leygardagur 5. september 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
ER
tiðindablaðið
Í dag og sunnudagin hava fimm kvinnur listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Henda framsýningin var við á
kvinnutinginum, sum herfyri varð hildið í Íslandi. Listakvinnurnar eru Jóna Rasmussen, Aase Olsen, Birthe
Klinte, Astri Luihn og Sigrun Petersen(sum tørvar á myndini). Framsýningin er opin í dag frá 12 til 19 og
sunnudagin frá 15 til 19. Mynd Jan
Í Nordsterymoyar Jav-
naðarfelag eru nú eisini
rembingar viðvíkjandi
LL.
sjúkrahússtýrinum.
Nevndin er sera mis-
nøgd við, at hvorki javn-
aðaruingmaðurin = ella
landsstýrismaðurin = úr
Nordstreymoy hava
latið vid seg komað i
málinum um sjúkra-
hússtýrið. Nevndin helt
ikki frágreiðingina hjá
Jóannesi Eidesgaard,
landsstýrismanni, vera
nóg góða. Kallað er ú
inn til eykafund sunnu-
dagin, og tá verður stóða
tíkin til at taka mann sín
úr stýrinum. Tað tænir
ongum endamáli at hava
eitt styir, ið ikki virkar,
heldur nevndin i Nord
streymoyar Javnaðar-
felag.
Várt
land
fagurt
er!
Fyri framman —
Tjørnuskoravatn í fagrasta
skrud
Dalurin — Glyvursreyn —
Torvstíggj — Glyvursnes —
Stongin — Eystnes.
Ur havsbrúnni stíga fram
fjallatindar og rødir
Kambur — Stórafjall —
Ritufjall — Sigatindur —
Háfjall — Gásafelli —
Trellið — Næraberg —
Aarbergsdalur — Høvdin.
I góðveðurstámi randað
— alt i kvirru andar.
Havið alt kvirt —
í droymandi dýrd —
firðir og sund
í vesturskins roða skírd.
Viggo Olsen
Nr. 168 — 5. september 1992
mbf
Handikapp-dagur
í Klaksvík
Leygardagin 26. sept. 1992
MBF og Klaksvíkar býráð skipa fyri
handikapp-degi í Klaksvík leygar-
dagin hin 26. sept. 1992 við:
— ÍTRÓTTI
— ALMENNUM FUNDI
— VEITSLU
Qll, ið hava áhuga, kunnu vera við.
Í ollum familjum í Føroyum eru fólk,
sum hava eitthvørt brek. Brekið
kann vera komið av ymiskum ávum:
vera vidføtt ella komið seinni av
sjúku, skaða, sliti, elli 0.0.
Tí eru oll vælkomin.
Um morgunin frá kl. 10 verður
byrjað í Itróttarhellini og Svimjihøll-
ini, har ISB skipar fyri ymiskum til-
tókum. Høvi verður bæði at vera á-
skoðari og/ella luttakari.
Seinnapartin frá kl. 15 verður al-
mennur pallborðsfundur í Skálanum
um evnid: ARBEIDSMØGULEIKAR
hjå brekadum i Nordoyggjum. Vid
pallborðið sita umboð fyri:
— Klaksvíkar Býráð
— Almannastovuna
— Skúlaverkið
— Arbeiðspláss
— Verkstað
— Brúkaran
— Avvardandi
Neydugt er, at vit her å landi fara at
hugsa av nýggjum. Øll kunnu fáa
brek, men hóast tað hava ávís ar-
beiðsevni og vera virkin.
Um kveldið frá kl. 19 verður veitsla
í Skálanum við borðhaldi, undirhaldi
og dansi. Øll eru vælkomin.
Tekning til veitsluna, sum kostar
200 kr. fyri hvønn, fer fram á tlf.
17373 - 55890 - 56388 (sosiala
deild).
MBF fer at hjálpa fólki við ávísum
tørvi viðv. flutningi og innivist. Tey,
ið hava spurningar, kunnu ringja til
MBF - tlf. 17373.