Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. apríl 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 5 Í sambandi við ynski um at gera ein undirsjóvartunnilupp á sjey kilometrar eru estlendingar komnir til Føroya at vitja Landsverkfrøðingin TUNNILSGERÐ Solby A. Eliasen Mikudagin var ferðalagið og vitjaði í Klaksvík, har borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen var vertur. Skipað varð fyri eini framløgu fyri teimum um ætlaninar hjá kommununi viðvíkjandi fyrireikingunum til fasta sambandið. Teir, ið vóru á vitjan, vóru, landsverkfrøðingurin og stjórin í strandferðsluni í Estlandi, um ein kann siga tað so. Og so vóru borgar- stjórin og guvernørurin á oynni eisini við. Steinbjørn Jacobsen sigur, at tað letur til, at tey eru í júst somu støðu sum norðoyingar. Talan er um eina oyggj, sum liggur við Estland við 48.000 íbúgv- um. Tey hava eina ferju siglandi millum sum er av sama slagi sum Scania, sum Strandferðslan hevur leigað til Føroyar onkuntíð. Ætlanin hjá teimum er at gera ein undirsjóvartunnil, sum kemur at vera umleið sjey kilometrar til longdar. Sum Steinbjørn skilti á teimum, so verður tað møguligt at knýta eina oyggj, sum liggur longri burtur frá Estlandi eisini uppí einaferð við tíðini. – Tað var sera áhugavert at síggja, at tað eru teir somu trupulleikarnir sum røra seg hjá teimum og okkum, sigur Steinbjørn. Hann sigur tó, at estlend- ingarnir eru framvegis í byrjunarfasuni, so nógvir av fyribrigdunum eru slík, sum norðoyingar hugsaðu um fyri einum fimm ella seks árum síðani. – Eitt nú spurdu tey um, hvussu vit vænta, at tað fer at verða við ungdóminum og kriminaliteti, sigur borg- arstjórin. Og hann leggur afturat, at áhugin fyri hvussu vit gera her á landi, var stórur millum tey. Tá vitjanin hjá Klaksvík- ar Býráð var av, fóru tey ein túr norðurum til Viðareiðis. Steinbjørn segði skemt- andi, at tey skuldu royna tunlarnar norðureftir. Men tað man heldur hava verið ein roynd í at vísa teimum, hvussu stór broyting er farin fram á tunnilsøkinum, síðani teir tunlarnir komu í sekstiárunum. Estlendingarnir eru á vitjan hjá Landverkfrøðingi Føroya. Tey verða í Føroy- um til sunnudagin, tá leiðin gongur heimaftur til Est- lands. Estlendingar vitjaðu í Klaksvík Feløg, sum hava við skip at gera, hava nú stovnað felag, sum skal gera tey betri før fyri at átaka sær arbeiði. Tankin um at útvega eina stóra turrdokk, spøkir eisini VINNULÍV Áki Bertholdsen Eysturoy: Virki í Eysturoy, sum hava við skip at gera, fara nú at brynja seg út, so at tey vera betri før fyri at taka størri arbeiðir uppá seg. Tey hava tískil stovnað eitt felag, sum skal hava til arbeiðis at marknaðarføra hesi virkini so at tey kunnu draga arbeiði til sín. Talan er um KJ-Hydrau- lik, Elservice, Normek og Sandblásing, sum nú hava stovnað felagið ENSK, sum skal hava til arbeiðis at marknaðarføra hesi fýra virkini. Talan er um fýra virki, sum øll veita tænastur til skip, men á hvør sínum øki og tí styðja tey væl upp- undir hvørja aðra. - Endamálið er fyrst og fremst at royna at fáa útlendsk skip til Føroya at fáa umvælingar av ymsum slagi, sigur Ólavur Asafs- son Olsen, sum er stjóri í KJ-Hydraulik. Hann sigur, at ætlanin við hesum nýggja felagnum, ENSK, er, at tey fýra virk- ini skulu standa úteftir sum ein eind og geva felags tilboð upp á umvælingar og er ætlanin sjálvandi eisini at standa sterkari, tá ið føroysk skip bjóða arbeiði út. - Eydnast tað okkum at fáa fleiri útlendsk skip hendavegin, er veruleikin tann, at tað eisini fer at geva øllum hinum virkjun- um, sum hava við skipaum- vælingar at gera, meiri arbeiði. Flótidokk eitt gamalt ynski Tað hevur eisini ljóðað, at ætlanin hjá hesum virkjun- um er at keypa eina flóti- dokk, so at tey ikki vera bundin at skipasmiðjuni á Skála. Ólavur Asafsson Olsen sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um tað. Hann ásannar tó, at tað er eitt gamalt ynski at hava eina flótidokk. - Men tað er ein íløga upp á tíggjutals milliónir og vit hava heldur ikki enn gjørt nóg neyvar kanningar fyri at vita, um tað yvirhøvur er grundarlag fyri tí. Kanningar talan er um er ein marknaðarkanning og hettar tekur tíð. Tey hava heldur ikki fingið innflutningsloyvi, loyvi frá natúrufriðingar- myndugleikum, o.s.fr. so alt hetta liggur sera langt frammi. Tí verður tað í hvussu so er ikki við tað fyrsta, at teir útvega sær eina dokk. Hann váttar kortini, at tey nýliga hava verið í Skot- landi og hugt eftir eini flóti- dokk. Men tíðarfreistirnar, sum teir arbeiddu við, vóru so stuttar, at tað var ikki hugsingur um. Stjórin í KJ- Hydraulik, sigur, at skulu teir útvega sær eina flótidokk, má hon verða nóg stór til at vera kappingarfør. Tað vil siga, at hon skal kunna taka skip upp á 3000-4000 tons. Hettar krevur so stóra íløgur, at tað er ikki hugs- ingur um at hesi 4 feløgini kunnu gerða. Annars sigur hann, at vanliga er gott samstarv við skipasmiðjuna og skuldu teir fingið brúk fyri at fingið skip í dokk, hevði tað uttan iva borið til at fáa skip í dokk á Skála. Fleiri kommunur halda, at innsavn- ingin av ruski kring landið skal bjóðast út til privat at reka fyri at fáa tað bíligari. Málið verður viðgjørt á aðalfundi í IRF 9. mai RUSKINNSAVNING Áki Bertholdsen Nú skal ruskinnsavningin hjá IRF privatiserast. Tað halda fleiri kommun- ur í Eysturoynni. À aðalfundinum í IRF, sum verður 9. mai, fara tær tískil st skjóta upp, at innsasvninin av ruski hjá IRF verður boðin út til privatar at reka. Tað eru tær fimm komm- unurnar í Sundalagnum, Sunda-, Haldarsvíkar-, Hvalvíkar-, Hósvíkar- og Saksunar Kommuna, sum nú vilja hava ruskinnsavn- ingina á privatar hendur. Og tær skjóta upp at tað verður arbeitt skjótt so at privatir kunnu yvirtaka koyringina longu 1. januar. Í fyrsta umfari skal koyr- ingin bjóðast út í fimm ár. Men í uppskotinum, sum tær leggja fyri aðalfundin, siga tær IRF skal hava fíggjarligar fyrimunir av útbjóðingini. – Og fíggjarligir fyri- munir fyri IRF, eru eisini fíggjarligir fyrimunir fyri kommunurnar, siga sunda- lagskommunurnar. Harrar í egnum húsi Tær fimm kommunurnar vísa á, at skuldin hjá IRF er ov stór og má gjaldast niður skjótari enn higartil. Harafturat eru útreiðsl- urnar ov høgar og mugu lækka. – Skuldin hjá IRF er nú ein so stór byrða fyri felagsskapin, at okkurt munagott skal gerast fyri at fáa hana niður á eitt for- svarligt støði. Samstundis má gamla skuldin verða niðurgoldin, áðrenn farið verður undir nýggjar, stórar íløgur, sum tørvur er á at gera. Kommunurnar vísa eisini á, at limagjaldið til IRF er nú blivin ein rættiliga tung- ur partur av fíggjarorkuni hjá kommununum. Og hóast inntøkurnar hjá IRF eru munandi øktar, hevur tað ikki ført við sær, at skuldin er minkað sam- svarandi, eins og hjá kommununum. – Fyri at tryggja, at vit eisini í framtíðini eru harrar í egnum húsi, er umráðandi at vísa okkum sjálvum og øðrum, at vit megna og vilja finna loysnir, sum eru til gagns fyri allar partar. Tær siga, at verður inn- savningin privatiserað, fer tað at bera til at spara, uttan at tænastustøðið lækkar. Tær fimm kommunurnar siga, at verður øll innsavn- ingin boðin út, kann IRF selja bilar, bingjur og verk- stað og annað. Alt hetta er vert einar 20 milliónir og tær skulu brúk- ast til at betala skuldina niður við. Og tá ið innsavningin er bjóðað út, slepst eisini undan stórum íløgum í bilar, bingjur og annað og sostatt minkar íløgutørv- urin munandi. – Og tá ið kapping verður á økinum, kunnu vit vænta, at útreiðslurnar fara at lækka, heldur enn at hækka. Á privatum hond- um verður innsavningin fyri fastan prís og tí skuldi útreiðslurnar komið at ligið í eini fastari legu. Tær siga eisini, at sum IRF nú er skipað, har bæði innsavning og brenning er við í prísinum, forðar tað fyri gjøgnumskygni og fríari kapping og tí er tað eisini kappingaravlagandi. Tær leggja afturat, at tá ið innsavningin er bjóðað út, verður høvuðsuppgávan hjá IRF at hava brennistøð- ina, skiljihøllina og reinsi- verkið. Vilja hava meiri arbeiði í Eysturoynna Virki í Eysturoy, sum hava við skip at gera, ætla nú at vera felags um, at útvega meiri arbeiði Ruskinnsavningin skal privatiserast Fyri at tryggja, at IRF framvegin kann verða harri í egnum húsi, má innsavningin av ruski privatiserast, so at tað verður bíligari, halda fimm kommunur í Sundalagnum. C M Y K 5 4