leygardagur 26. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
3
Oljufeløgini, sum seta
borin í føroyska
landgrunnin, eru ein
høvuðsorsøk til, at
føroyingar fáa eina
dygdargóða føroyska
bók um fyrstuhjálp til
keyps fyri ein bíligan
penga. Afturvið
høvuðsbókini fæst
eisini ein lummabók,
sum er hent at hava í
neyðini
FYRSTAHJÁLP
Ingi Rasmussen
Áðrenn hetta árið er runnið,
hava føroyingar fingið sína
fyrstu stóru bók um fyrstu-
hjálp. Talan verður um eina
næstan 300 síður langa
bók, ið fer niður í hvønn
smálut.
Umframt
hana
verður ein minni bók at fáa
afturvið, ið er skjót og góð
at sláa upp í, tá óhappið
hendir.
FOÍB, bólkurin av olju-
feløgum, sum ætla at bora
við Føroyar, hevur stuðlað
útgávuni við 300.000 krón-
um. Uttan hendan stuðulin
høvdu bøkurnar valla sæð
dagsins ljós.
– Bókin fer einans at
kosta ein hundraðkrónu-
seðil, og tað kunnu vit
takka oljufeløgunum fyri.
Var tað ikki fyri stuðulin,
hevði Bókadeild Føroya
Lærarafelags als ikki hætt-
að sær undir verkætlanina,
tí vit hava ikki pengar til
slíkar útgávur, sigur Niels
Jákup Thomsen frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags,
ið stendur fyri at geva
bókina út í Føroyum.
Stórt samprent
Talan er um eitt samprent
av heimskenda bestseljar-
anum »First Aid Manual«
hjá
forlagnum
Dorling
Kindersley. Bókin er týdd
til nógv mál og er útgivin í
fleiri milliónum eintøkum.
Í Noregi er hon seld í meira
enn 100.000 eintøkum.
Richard Schwartson týðir
bókina til føroyskt, og tað
er eisini hann, sum hevur
gingið undan í at fáa bókina
í verðina.
– Hugskotið er, at fyrstu-
hjálparbókin skal vera at-
komilig hjá so nógvum
fólkum sum gjørligt, og
stuðulin ger, at vit kunnu
selja bókina so bíliga, at tað
skuldi verið borið til hjá
hvørjum húsarhaldi at ogna
sær hana, sigur Richard
Schwartson.
Í fyrstu atløgu verður
bókin prentað í 5.000 ein-
tøkum, og tað er nógv eftir
føroyskum mátistokki. Hon
verður latin føroyingum
umbrotin
á
fløgu
við
opnum plássi til tekst.
Heima og úti
Høvuðsbókin er góð bæði
til at hava í heiminum og til
skúlabrúks. Eitt nú kann
hon brúkast í lívfrøði, tí
gjøgnumgongd
er
av
mannakroppinum til hvørt
einstakt brot. Bakgrunds-
upplýsing og grundleggj-
andi mannagongdir eru at
finna og dentur verður
lagdur á lívbjarging av
fólkum í øllum aldri.
Lummaútgávan
inni-
heldur allar grundleggjandi
mannagongdir fyri, hvussu
tú ferst um meiri enn 70
vanligum skaðar og til-
burðir, ið tørva skjóta hjálp.
– Bøkurnar broyta ikki ta
sannroynd, at tað er skila-
gott at fáa sær skeið í
fyrstuhjálp, men nógv er
eisini sunn fornuft. Hvussu
gerst tú, um onkur bløðir
illa. Hvat um onkur brennur
seg. Slíkt gevur bókin svar
uppá, og tað kann vera gott
í eini handavending. Hand-
bókin er uppløgd at hava í
eitt nú skipum, bilum ella á
arbeiðsplássum,
sigur
Richard Schwartson.
Hárfín javnvág
Umsetingin er ein avbjóð-
ing hjá Richardi Schwart-
son. Tað ræður um at finna
røttu javnvágina bæði fak-
liga og málsliga. Bókin skal
vera røtt fakliga, men kort-
ini ikki á einum máli, sum
bara fakfólk skilja. Hon
skal skrivast á góðum før-
oyskum, men hinvegin má
hon liggja so tætt at talaða
málinum, at fólk skilja tað.
– Tað má ikki henda, at
fólk ikki skilja tað, sum
greitt verður frá, tí so er
bókin
ónýtilig,
sigur
Richard Schwartson.
Góð hjálp til fyrstuhjálp
Týðarin og útgevarin, Richard Schwartson og Niels Jákup Thomsen, eru báðir fegnir um stuðulin,
sum oljufeløgini hava latið til fyrstu fyrstuhjálparbók føroyinga
Mynd: Jens K. Vang
Ársins
arbeiðspláss
skal kjósast
Arbeiðarafeløgini
taka dystin upp við
arbeiðsgevararnar og
fara komandi árini at
velja Ársins arbeiðs-
pláss. Málið er at bøta
um arbeiðsumhvørv-
ið og økja trivnaðin á
arbeiðsplássunum,
sigur Svein Rógvi
Nielsen, sum hevur
fingið hugskotið
ARBEIÐSPLÁSS
Ingi Rasmussen
Í fleiri ár hava arbeiðsgev-
ararnir valt Ársins virki í
Føroyum, og tað hevur ver-
ið ein stórur heiður at verða
kosið. Nú taka arbeiðara-
feløgini dystin upp. Tey
ætla sær at útnevna Ársins
arbeiðspláss, og tað verður
ongin minni heiður at fáa
herðaklappið frá arbeiðs-
fólkunum.
Ársins arbeiðspláss verð-
ur útnevnt fyrstu ferð
fríggjadagin 13. juni 2003,
og tað eru tey fimm arbeið-
arafeløgini í Føroyum, sum
kjósa vinnaran. Hugskotið
eigur Svein Rógvi Nielsen,
sum lesur framleiðslutøkni
á Tekniska skúla í Havn.
Hann hevur fingið íblástur
úr Danmark, har SID hvørt
ár skipar fyri Ársins virki.
Málið er at fáa eitt betri
arbeiðsumhvørvi á størri
arbeiðsplássum í Føroyum.
– Vinnandi virki fær eitt
diplom, og tað verður sæð
sum ein stórur heiður aðra-
staðni at gerast Ársins ar-
beiðspláss. Men tað loysir
seg eisini. Tí tað kann ávís-
ast, at trivnaður á virkjum
eisini gevur eitt betri rakstr-
arúrslit. Vit vóna, at arbeiðs-
gevararnir taka væl undir
við hesum og at virkini
leggja seg eftir at bøta um
arbeiðsumhvørvið – bæði til
teirra egna besta og til frama
fyri arbeiðsfólkini, sigur
Svein Rógvi Nielsen.
Størri virki
Kappingin er skipað á tann
hátt, at álitisfólkini á ar-
beiðsplássum við fleiri enn
25 arbeiðsfólkum innan tey
fimm arbeiðarafeløgini fáa
eitt tilmeldingarskjal. Vón-
in er, at 10 stór virki taka
við avbjóðingini. Arbeiðs-
fólkini á virkjunum fáa síð-
an eitt spurnarblað, har tey
vera biðin um at svara 16
spurningum um virki. Tað
kann vera spurningar um
lønina, um fólk eru huga-
góð, um leiðslan lurtar eftir
teirra sjónarmiðum og um
øll verða janvsett.
Út frá hesum verða trý
virki vald út til finaluum-
farið.
Dómsnevndin fer síðan
út at leggja arbeiðsplássini
undir lupp. Har kanna tey,
um virki veruliga ger nakað
fyri at bøta um arbeiðsum-
hvørvið, og um starvsfólk-
ini tala satt.
Svein Rógvi Nielsen ótt-
ast ikki fyri, at arbeiðsgev-
ararnir fara at seta seg
ímóti.
– Vit koma ikki fyri at
sneyta, og onki loyniligt
verður avdúkað. Tvørtur-
ímóti eru tað góð virki, sum
eru komin so langt, so tað
er ein heiður at fáa vitjan,
sigur Svein Rógvi Nielsen.
Løn og umhvørvi
Treytin fyri at koma upp á
tal er, at talan er um ein
fysiskan aktivitet sum eitt
nú á fiskavirkjum. Vilja
virkini koma upp á tal, so
eru nakrar góð ráð at fáa.
Talan skal vera um eitt
gott
samstarv
millum
leiðslu og arbeiðsfólk. Ein
góðan sosialan profil, har
familju- og sosialpolitikk-
urin er livandi. Ein sunnan
økonomiskan rakstur og at
hava evni at menna virkið.
Góð lønarviðurskifti og ar-
beiðsumhvørvi. Og góðar
útbúgvingarmøguleikar
fyri arbeiðsfólkið.
Svein Rógvi Nielsen er í
fyrsta bólkinum, sum lesur
framleiðslutøkni á Tekniska
skúla í Havn. Talan er um
tvey ára útbúgving, og Árs-
ins arbeiðspláss er hansara
høvuðsuppgáva.
Men
meiningin er, at hetta skal
gerast ein fastur táttur, so
Ársins arbeiðspláss verður
útnevnt ár eftir ár. Eins og
Ársins virki hjá arbeiðsgev-
arunum.
Í dómsnevndini sita Sak-
aris Hansen fyri Havnar ar-
beiðsmannafelag,
Hanna
Isaksen fyri Klaksvíkar ar-
beiðskvinnufelag, Ingeborg
Vinther fyri Føroya arbeið-
arafelag, Kristoffur Olsen
fyri Klaksvíkar arbeiðs-
mannafelag, eitt umboð fyri
Rasmussen & Weihe, og
Svein Rógvi Nielsen sjálvur.
Svein Rógvi Nielsen er drív-
megin aftan fyri at velja Árs-
ins arbeiðspláss, sum er
partur av hansara høvuðs-
uppgávu á Tekniska skúla
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
3
2