leygardagur 26. apríl 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
9
- Eitt av teimum
stóru virkjunum á
Toftum rindar
millum 200.000 og
250.000 krónur í
postgjøldum um
árið, sigur Alfred
Olsen, løgtings-
maður
POSTVIRKSEMI
Vilmund Jacobsen
Tað var postverkstjórin,
Bergur í Garði, sum av-
gjørdi, at posthúsið á
Toftum skuldi lata aftur,
hósdagin 24. apríl. Men
nú hevur so landsstýris-
maðurin, Bjarni Djur-
holm, sum ikki visti av
hesi ætlan, avgjørt fyri-
bils at annulera avgerð-
ina hjá postverkstjóran-
um.
Mótmæltu
Tá ið tað frættist, at dag-
urin var ásettur, tá ið
posthúsið
á
Toftum
skuldi lata aftur, tóku
fólk í Nes kommunu seg
saman og settu hart
ímóti hørðum. Út við
500 undirskriftir vórðu
savnaðar, sum mótmæli
ímóti hesi ætlan. Øll,
sum
skrivaðu
undir,
búgva í Nes kommunu
og eru yvir 18 ár.
Alfred Olsen, løg-
tingsmaður, fegnast um,
at landsstýrismaðurin nú
hevur annulerað avgerð-
ina hjá postverkstjóran-
um.
Saman við fólki í Nes
kommunu sum heild,
heldur løgtingsmaðurin
tað vera burtur við at
lata posthúsið á Toftum
aftur, tí tørvur er á teirri
tænastu, sum posthúsið
veitir.
- Afturlatingin er nú
útsett, men enn veit
eingin, hvør endaliga
avgerðin verður. Fyrst í
komandi viku fer lands-
stýrismaðurin at tosa við
Berg í Garði, sum hevur
verið burturstaddur, um
málið. Vit vóna, at enda-
liga avgerðin verður, at
posthúsið
á
Toftum
verður verandi opið.
Ikki talið
Alfred sigur, at tað er
ikki neyðturviliga er
talið av viðskiftafólki,
sum sigur, hvussu stórur
tørvurin á posthúsinum
á Toftum er.
- Her eru nógv virkir,
og tey hava sítt samskifti
við posthúsið.
Hann vísir á, at tað
eina virki rindar millum
200.000 og 250.000
krónur í postgjøldum
um árið, og tað er ikki
lítið. Onnur virkir rinda
einar 5.000-6.000 krón-
ur um mánaðin í post-
gjøldum.
- Eg haldi, tað hevur
gjørt mun, at vit her í
kommununi hava "rea-
gerað" og roynt at greitt
frá, hvønn týdning post-
húsið í veruleikanum
hevur, sigur Alfred.
Góð postboð
Løgtingsmaðurin harm-
ast um, at ætlanin er at
minka um talið á av-
greiðslupostboðum.
- Vit hava nøkur góð
postboð, sum kenna
viðskiftafólkini. Eins og
í øðrum kommunum,
búgva eisini gomul fólk
her í kommununi, sum
ongan møguleika hava
at fara á posthús eftir
pensjónini, pakkum ella
heilivági. Nú skal tað
næstan gerast ólógligt at
veita hesa tænastu. Og
tað er ógvuliga harmi-
ligt, sigur Alfred Olsen.
Posthúsið á
Toftum hevur
stóran týdning
Í gjárskvøldið byrjaði
landsstevnan hjá
Javna, sum endar við
stórari veitslu á Hotel
Føroyum í kvøld. Vit
hava prátað við
nýggja formannin,
Malenu Arnholds-
dóttir. Hon sigur, at
tað er ikki av mis-
gávum, at tey menn-
ingartarnaðu eru
okkara millum. Tey
eru ein náttúrligur
partur av lívinum og
gera, at vit av og á
noyðast at steðga á í
jagstranini eftir tí
fullkomna
JAVNI
Rúna Sivertsen
Í gjárskvøldið klokkan
nítjan setti Høgni Hoydal,
landsstýrismaður við ment-
amálum, landsstevnuna hjá
Javna.
Evnið á almenna fundin-
um var: "Framhaldsskúli til
ung við menningartarni".
Í samband við lands-
stevnuna, fer M’as Blues
Band at syngja og spæla í
Grasagarði klokkan 11
fyrrapartin í dag. Beata L.
Samuelsen fer at halda
røðu, og frítíðarklubbin fer
at selja bollar og kakao.
Ársveitslan hjá Javna,
sum er nakað heilt fyri seg,
verður í kvøld á Hotel Før-
oyum. Gestarøðari verður,
Beinta Haraldsen, og M’as
Blues Band fara at spæla til
dans.
Nýggjur formaður
Á ársaðalfundinum hjá
Javna herfyri, varð Malena
Arnholdsdóttir á Skála vald
til nýggjan formann.
Malena er fødd tann 21.
apríl 1952 í Fuglafirði,
triðja barnið av seks hjá
Steinvør og Arnhold Olsen.
Hon eigur 4 børn, Margit,
Arnvør, Jákup Petur og
Ólav. Ólavur er 18 ár og er
menningartarnaður.
Eftir loknan fólkaskúla í
1970, fór Malena á bíbliu-
skúla í Onglandi og Týsk-
landi. Í 1976 tók hon út-
búgving sum sjúkrasystir á
Føroya Sjúkrasystraskúla
og arbeiddi á Klaksvíkar
sjúkrahúsi.
Árini 1978-80 starvaðist
hon sum heimasjúkrasystir
í Fuglafirði.
Frá 1987-92 var hon leið-
ari fyri dagrøktini á Skála.
Seinastu trý árini hevur
hon verið næstformaður hjá
Javna.
Í løtuni starvast hon á
Eyturoyar Røktar- og Ellis-
heimi, haðani hon hevur
fingið farloyvi frá 1. mai.
Allan armin
Malena er sera spent uppá
formansstarvið.
- Eg ætli at geva tí allan
armin, sigur hon.
Hon ætlar at stríðast fyri,
at tey menningartarnaðu
verða líka fyri lógini. Hon
sigur, at tey, ið bera brek,
mugu kompenserast fyri
sítt tarn. Hon nevnir dømi
við hurðum, ið sjálvar fara
upp, tá vit nærkast teimum.
- Ein, ið ikki sjálvur fær
latið eina hurð upp, merkir
ikki so nógv til sítt tarn, tá
hurðin sjálv fer upp. Og
verður samafelagið inn-
rættað við hesum í huga, so
verður nógv lættari at verða
brekaður í Føroyum, sigur
hon.
Bústað og arbeiði til
øll
Nógv við menningartarni
hava einki arbeiði. Tí hava
tey einki at fara upp til. Av
tí sama, hava tey heldur
onga frítíð.
- Vit kunnu ikki siga
annað enn, at umstøðurnar
hjá teimum menningartarn-
aðu í dag eru nógv betur
enn fyri bert fáum árum
síðani. Men tá tað kemur til
menningartarn og arbeiði,
so er nógv verri statt nú enn
fyri 50 árum síðani. Tá
vóru øll við í dagliga ar-
beiðnum, eisini tann, sum
bar brek, sigur Malena.
- At hava ein bústað og
kunna velja, hvar og hvørj-
um tú vilt búgva saman við,
eigur eisini at vera ein
sjálvsagdur
rættur
hjá
teimum, ið bera brek, sigur
hon.
Hon sigur eisini, at tað er
ógvuliga umráðandi, at
tann
menningartarnaði
sleppur at búleikast í heim-
liga umhvørvinum.
- Tað er ikki rætt, at tey
menningartarnaðu og av-
varðandi teirra skulu noyð-
ast at flyta av bygdini, sigur
hon.
Uppá gott og ilt
Malena sigur, at tey menn-
ingartarnaðu eru eins og øll
onnur menniskju uppá gott
og ilt. Men tey siga tingini
greiðari enn vit, og sjáldan
ber til at misskilja, hvat tað
er, tey vilja siga okkum.
- Tey menningartarnaðu
eru ikki her av misgávum.
Tey eru her til at fáa okkum
at steðga á í jagstarnini
eftir, at alt skal vera "full-
komið". Tey lata eygu
okkara upp fyri, hvussu
fjølbroytt lívið í veruleik-
anum er, sigur nýggja for-
kvinnan hjá Javna.
Malena Arnholdsdóttir
fegnast stórliga um, at løg-
tingið týsdagin samtykti, at
ung við breki eisini skulu
hava eitt skúlatilboð.
Tey menningartarnaðu
fáa okkum at steðga á
Nýggja forkvinnan hjá Javna, Malena Arnholdsdóttir, ætlar at geva arbeiðnum allan armin, sum hon tekur til
Mynd Jens K. Vang
- Tað er ikki
neyðturviliga talið
av viðskiftafólki
sum sigur, hvussu
stórur tørvurin á
einum posthúsi er,
sigur Alfred Olsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
14. apríl
Meinhardt Poulsen, Meinhardt í Frammistovu,
Hvannasund, 88 ár
Valdemar Jacobsen, Syðradalur, 87 ár
15. apríl
Hilda Jacobsen á Viðareiði, 88 ár
16. apríl
Elsuba Susanna Johansen, ættað úr Kvívík, búsitandi
í Hirshals, 76 ár
Petur Davidsen, Haldórsvík, 78 ár
Jóanes Wardum, Havn, 56 ár
18. apríl
Petra Andreassen í Vestmanna, 83 ár
20. apríl
Vinjard Falkvard Joensen, Sandavagi, 57 ár
Dánjal á Nesinum, Sandavágur, 86 ár
Elisabeth Mikkelsen, Tórshavn, 82 ár
21. apríl
Kaj Thomassen, Svínoy, 95 ár
Hans Jacob Hansen, Fuglafjørður, 75 ár
22. apríl
Agnas Hansina Poulsen, Tórshavn, 27 ár
Thomasia Samuelsen, Masa, Froðba, 66 ár
75 ár
Í dag, 26. apríl, fyllir Nicolina Jensen Beder 75 ár.
Føðingardagurin verður hildin saman við systkjun-
um.
Silvurbrúdleyp
Í dag halda Annikka og Poul Færø, Klaksvík, silvur-
brúdleyp. Veitslan verður í KÍ-høllini kl. 18.00.
Dúgvan siglir eftir veitsluna.
Dagurin
26. apríl. Cletus, deyður í umleið ár 90. Cletus ella
Anacletus var triði maður í pávastóli eftir Pætur.
27. apríl. Ánanias, deyður í 375. Kristin munkur, sum
varð tikin av døgum í Persiu. Summir halda, at her er talan
um tann Ánanias, sum er umtalaður í Ápostlasøguni 9,
10-19. Fríðrikur Petersen deyður hendan dagin í 1917.
28. apríl. Vitalis, deyður í umleið 171. Rómverskur em-
bætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døg-
um.
Kunngjørt verður at okkara kæri pápabeiggi,
svágur og abbabeiggi
Margeir Trønd Hansen
vanliga nevndur Trøndur,Tórshavn
andaðist hósdagin 24. apríl, 59 ára gamal.
Fyri tey avvarðandi
Jón, Sámal, Sigurð og Sólgerð v/ familju
Føðingar
11. apríl fingu Anna og Brynjálvur Dalsgaard, Sandi, tvíburar.
Dótturin var 44 cm long og vigaði 2320 gr, sonurin 47 cm
langur og vigaði 1645 gr.
12. apríl fingu Guðrún Bjarna-
dóttir, Søldarfjørður, og Hallur
Bech, Porkeri, ein son. Hann var
54 cm langur og vigaði 3600 gr.
14. apríl fingu Eydna og Magnus Samuelsen, Tórshavn, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4200 gr.
14. apríl fingu Christina Nolsøe og Klæmint Isaksen,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4000 gr.
15. apríl fingu Elsa Maria og Jógvan í Beiti, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3100 gr.
15. apríl fingu Vanja Ejdesgaard og Jónsvein S. Joensen,
Kollafirði, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3430 gr.
15. apríl fingu Gunnvá Wardum og Jógvan Kristiansson
Glerfoss, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
4000 gr.
15. apríl fingu Poula og René Hansen, Nólsoy, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði 3350 gr.
15. apríl fingu Esther og Hjalmar Hvítklett, Tórshavn, ein son.
Hann var 54 cm langur og vigaði 4200 gr.
16. apríl fingu Gunnhild
Helmsdal og Benjamin
Gaasedal, Keypmannahavn,
ein son. Hann vigaði 4200 g
og var 55 cm til longdar.
16. apríl fingu Tórun Hansen og Hans Andrias (Hassadi)
Midjord, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
3600 gr.
17. apríl fingu Elisabeth og Sigmundur Brestisson, Klaksvík
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4250 gr. Hann eitur
Tórálvur.
17. apríl fingu Marita Samson Sigurdardóttir og Jón Joensen,
Lamba, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4050 gr.
18. apríl fingu Sara Johansson, Undenäs í Svøríki, og Eddi
Joensen, Vági, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 4150 gr.
18. apríl fingu Ann-Mari B. Mouritsen og Magni V. Mouritsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3550 gr.
19. apríl fingu Andrea Danielsen, Sumba, og Rúni Dam,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3550 gr.
19. apríl fingu Kari Petersen og Delmar Jacobsen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4100 gr.
19. apríl fingu Heidi Kragesteen og Pól Jakobsen, Argjum, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3800 gr.
19. apríl fingu Sharda Róin Magnussen og Brynleif Pætursson
Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði
3100 gr.
20. apríl fingu Mariann Poulsen og Brandur Johansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4400 gr.
21. apríl fingu Hervør Eyðunsdóttir og Rani Nolsøe, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3550 gr.
21. apríl fingu Marin Sigvaldsdóttir og Kristian R. Bláberg,
Miðvági, eina dóttur. Hon var 59 cm long og vigaði 4550 gr.
22. apríl fingu Durita Káradóttir, Strendur, og Báraldur J.
Joensen, Hvalvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4190 gr.
22. apríl fingu Jóhanna Joensen og Arni Danielsen, Hoyvík, ein
son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3900 gr.
23. apríl fingu Sólfríð Christiansen og Rógvi Rasmussen,
Skála, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3520 gr.
23. apríl fingu Dagbjørt Sólheim og Oleif Joensen, Saltangará,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3450 gr.
24. apríl fingu Maria og Heri Matras, Klaksvík, ein son. Hann
var 51 cm langur og vigaði 3250 gr.
Hans Jacob Hansen
20. mars 1928 – 21. apríl 2003
Mánadagin 21. apríl
andaðist Hans Jacob
Hansen, vanliga nevndur
Hans Jacob á Brúnni, í
Fuglafirði, 75 ára gamal.
Hans
Jacob
var
úr
Fuglafirði, sonur Petru
og Hans Jacob Hansen, á
Brúnni. Bæði hann og
pápin
blivu
nevndir
Hans Jacob á Brúnni.
Hans Jacob var ein sera
fjølbroyttur
maður.
Hann fór tíðliga at royna
seg sum listamálara, og
var hann fyrsti fuglfirð-
ingur, sum hevði málningaframsýning í Havn.
Saman við øðrum tók hann stig til fyrstu Varma-
kelduframsýningina fyri umleið 30 árum síðan.
Hann hevur verið í hornorkestrinum síðan fugl-
firðingar byrjaðu at spæla horn, til hann noyddist
at gevast, tí eyguni fóru at bila. Tá eyguni fóru at
bila, fekk hann sær eina teldu, ið kundi vaksa so
mikið um bókstavirnar, at hann sá teir. Hann sá
møguleikarnar í hesum tóli og byrjaði at skriva, og
skrivaði hann t.d. yrkinga- og stuttsøgusavnið, Á
Brúnni. Hans Jacob var eisini ein kendur har-
monikuspælari og var við til mong tiltøk í hesum
sambandi. Í fleiri ár var hann eisini við í Fólkatón-
leikara-stevnuni, oftast við egnum løgum og
tekstum. Seinnu árini hevur hann eisini verið við
til at syngja kingo, m.a. á mentanarstevnuni í
Norðurlandahúsinum. Hann hevur spælt nógv
sjónleik, og var hann ein av stigtakarunum til
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag. Minniligasta av-
rikið hjá honum sum sjónleikari man vera tá hann
spældi leiklutin sum Tormóður í filminum
Barbara. Hann hevur arbeitt sum fiskimaður og út-
róðrarmaður og í mong ár sum landari á Havsbrún
í Fuglafirði. Hans Jacob giftist við Minu, f. av
Vollan av Glyvrum. Tey fingu tey 6 børn, ein son
og fimm døtur sum allar búgva í Danmark. Friður
veri við minninum um Hans Jacob á Brúnni.
Sjúrður Eliasen
60 ár
Flaggdagin 25. apríl fylti
Sjúrður Eliasen, borgar-
stjóri í Leirvík, 60 ár.
Sjúrður er føddur og upp-
vaksin í Leirvík. Foreldrini
vóru Jóna og Hilmar Elia-
sen. Sjúrður fór til skips í
1957 við Sigatindi, og
lívsstarv hansara kom at
vera á sjónum. Hann sigldi
nógv við føroyskum og
norskum línubátum. Hann
tók skiparaprógv í 1964.
Frá seinast í sekstiárunum
til í dag hevur hann verið
útróðrarmaður.
Hann
keypti 50-tons útróðrar-
bátin Morit í sjeytiárunum
saman við verfaðir sínum
Olhard.
Hendan
bátin
høvdu teir í ellivu ár, seinni
keypti hann sær ein minni
bát. Í dag hevur hann bátin
Súluna. Sjúrður hevur konu
úr Leirvík, Jastrid. Hon er
dóttir Malfrid og Olhard
Lervig. Tey fingu børnini
Hjalta, Morit og Sonju.
Sjúrður situr nú á triðja
skeiði sum borgarstjóri í
Leirvík, eitt starv ið hann
hevur røkt til lítar. Sjúrður
heldur føðingardagin hjá
dóttrini Morit í Danmark.
Vit eru mong , ið ynskja tær
við familju hjartaliga til-
lukku við degnum.
Ó.H.
C
M
Y
K
9
8