sær at fyrisita, ella hava ræðiá. Avirkanin kann skjótt blíva ein táta, tí eindin kann verða so lítil, at hon ikki kann átaka sær nakað av týdningi. Hetta er eisini galdandi fyri tær smáu kommunurnar í dag, og lut- vís eisini fyri fleiri av teim- um sokallaðu størru, men hesar eru tó betur førar fyri at átaka sær stórri uppgáv- ur, og tí koma borgararnir í hesum kommunum at fáa stórri ávirkan á loysnirnar enn í flestu smærru komm- unum. Um vit skulu halda fram við at tosa um kommunalt sjålvrædi, sum stødan er í løtuni, so eiga vit fyrst at gera okkum greitt, um vit framhaldandi vilja hava eina eyka umsitingarliga eind, sum ein kommuna ju er, millum landsmyndug- leikarnar og borgararnar í landinum, og síðani hvgrjar uppgávur slíkar kommunur skulu taka sær av. Ynskja vit, at stórir partar av tí, sum tað almenna van- liga tekur sær av, skal loys- ast av kommununum, so- leiðis at borgararnir úti um landið fáa mest møguliga á- virkan á sín dagligdag, so mugu kommunurnar eisini hava slíka stødd, bæði hvat fólkatali og geografiskum gki viðvíkur, at tær makta eina fyrisiting, ið kann taka sær av uppgávunum. V.9.0. javnvág má finnast millum fólkatal og støddina á økin- um. Eitt stórri og fólkaríkari øki er betur ført fyri at veita sínum borgarum ávísar meiraeins tænastur. Skatta- grundarlagið verður javn- ari, og ikki minst skatta- byrðan av tænastunum, sum gkið/sýslan ynskir at veita. Sjålvt um nakað longri verður millum borgararnar í kommununi, enn nú við teimum nógvu smáu, so verður tann lokala ávirkan- in stórri út í økinum, um vit velja at leggja fleiri stórri uppgávur út, sum nú verða stýrdar av landsmyndug- leikunum. Tær størru kommunumar hava gjørt stórar íløgur í tænastur, sum tær smáu kommunurnar, ið geograf- iskt og mentanarliga na- túrliga hoyra saman við teimum, eisini nýta ókeyp- is. Fleiri kommunur tosa nú um, hvat tað kostar teimum, at lata hesar tænastur til tær smáu grannakommunur- nar. Vit skulu helst ikki koma í ta stóðu, at tær fara at senda teimum rokning fyri hesar tænastur, ella at banna teimum at nýta tær. Val veit eg, at ikki verður lætt at leggja kommunur saman við lóg, men her velst um hvør hevur rygg, tí tað kann væl ikki vera so, at flestu løgtingsmenn halda, at sum higartil hevur ging- ið, so er skipanin í lagi. Fleiri kommunur í gkjum, sum við tí góða sambandi, vit hava í dag, natúrliga hoyra saman, hava gjørt iløgur, sum eru heilt óneyð- ugar, tí so stutt er til sama slag av iløgum í granna- kommununi, sum als ikki verður nýtt til fulnar. (Havnir og bátahyljar). „Urslitið kenna vit í dag. Ohugnalig stór skuld við fallandi inntøkum, sum vit skulu langt inn í komandi øld fyri at gjalda aftur, um tað yvirhgvur nakrantíð letur seg gera. Hvussu man 2)