leygardagur 26. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
7
Fimta hvørt fólk kann
doyggja
Vandi er fyri, at umleið fimta hvørt fólk í Ethiopia fara
at doyggja í hungri, fáa tey ikki hjálp sum skjótast.
Tilbúgvingarnevndin í landinum sigur, at talið á
teimum, sum tørva mat, veksur skjótt, og sum er hava
12,6 milliónir fólk tørv á at fáa matvøruhjálp. Fáa tey
ikki tað, er vandi fyri, at øll fara at doyggja í hungri,
sigur nevndin. Tað svarar til, at fimta hvørt fólk í
Ethiopia kunnu líða hungursdeyðan.
Sambært tilbúgvingarnevndini er tørvur á 944.000
tonsum av mati til at nøkta tørvin teir næstu seks
mánaðarnar, men enn hava lond bert lovað at lata
600.000 tons, sigur talsmaðurin hjá nevndini.
Kanska tvey ár í Irak
Tað fara kanska at ganga tvey ár, áðrenn USA fer at
taka sínar hermenn úr Irak.
Tað sigur George W. Bush, forseti. Hann sigur, at
amerikanararnir eru lidnir við kríggið í Afghanistan,
men at kríggið í Irak er ikki liðugt enn. Hann heldur, at
tað kann taka tvey ár at fullføra uppgávuna har. Millum
annað skulu hermenninir leita eftir hópoyðingarvápn-
um, tí forsetin sigur seg vera sannførdan um, at Irak
hevði tílík vápn, sjálvt um amerikanskir talsmenn hava
roynt at benda tosinum frá hópoyðingarvápnunum í
seinastuni.
- Tað avgerandi er, at Saddam Hussein kann ikki
hótta USA við hópoyðingarvápnum longur, sigur
Bush.
Skuldsettur fyri morð
Løgreglan í Serbia leggur nú fyrrverandi forsetan,
Slobodan Milosevic, undir at hava verið uppií, tá ein
annar fyrrverandi serbiskur forseti, Ivan Stambolic,
varð burturfluttur og myrdur. Tíðindastovan Beta
skrivar, at átta onnur fólk eru undir illgruna í sama
máli. Teirra millum er fyrrverandi ovastin í trygdartæn-
astuni, Radomir Markovic.
Ivan Stambolic varð burturfluttur í einari viðalund í
Beograd í august í 2000, stutt áðrenn Milosevic varð
koyrdur frá. Í síðsta mánað varð líkið funnið í einum
námi har norðuri í Serbia.
Serbisku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at kona
Milosevic, Mira Markovic, var eftir øllum at døma
uppi í burðurflytingini og morðinum, men hon er ikki
skuldsett enn. Mira Markovic fór úr Beograd fyrr í ár
og hevur síðani verið hjá soninum, sum býr í Moskva.
Skjeyt ikki tyrluna
Irakski bóndin Ali Abid Minqash gjørdist kendur um
allan heimin, tá irakska sjónvarpið vísti myndir av
honum og einari amerikanskari tyrlu, sum bóndin
sambært sjónvarpinum hevði skotið niður við einari
gamlari byrsu. Bóndin varð róstur sum hetja og sum
ímyndin av irakskum stríðsvilja.
Men søgan var íspunnin. Tað var rætt, at tann amer-
ikanska tyrlan var skotin niður, men tað var ikki bónd-
in, sum hevði rakt hana. Við eitt kuwaitiskt blað sigur
Ali Abid Minqash, at tá hann kom fram á tyrluna, boð-
aði hann skrivstovuni hjá Bath-flokkinum frá tí, sum
hann hevði sæð. Nakrir menn komu við honum og
søgdu honum, at hetta var ein amerikansk Apache-
tyrla.
- Teir bóðu meg siga, at tað var eg, sum hevði skotið
tylruna niður við mínari gomlu byrsu, sigur bóndin við
kuwaitiska blaðið.
UTTAN ÚR HEIMI
Fyrrverandi irakski
varaforsætisráðharri
n og uttanríkisráð-
harrin, Tariq Aziz,
situr nú í varðhaldi
hjá amerikanarunum.
IRAK-KRÍGGIÐ
Árni Joensen
Uppaftur ein av fyrrverandi
iraksku leiðarunum situr nú
í amerikanskum varðhaldi.
Hesaferð snýr tað seg um
fyrrverandi varaforsætis-
ráðharran, Tariq Aziz, sum
eisini hevur verið irakskur
uttanríkisráðharri. Tað er
ikki heilt greitt, um hann
varð tikin, ella um hann gav
seg yvir sjálvboðin.
Tann 66 ára gamli Aziz
var ofta talsmaður hjá stýr-
inum í Bagdad, og uttan-
lands varð hann mettur at
vera ein dugnaligur diplo-
matur. Hann er tann einasti
av fyrrverandi iraksku leið-
arunum, sum er kristin.
Amerikanarar halda ikki,
at Tariq Aziz hevur havt
stóra ávirkan á stýrið hjá
Saddam Hussein tey sein-
astu árini.
Stóra amerikanska
tubbaksfyritøkan
Philip Morris er
dømd at rinda roykj-
arum risastórt endur-
gjald, men fyritøkan
leggur nú dómin fyri
hægri rætt.
ROYKING
Árni Joensen
Philip Morris bað í gjár
dómaran Nicholas Byron í
statinum Illinois broyta
dómin, sum krevur, at fyri-
tøkan skal rinda fólki, sum
hava fingið skaða av royk-
ing, endurgjald. Í øðrum
lagi krevur fyritøkan, at
endurgjaldið verður lækkað.
Í rættinum varð fyritøkan
dømd at rinda saksøkjarun-
um góðar 50 milliardir
krónur í endurgjaldi og
myndugleikunum aðrar 20
milliardir krónur í bót.
Í úrskurðinum segði rætt-
urin, at tað var villleiðandi,
tá fyritøkan setti orðið
"light" uttan á sigarettpakk-
arnar, tí tað fekk roykjarar-
nar at halda, at hesar sigar-
ettirnar eru minni heilsu-
skaðiligar enn aðrar sigar-
ettir. Philip Morris vil ikki
góðtaka hesa áskoðanina.
Tað er ikki bara í Illinois,
at Philip Morris er dømt at
rinda endurgjald. Fyritøkan
hevur fingið tilsvarandi
dóm í Florida og Kalifornia.
Norðurkorea viðgongur
at hava kjarnorkuvápn
Undir samráðingun-
um við amerikanar-
arnar skala Norður-
korea hava játtað, at
landið hevur kjarn-
orkuvápn. Fyrsta
samráðingarumfarið
endaði í gjár, og tá var
langt millum part-
arnar.
NORÐURKOREA
Árni Joensen
- Jú, vit hava kjarnorku-
vápn, og hvat ætla tit at
gera við tað?
Tað var svarið, amerik-
anski samráðingarleiðarin,
James Kelly, fekk, tá hann
spurdi
norðurkoreanska
samráðingarleiðaran,
Li
Gun, um Norðurkorea hev-
ur kjarnorkuvápn ella ikki.
Svarið sigur ikki so lítið
um tónan í samráðingun-
um, men sambært amerik-
anska
varauttanríkisráð-
harranum,
Richard
A.
Boucher, kom svarið ikki
óvart á amerikansku sam-
ráðingarmenninar. Boucher
sigur,
at
amerikanska
stjórnin hevur leingi kent
seg fullvísa í, at norður-
koreanar hava kjarnorku-
vápn. Ein av amerikansku
samráðingarmonnunum
sigur, at norðurkoreanar
viðgingu eisini, at landið
umhugsar at royna kjarn-
orkuvápnini.
Amerikanarar halda, at
Norðurkorea ætlar sær at
nýta kjarnorkuvápnini til at
trýsta USA til at veita land-
inum búskaparliga hjálp,
men Colin Powell, uttanrík-
isráðharri segði í gjár, at
hesum fáa norðurkoreanar
einki burturúr.
Kina var umboðað í sam-
ráðingunum, sum vóru í
Beijing, og amerikanarar
ætla, at Suðurkorea og Jap-
an skulu taka lut í næsta
samráðingarumfari, tá tað
verður, ella um tað verður,
sum Colin Powell orðførdi
seg í gjár.
Tubbaksfyritøka sýtir fyri at rinda
endurgjald
Tariq Aziz tikin
Tariq Aziz situr nú í
amerikanskum varðhaldi
Amerikanski samráðingar-
leiðarin James Kelly á veg úr
beijing aftan á fundin við
norðurkoreanar
Spor – keramikk-
framsýning
Heri á Rógvi
Leygardagin letur Guðrið
Poulsen upp eina fram-
sýning í Listaskálanum.
Talan er um eina framsýn-
ing við seinastu verkunum
hjá listakvinnuni úr leiri.
Framsýningin hevur fingið
heitið Spor.
Í mentanartíðundunum
hjá
Sjónvarpi
Føroya
greiddi Guðrið Poulsen frá,
at hevur nýtt ymsar lív-
runnar verur í havinum
sum inspiratión, har tað
eisini síggjast spor eftir
menniskjum.
Framsýningin letur upp
kl. 16 leygardagin í Lista-
skálanum, og framsýningin
verður at síggja til 18. mai.
Nýggjastu verkini hjá Guðrið
Poulsen verða at síggja í
Listaskálanum til 18. mai.
Mynd: Jens Kristian Vang.
- Tað ber ikki til at út-
peika ein ella tveir
bólkar út sum favor-
ittar til at vinna final-
una, og tað er ikki
hent fyrr í einari Prix
Føroyar finalu, so eg
vænti at dømingin
verður torførari enn
nakrantíð fyrr, sigur
ein av føroysku dóm-
arunum til Prix
finaluna í kvøld
PRIX FØROYAR
Rúnar Reistrup
- Braquet er kanska einasti
bólkur, sum kann metast
sum veruligur outsidari í
finaluni. Annars er ringt at
taka dagar ímillum. Hate-
speech eru væl fyri, MC-
Hár kunnu yvirraska, og
tað ljóðar, at Déjá Vu hava
fingið nakrar áhugaverdar
sangarar afturat sær, sum
kunnu gera ein mun, so tað
verður øgiliga spennandi,
sigur ein av teimum føroy-
sku dómarunum til Prix
finaluna í kvøld, sum Sosi-
alurin fekk orðið á.
Av tí at Prix Føroyar fyri-
reikararnir hava valt at halda
nøvnini á Prix dómarunum
loynilig, nevna vit ikki
navnið hesum á dómara.
Púra opin finala
Sambært dómaranum, sum
hevur roynt at verið dómari
í Prix finalum áður, verður
uppgávan í kvøld uttan iva
tann torførasta nakrantíð
hjá Prix dómarunum.
- Higartil hevur tað altíð
verið onkur rímiliga klárur
favorittur undan finaluni,
og hesin favorittur hevur
vunnið. Men soleiðis er
ikki hesuferð. Her er eingin
klárur favorittur. Tí er
kappingin púra opin, sigur
dómarin, sum hóast hann
hevur størri vónir til nakrar
bólkar enn aðrar, fer til fin-
aluna við púra opnum
oyrum og sinni.
-
Tað
skyldar
man
bólkunum, tí teir hava allir
havt tíð til at arbeitt nógv
við tónleikinum síðan und-
anumførini. So hóast eg
longu havi sæð og hoyrt
allar bólkarnar, so viski eg
talvuna
reina,
áðrenn
finaluna, sigur dómarin.
Vinnarin skal klára
seg uttanlands
Í fyrra dømingarumfari
verður dømt sum vanligt
eftir einum føstum døming-
arfrymli, men í seinna
dømingarumfari, har eisini
almenningurin
sleppur
framat at døma, skal hvør
dómarari bert velja ein bólk
út millum teir tríggjar, sum
verða útvaldir í fyrra
dømingarumfari.
- Í seinna dømingarum-
fari vænti eg, at eg fari at
umhugsa støðuna heilt av
nýggjum. Avgerðina fari eg
so at taka útfrá hvussu tón-
leikararnir tykjast at trívast
saman á pallinum og hvør
hevur tað, sum skal til, fyri
at klára seg uttan fyri Før-
oyar eisini, sigur dómarin.
Gott við fólksins dómi
Seinnu árini hava dómarar-
nir verið einaráðandi, men
nú verða fólk kring alt
landið eisini tikin upp á
ráð, tá vinnarin skal kjós-
ast. Tað dámar hesum
dómaranum væl.
- Eg haldi tað vera fínt, at
vanligi føroyingurin fær
part í avgerðini. Hvat fólk
halda um bólkarnar er
áhugavert, um man vil
finna ein vinnara, sum
megnar at gera vart við seg
uttanlands. Men eg vóni
bara, at fólk minnast til, at
hetta er ein tónleikakapp-
ing og ikki fara at døma
útfrá
lokalum
ella
átrúnaðarligum bondum, tí
tað gevur onga meining,
sigur prixdómarin, sum í
kvøld fer at lurta væl eftir
hvørjum tóna, ið kemur út
ígjøgnum ljóðanleggið í
Norðurlandahúsinum.
Prixdómari:
Dømingin verður torførari
enn nakrantíð
Fyri fyrstu ferð í 8 ára langu Prix Føroyar søguni verða
sjónvarpshyggjarar og útvarpslurtarar kring alt landið
tiknir upp á ráð, tá ein vinnari skal kjósast í kvøld. Men
hvussu skal man so atkvøða? Vit hava biðið nakrar av
luttakarunum um ráð.
MC-Hár:
Vel tann tónleik, sum kemur tær við
- Tónleikurin er tað mest umráðandi i tónleikakappingini
Prix Føroyum, og tí eigur tú fyrst og fremst at taka støðu
útfrá tí tónleiki, sum bólkarnir spæla, heldur Jónas Bloch
Danielsen, annar av gittarleikarunum í MC-Hár.
- Og minnst til at tónar kunnu ikki vera lokalpatri-
otiskir. Um tær til dømis ikki dámar gøtumenn, men
tónleikurin hjá einum bólki úr Gøtu rørir nakað í tær,
so vel hann kortini. Lurta uttan fordómar, ver opin fyri
øllum, og vel síðan tann tónleikin, sum kemur tær við,
sigur gittarleikarin.
- Og um tú ert í iva, so kanst tú altíð atkvøða fyri
MC-Hár, tí MC-Hár elskar jú øll, eru seinastu ráðini frá
Jónas Bloch Danielsen úr MC-Hár.
Gestir:
Royn at vera opin og objektiv
- Tað skal helst liggja ein meting og ein avgerð aftan-
fyri dømingina, annars gevur tað ikki rættiliga meining
at døma. Um tú av tilvild kennir bassspælaran í einum
av bólkunum, so eigur tað ikki at vera nokk, til at bólk-
urin fær tína atkvøðu, heldur Knút Eysturstein, ljóm-
borðsleikari í Gestum.
- Royn og ver so opin og objektiv, sum til ber, lurta
eftir tónleikinum, legg merki til løgini og samanspælið,
og atkvøð síðan fyri tí bólkinum, sum segði tær mest,
eru ráðini frá Knúti Eysturstein úr Gestum.
Déjá Vu:
Atkvøð bara fyri tí tú vilt
- Tú skalt royna at vera so objektiv sum møguligt og
ikki bara atkvøða fyri tínum vinum ella systkinabørn-
um. Og so hinvegin. Kann man lata vera? Eg haldi, at
tað slepst nokk ikki undan at vinar- og familjubond
fara at ávirka nógvar hyggjaraatkvøður. Um man hevur
vinarbond til ein bólk, heldur man kanska automatiskt
at tann bólkurin er betri enn hann í veruleikanum er. Eg
kann í hvussu er gott fyristilla mær, at eg hevði latið
meg ávirkað um so var. So atkvøð bara fyri tí tú vilt,
eru ráðini frá Líggjasi Olsen, sangara og ljómborðs-
leikara í Déjá Vu
Hvussu skal eg atkvøða?
Clickhaze var favorittur í 2001 og vann eisini finaluna. Í ár er fyrstu ferð ongin favorittur at vinna finaluna, sigur ein av Prix-
dómarunum
C
M
Y
K
7
6