leygardagur 5. september 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 168 — 5. september 1992 tíðindablaðið B | Si lurin Sida 13
van Adolf Johannesen, tingmadur:
Samband = máttloysi
Ein skuldi trúð, at sambadnsflokkurin nú var vaksin burtur úr teimum skóm. sum
hann hevur slitið síðani 1906 og hevði latið seg í nytimans politiskar skógvar.
Men eg má tíverri ásanna, at eg aldri havi hoyrt so svartskygdar talur, so fjált-
urskotið, eymkandi máttloysi, sums teir hava "opinberað" okkum í sambandi við
viðgerðina av ólavsókuróðu løgmans.
M.a. hetta segði Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður og framsøgumadur
javnaðarfloksins, tá tingið vidgjørdi ólavsókuróðu løgmans herfyri. Hann segði:
Harra formaður!
Eg havi við stórum áhuga
lurtað eftir teimum ymisku
rødarum, sum hava sagt
sína hugsan higani av ting-
sins rødarapalli í dag — bæði
teimum, sum sigast at
stuðla samgonguni — og ikki
minni teimum, sum sita í
andstøðu.
Munur er sjálvandi á
hvussu menn síggja — teir,
sum royna at halda seg til
veruleikan og teir, sum ein-
ans sleingja um seg við
gomlum og slitnum pá-
standum!
Fremstir í fylkingini —
men hvør á sínum vongi —
standa úrmælingarnir úr
tjóðveldisflokkinum og
sambandsflokkinum. Ann-
ar av hesum mælir til, at vit
beinanvegin stovna tjóð-
veldið Føroyar; og við há-
floygdum orðum tala teir
um at vera harrar í egnum
húsi. Men tá ið somu menn
hava havt høvi til at spæla
harrar í egnum húsi, so hava
teir ikki svarað til tey føgru
og háfloygdu orðini, sum
teir sleingja um seg við!
Teir hava fleiri ferðir ver-
ið við í landsstýrinum, men
eg havi aldri verið varur við,
at teir hava verið serliga
bræneggjaðir tá.
Nei, tað havateir ikki ver-
ið, og heilt eigasørt royndist
úrslitið í tí sonevnda sjálv-
stýrislandsstýrinum, sum
rykti ella ráddi frå 62-66 — tí
tá kom als einki burtur úr á
sjálvstýrisleið!
Jú, sanniliga hava mong
givið gætur eftir, at tað er
ein alstórur munur á tjóð-
veldisflokkinum, tá ið hann
situr við ábyrgd — sum sagt
verður — og tá ið teir eru utt-
an ábyrgd —sum eisini verð-
ur sagt, hóast eg ikki haldi,
at nakar tingmaður eigur at
halda seg vera uttan ábyrgd
— fyri ikki at siga ábyrgdar-
leysur!
Nei, sannleikin er tann, at
nærum alt tað, sum er vunn-
ið á sjálvstýrisleið, er vunn-
ið meðan javnaðarflokkur-
in hevur sitið í landsstýrin-
um — men vit eru ikki so
einoygdir, at vit billa okk-
um inn, at javnadarflokkur-
in hevur gjørt hetta einsa-
mallur. Nei, sanniliga hava
aðrir verið við. — Jú, sanni-
liga eiga allir flokkar á tingi
sín lut av tí, sum er vunnið á
sjálvstýrisleið. Og, so
merkiligt tað kann tykjast,
so eigur sambandsflokkur-
in eisini nøkur partabrøv í
hesum — um ikki so nógv —
sum hann kortini nú lýsir í
sand og øsku.
Javnaðarflokkurin er ikki
harmur um, at vit hava
vunnið fram á sjálvstýris-
leið, tí í roynd og veru er
hann tann flokkurin, sum
síðani Heimastýrislógin sá
dagsins ljós, hevur gingið á
odda fyri at verja føroysk
áhugamál og føroyskan
tjóðskap.
Men hann arbeiðir mið-
víst við hesum, og hevur
ikki megnpartin av tjóð-
tað fara at verða at fáa fólk
sjálvboðið at lata seg velja
tiltey smáu bygdarráðini, tå
tz / út á heystið finna út av,
hvat tey skulu inn til.
Hverjar loynsir hevur
javnaðarflokkurin
Sum umrøtt frammanfyri,
so er byrðan vorðin ov stór í
summum økjum, og ójavn-
in er eisini vorðin stórur
bæði innan økir, ið geo-
grafisk natúrligahoyra
saman, og millum størri
økir. Hvussu ætla vit at út-
javna byrðuna bæði í økj-
um/sýslum og millum gkir/
sýslir. Hetta er javnaðar-
flokkurin noyddir at hava
eina meining um. Er ætlan-
in at fólk skulu liva í øllum
oyggjunum, so er flokkurin
noyddur at taka spurningin
upp, ella er ætlanin at bú-
staðarmynstrið skal broyt-
ast radikalt, so er bert at lata
standa til. Skal tað sokall-
aða nærdemokratiið bert
vera ein táta, sum verður
reypað um upp undir løg-
tingsval, ella skal tað sum
nú doyggja spakuliga, ella
hvussu skal tað síggja út í
framtíðini.
Eitt lítið fyribilsálit er
gjørt, sum stutt lýsir fleiri av
hesum spurningum, men
mær kunnugt, so er onki
politiskt útspæl komið frá
javnaðarflokkinum til hes-
ar spurningar. Vit eru fleiri,
sum bíða eftir tí við spenn-
ingi. Ella er javnaðarflokk-
urin ein miðsavningar-
flokkur, sum hann ofta hev-
ur verið lagdur undir at
vera?
Óli E. Heinesen
Býráðsformaður
skapinum oman fyri háls-
vølin.
Javnadarflokkurin umsit-
ur í hesum tíðum mentanar-
mál, og — álvaratos — eg
haldi, at tey eru ongastaðni í
so góðum hondum sum hjá
javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin ásann-
ar, at einki er ovmikið, tá ið
talan er um at verja føroyskt
mál, føroyska mentan og
føroyskan tjóðskap — åsann-
andi tann veruleika, at ein
tjóð uttan mál og mentan og
annars tey eyðkennir, sum
mynda eina tjóð — er eingin
tjóð!
Vit umsita eisini skúla-
mál og eru sjálvandi áhug-
aðir í, at okkara skúli er á so
høgum stødi sum møguligt;
og ikki minni áhugaðir eru
vit í, at teir hægri útbúgv-
ingarstovnarnir eru so
skikkaðir, at teir veruliga
eru førir fyri at geva frálæru
á veruligum føroyskum
máli í okkara skúlum.
Tiverri er stødan bæði í
okkara skúlum og fjølmiðl-
um alt annað enn góð á hes-
um gki!
Ein skuldi tid, at sam-
bandsflokkurin nú var vaks-
in burtur úr teimum skóm,
sum hann hevur slitið síðani
1906 og hevði latið seg í
meira nýmótans politiskar
skógvar. Men eg má tíverri
ásanna, at eg aldri havi
hoyrt so svartskygdar talur,
so fjálturskotið, eymkandi
máttloysi, sum teir hava
>opinberað< okkum, sum
hava hoyrt teir í dag!
Tí, álvaratos; tað mátti
ikki verið sømiligt, at sam-
bandsflokkurin í 1992 enn
av gomlum vana ella óvana
— ikki í høvudsheitinum veit
sær aðra leið at ganga enn at
líta á milliardina — sum kort-
ini als íkki er nøkur milliard
— sum vit fáa úr Danmørk-
ini, sum nakra olmussu.
Nei, heldur uppfati eg tað
sum ein sjálvsagdan rætt —
ella sum avlát fyri gamlar
syndir. Men, at vit skulu
krøkja okkum rimmarfast í
hasa milliardina — sum als
eingin milliard er — og
gloyma alla sjålvstøduga
stremban — nei, tad haldi eg
ikki. Ti, mark er fyri øllum,
og mark er eisini fyri has-
um. Men olmussa er hatta
ikki!
; Og innast inni — innast í
| hjartanum rokni eg við, at
eisini sambandsmenn hava
ein lítlan neista, sum ber á
hesa leið, sum eg her havi
nevnt.
Harra formadur!
Ordini hjå andstøduni
hava verid mong — atfinn-
ingarnar hava verið ógvus-
ligar og illgitingarnar hava
ikki skortað. Men nakra
loysn á hesum atfinningum
hava teir ikki verið førir fyri
at vísa á!
Og tí hevði eg, satt at siga,
heldur ikki roknað við.
Eg fari ti at endurtaka tað,
sum eg segði í mínum fyrsta
innleggi, at vit endurreisa
ongan búskap, og vit gera
tað ikki liviligari í Føroyum
um vit seta okkum hendur í
favn og einans spretta kinn-
klovarnar aftur atoyrum. Tí,
háfloygdur = ordavavstur
vinnur ikki ånøkrum trupul-
leikum!
Taðerein tingmaður, sum
her í tinginum so opið og
beinraki hevur sagt, at tað er
eingin einstakur flokkur,
sum einsamallur hevur
skuldina fyri teimum trup-
ulleikum, sum landið nú
hevur at dragast við.
Tí, hann segði nevniliga,
at allir flokkar høvdu sina
skuld í hesm, og hetta er
satt.
Men nå royna nærum allir
— og serliga teir úr andstød-
uni at billa fólki inn, at tað er
einans javnaðarflokkurin,
sum hevur skuldina í hesum
— og alla ábyrgdina.
Jú, vaskið teir so sínar
hendur, sum teir av gllum
alvi royna. Men heilt reinar
verða tær kortini ikki!
Tað var onkur her í ting-
inum, sum segði, at javn-
aðarflokkurin lítið legði í ar-
beiðsloysið — og at ongar á-
bendingar vóru í løgmans-
røduni um at ætlanin var at
gera nakað við hetta.
Hetta er als ikki beint, og
tað stendur eisini í løgmans-
røduni hvussu landsstýrið
hugsar sær, at hetta skuldi
verið gjørt!
Men, tað er til fánýtis at
tala meira um hetta nú — tí,
tað er sagt!
Egskal í hesum sambandi
einans viðmerkja, at sjálv-
andi harmast javnaðar-
flokkurin um øll tey, sum
eru vorðin arbeiðsleys!
Men javnaðarflokkurin
ger hinvegin ikki mun á
teimum, sum missa arbeiði ,
tí fyri okkum er tað eins
harmiligt og syndarligt av
Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður: -Uttan føroyska
mentan og tjóðskap eingin tjóð
hvørjum stovni hesi koma!
Hinir flokkarnir skulu
vera vælkomnir at koma við
skilagóðum uppskotum,
sum kunnu vísa eina hald-
góða loysn burtur úr ar-
beiðsloysinum. Andstødan
skal vera hjartaliga væl-
komin at loysa ta uppgáv-
una saman við okkum; tí
javnaðarflokkurin vil basa
arbeiðsloysinum — og ar-
beiðsloysið má og skal loys-
ast!
Tap er eingin ivi í mínari
sál um, at Landssjúkrahúsið
er hgvuðssjúkrahúsið í Før-
oyum. Og tað er heldur
eingin ivi um, at hini sjúkra-
húsini aldri verða nøkur
landssjúkrahús á sama stødi
sum tað!
Tað eru fáir serfrødingar
innan læknavísind her í
tinginum og eg eri einki
undantak; men tað, sum egh
avi hoyrt higartil um Lands-
sjúkrahúsið er ógvuliga ym-
iskt! Pástandur stendur móti
pástandi og orð stendur móti
orði um hvert sjålvt stødid
ella sjálv trygdin á sjúkra-
húsinum er lækkað ella
ikki.
Javnaðarflokkurin ætlar
als ikki, at trygdin á Lands-
sjúkrahúsinum skal lækka.
Ynskiligt hevði verið um
prógv kundi fingist um tal-
an veruliga er um eina
lækking í sjálvari trygdini á
sjálvum Landssjúkrahús-
inum.
Men áeinum øki er trygd-
in lækkað, og tað er við-
víkjandi stand-by-skipan-
ini hjá strandferðsluni, tá ið
talan er um sjúkraflutning
úr Sandoynni,
Nólsoy.
Her haldi eg, at talan er
um eitt álvarsligt mistak hjá
landsstýrinum, tí tað sum
ætlanin er at seta ístaðin er
als ikki bilgari enn tað, ið
mist verður! Fáið hatta
rættað sum skjótast!
Men javnaðarflokkurin
gongur ikki við til at hvorki
Suðuroyar ella Klaksvíkar
sjúkrahús verda nidurløgd —
og hann vil framhaldandi
verda vid at virka fyri at
stødid á teimum er forsvar-
ligt!
Og, so ymiskir hesir
flokkar, sum nå mynda
landsstyrid, annars eru, so
ivist eg ikki i, at vit vinna å
trupulleikunum — um teir
annars ikki — ella rættari,
um ikki summir av sam-
gongumonnunum bogna å
leidini. Eg kundi kanska
eisini sagt —um ikki summir
av samgongumonnunum
spenna bogan so fast, at
hann brestur!
Hesti og