leygardagur 26. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Løgtingið hevur mestsum einmælt samtykt lóg
um Tjóðpall Føroya. Leiklistin er elligomul list,
ja, tað eru tey, sum halda, at hetta er hin elsta
listin hjá mannaættini. Tað hevur í fleiri
mentanarligum álitum verið mælt til at seta
stovn ein almennan leikpall. Tjóðpallurin kann
metast sum eitt framhald av Leikpalli Føroya,
ið varð settur á stovn fyri nøkrum árum síðan
sum ein grunnur. Við Leikpallinum kom leik-
listin á fíggjarlógina og fekk hervið ta viður-
kenning, ið henda listagrein hevur uppiborið.
Hetta var í sjálvum sær eitt framstig og eiga tey
fólk, sum í gjøgnum árini hava virkað innan
Leikpallin stóra tøkk uppiborna. Hinvegin var
øllum greitt, at við tí formi, ið Leikpallurin
hevði, vóru møguleikarnir fyri menning og
vøkstri avmarkaðir.
Tjóðpallurin er eisini eitt úrslit av teimum
framstigum og tí menning, sum hevur verið
innan yrkisleiklistina, síðan Føroya fyrsti yrkis-
lærdi leikari, Eyðun Johannessen, kom aftur til
heimlandið. Skal nakar einstaklingur nevnast í
nýggjari føroyskari leilistasøgu, so má tað vera
Eyðun. Tað hevur sjálvsagt eisini gagnað sak-
ini, at Eyðun, hóast hann er vorðin navnframur
uttanlanda, hevur valt at virka í Føroyum. Hetta
eiga vit øll at fegnast um.
Eins og Leikpallur Føroya fevndi um bæði
yrkisleik og áhugaleik, fevnir nýggja lógin um
báðar greinir. Av teimum mentanarligu álitum,
ið eru komin uppá prent, skilst, at tørvur er á
bæði yrkisleiki og áhugaleiki. Tað er tí skila-
gott, at nýggja lógin tryggjar áhugaleikin, sam-
stundis sum hon fyriskapar mennandi karmar
um eina føroyska yrkisleiklist. Lógin um Tjóð-
pall Føroya og stuðul til leiklist er eitt stórt
mentanarligt framstig. Hon er ein almenn
viðurkenning av tí týdningi leiklistin hevur fyri
tjóðina, og hon skapar góðar virkismøguleikar
fyri tey, ið hava valt sær útbúgving sum yrkis-
sjónleikarar. Í hesum høpi eigur at verða mint á,
at játtaninin á fíggjarlógini er ein fortreyt fyri,
at nýggja lógin kann koma at virka eftir ætlan.
Tað er tí at vóna, at løgting og landsstýri liva
upp til ta fíggjarligu ábyrgd, sum nýggja lógin
leggur á hesar myndugleikar. Stóri meirilutin
fyri lógini boðar í so máta frá góðum. Sosial-
urin ynskir leiklistini og øllum Føroya fólki til
lukku við stóra mentanarliga framstiginum,
Tjóðpalli Føroya.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tjóðpallur - eitt stórt
framstig
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Turið Jacobsen
Nógv hevur verið sagt og
skrivað seinastu tíðina um,
at ein kæruavgerð mundi
ført við sær, at gjald fyri
ergo- og fysioterapeutiska
viðgerð av børnum við
varðandi breki skuldi vera
treytað av foreldrainntøku.
Tey, sum hava sagt sína
hugsan um málið, hava ver-
ið umboð fyri brúkararnar,
Almannaverkið og politik-
arar. So vítt eg veit, hava
umboð fyri fakbólkarnar,
sum geva viðgerðina, talan
er um, ikki tikið lut í kjak-
inum. Eitt endamál við
viðgerðini eigur at vera, at
børnini við varðandi breki
skulu fáa sum mest burtur-
úr henni. Tað er tí í hesum
kjakinum neyðugt at koma
inn á tann tídningarmikla
fakliga partin, sum viðvík-
ur, undir hvørjum umstøð-
um viðgerðin verður givin,
so at hetta málið verður
nátt. Eisini er neyðugt at
koma inn á, hvussu við-
gerðin kann mennast, so at
vitan innan økið verður
samlað og er til taks bæði
viðvíkjandi
tí
einkulta
barninum við varðandi
breki og fyri børn við var-
andi breki sum heild.
Tveir fysioterapeutarnir
starvast á Sernámsdeplin-
um og hava teir ongan
møgulleika at røkka øllum
børnunum í Føroyum, sum
hava varðandi brek. Tískil
gongur at kalla øll viðgerð
av føroyskum børnum við
varðandi breki fyri seg hjá
ergo- og fysioterapeutum í
privatari vinnu og er hetta
orsøkin til kjakið um for-
eldragjald. Kjakið, sum nú
hevur verið um foreldra-
gjald, er eitt sjálvsagt høvi
til eitt fakligt kjak um,
hvørjar umstøður eru best
nøktandi, tá talan er um
ergo- og fysioterapeutiska
viðgerð av børnum við
varandi breki. Við míni fak-
ligu vitan sum ergotera-
peutur og við at fylgja við í
útlendskum fakbløðum, eri
eg sannførd um, at út-
reiðslan, sum almannaverk
og sjúkrakassar hava av
hesari viðgerð hjá ergo- og
fysioterapeutum í privatari
vinnu hevði komið sam-
felagnum og børnum við
varðandi breki nógv meira
til góðar, um hon var nðtt
til ergo- og fysioterapeutar,
sum starvaðust innanfyri
almanna- og skúlaverkið.
Í londunum rundanum
okkum sleppa tey undan
hesum kjakinum um for-
eldragjald ella ikki. Har
starvast ergo- og fysiotera-
peutar innan almanna- og
skúlaskipanirnar, har børn
við varandi breki hava sína
dagligu gongd. Tvs. fysio-
og ergoterapi er ein natúr-
ligur partur av tí tvørfakliga
samstarvinum rundanum
børnini, har tey eru og
umfatar eisini tørvsmeting
av
hjálpartólum.
Hetta
skapar
grundarlag
fyri
menning
av
neyðugari
fakligari vitan innan skúla-
og almannaverkið, sum
kemur børnunum til góðar.
Foreldragjald
TÍÐINDASKRIV
Mentamálaráðið og Fróð-
skaparsetur Føroya hava
boðið Harry Haue, lektara,
dr. phil. frá Dansk Institut
for Gymnasiepædagogik,
Syddansk Universitet í
Odense, til Føroya at halda
fyrilestrar um Almendann-
ilsi og miðnámsútbúgving-
ar.
Harry Haue er mag.art. í
søgu frá Aarhus Universitet
í 1973 og hevur í mong ár
starvast sum studentaskúla-
lærari, men tey seinastu
árini hevur han starvast
sum granskari á Dansk
Institut
for
Gymnasie-
pædagogik, Syddansk Uni-
versitet.
Herfyri vardi hann dokt-
araritgerð sína Almen-
dannelse som ledestjerne á
Syddansk Universitet í
Odense. Bókin er vorðin
sera væl móttikin í Dan-
mark, og høvundurin hevur
fingið mong rósandi orð
fyri verk sítt. Ikki minst tí
granskingararbeiði hansari
hevur stóran týdning júst
nú talan er um at broyta all-
ar miðnámsútbúgvingarnar
í Danmark.
Harry Haue er kendur
sum ein góður, greiður og
áhugaverdur
fyrilestra-
haldari. Tilsamans heldur
hann tríggjar fyrilestrar á
Føroyaferðini, ein almenn-
an, ein, sum fyrst og fremst
er ætlaður lesandi og lærar-
um á Fróðskaparsetrinum,
og ein, sum er ætlaður
lærarum og næmingum á
miðnámsútbúgvingunum.
Øll áhugaði eru kortini
vælkomin til allar fyri-
lestrarnar.
Harry Haue, lektor, dr.
phil.
Fyrilestrar um almen-
dannilse og miðnáms-
útbúgvingar.
HÓSDAGIN 1. MAI 2003
kl. 19.30 Í OVASTOVU Í
NÓATÚNI:
Fyrilestrarheiti:
Almendannelse, hvad er
det?
Almennur fyrilestur fyri
øllum áhugaðum.
FRÍGGJADAGIN 2. MAI
2003 kl. 10.00 Á FØROYA-
MÁLSDEILDINI Á
FRÓÐSKAPAR-
SETRINUM:
Fyrilestrarheiti: Dannelse
og dannelsesbegrebet i
skole og samfund.
Fyrst og fremst ætlað
lærarum og lesandi á
Fróðskaparsetrinum.
MÁNADAGIN 5. MAI
2003 kl. 14.40 Á FØROYA
STUDENTASKÚLA Í
HOYDØLUM:
Fyrilestrarheiti: Det
gymnasiale skolesystems
udvikling frem til i dag.
Fyrst og fremst ætlað
lærarum og næmingum á
studentaskúlum og
miðnámsútbúgvingum.
Fyrilestrar um útbúgving og "dannilsi" á
Fróðskaparsetrinum og Føroya Studentaskúla
Tað er rættuliga sann-
líkt, at Ingi Højsted
ímóti Kasakstan fer at
verða yngsti føroyski
spælarin nakrantíð í
altjóða skrásettum
landsdysti
LANDSLIÐSMET
Jóannes Hansen
Klokkan fýra seinnapartin í
morgin fer føroyska fót-
bóltslandsliðið undir sína
85. uppgávu, síðani altjóða
limaskapurin gjørdist veru-
leiki fyri skjótt fimtan ár-
um síðani. Føroyar hava
spælt 31 EM undankapp-
ingardystir, 30 HM undan-
kappingardystir, fýra NM
dystir, og uppgerðin á
Svangaskarði verður 20.
vinardysturin.
Í teimum 84 landsdystun-
um hava tilsaman 79 spæl-
arar umboðað Føroyar. Tað
er rættuliga sannlíkt, at í
hvussu so er ein og ivaleyst
fleiri spælarar, sum ikki
hava verið á landsliðnum
áður, fara at fáa møguleik-
an í morgin ella týskvøldið.
Teir, sum ikki hava verið á
landsliðnum áður, og sum
hava møguleikan hesa ferð,
eru Atli Danielsen, KÍ, Jan
Ingi Petersen, B68, Símun
Samuelsen, GÍ, og Ingi
Højsted, Arsenal. Atli og
Jan Ingi eru 19 ára gamlir,
og Símun Samuelsen verð-
ur átjan 21. mai. Ingi Høj-
sted er nógv tann yngsti í
hópinum hesa ferð. Hann
verður ikki átjan fyrrenn
12. november, og um hann
verður settur á vøllin ímóti
Kasakstan, so verður hann
yngsti føroyski landsliðs-
spælarin nakrantíð.
Yngsti spælarin higartil
hevur verið Jón Rói Jacob-
sen. Hann var 18 ár 1 mán-
að og 25 dagar, tá ið hann í
EM undankappingardyst-
inum ímóti Sveis 2. juni í
2001 á heimavølli varð
skiftur inn.
Um Ingi verður skiftur
inn ímóti Kasakstan, verður
hann meiri enn eitt hálvt ár
yngri landsliðsspælari, enn
Jón Rói Jacobsen var fyri
tveimum árum síðani, og
Ingi verður samstundis
fyrsti føroyski spælarin,
sum verður á landsliðnum,
áðrenn hann er fyltur átjan
ár (Símun Samuelsen hevur
eisini møguleika at røkka
hesum metinum).
Liam Brady er venjari
Í gjár var tað ikki greitt, um
Ingi Højsted verður tøkur
til dystin í morgin. Men tað
var greitt, at hann verður
tøkur týsdagin, og sambært
hjálparvenjaranum á lands-
liðnum, Jógvani Martin
Olsen, so er Ingi Højsted so
væl fyri, sum hann ongan-
tíð hevur verið áður.
Ingi er á talentliðnum hjá
sjálvum Arsenal. FSF vildi
hava, at Ingi skuldi koma til
Føroya í gjár, men tað setti
venjarin hjá Arsenal seg
ímóti.Hann vildi hava, at
Ingi skuldi spæla á talent-
liðnum í dag.
Venjarin
hjá Arsenal
talentunum er ikki hvør
sum helst. Talan er um
Liam Brady, sum tilkomnu
fótbóltshugaðu føroying-
arnir kennast við. Hann er
íri og var krumptappurin á
Arsenal miðvøllinum síðst
í sjeyti árunum og fyrst í
áttati árunum, áðrenn hann
varð seldur til Juventus.
Liam Brady varð mettur at
vera ein tann besti mið-
vallarin í Onglandi tann tíð
tað var.
– Ingi var við á venjing-
arleguni í Spania. Tá gekk
tað rætta vegin hjá honum,
og síðani hevur tað gingið
støðugt framá. Síðani hann
kom til Onglands hevur
Ingi verið nógv plágaður av
skaðum. Nú hevur hann í
fleiri mánaðir vant og spælt
uttan at hava verið skaddur.
Eg rokni møguleikan stór-
an fyri, at hann fer at fáa
møguleikan eina løtu ímóti
Kasakstan, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Fleiri met
Jens Martin Knudsen verð-
ur í føroyska málinum í
morgin. Hvørja ferð hann
umboðar Føroyar setur
hann nýtt met sum elsti
landsliðsspælarin í altjóða
skrásettum dystum. Veteran
málverjin verður 36 ár 11.
juni ella sama dag, sum
Týskland og Føroyar fara at
spæla á Tórsvølli.
Næstelsti
spælarin
á
landsliðnum hesa ferð er
Jóhannis Joensen. Hann
verður 33 27. november, og
tað skal tískil nógv til,
áðrenn Jóhannis fer at taka
metið sum aldursforseti á
landsliðnum frá Jens Mart-
ini.
Óli Johannesen verður
ikki á liðnum í morgin.
Hann verður upptikin av
landskappingardysti
á
heimavølli í Hvidovre, har
teir fara at taka ímóti Vejle,
sum hevur Christian Høgna
Jacobsen í hópinum. Óli
Johannesen verður á før-
oyska liðnum týskvøldið,
og tá fer hann sum fyrsti
føroyingurin at spæla á
landsliðnum fyri 60. ferð.
Møguligt lið
Umframt Óla Johannesen
vera
útisetarnir
Jákup
Mikkelsen,
Christian
Høgni Jacobsen og Jón Rói
Jaocbsen ikki við í morgin,
og harafturat er tað mest
sannlíkt, at Ingi Højsted
ikki verður tøkur. Men tað
er ein møguleiki fyri tí.
Andrew av Fløtum og
Rógvi Jacobsen vera í Ís-
landi við HB í morgin.
Tað er púra greitt, at Jens
Martin Knudsen verður
málverji í morgin. Tað er
eisini
greitt,
at
Fróði
Benjaminsen og Julian
Johnsson fara at hava
sentralu leiklutirnar á mið-
vøllinum, og at Jákup á
Borg verður ytstur í høgra
miðvallarborði. John Peter-
sen verður í álopinum.
Hans Fróði Hansen var
ongantíð millum teir fyrstu
ellivu í fjør. Um hann ikki
verður tað í morgin, tá ið
bæði Jón Rói Jacobsen og
Óli Johannesen vera burtur,
so er torført at síggja, hví
boð verða send eftir hon-
um. Tí er upplagt at rokna
við, at Hans Fróði verður í
miðverjuni saman við Pól
Thorsteinsson.
Súni Olsen og Hjalgrím
Elttør vera ivaleyst millum
teir fyrstu ellivu. Spurning-
urin er, um Hjalgrím verður
í álopinum saman við John
Petersen, ella um hann
verður í miðvallarpláss-
inum í vinstru. Súni Olsen
verður miðvallari í vinstru
ella vinstri vongverji. Aðrir
møguleikar á vongverjun-
um og í miðverjuni eru Jó-
hannis Joensen og Allan
Joensen.
Ein møguleiki er, at teir
fyrstu ellivu fara at vera
hesir: Jens Martin Knudsen
– Jóhannis Joensen, Pól
Thorsteinsson, Hans Fróði
Hansen, Allan Joensen –
Jákup á Borg, Julian Johns-
son, Fróði Benjaminsen,
Súni Olsen – John Petersen,
Hjalgrím Elttør.
Á beinkinum verða so í
morgin Bjarni Johansen,
Jan Ingi Petersen, Atli Dan-
ielsen, Heðin á Lakjuni,
Símun Samuelsen og Jón-
hard Frederiksberg.
Eftir dystin í morgin
verður liðið til dystin
týsdagin úttikið. Tá
verða útisetarnir og
teir báðir HB
spælararnir tøkir.
Nr. 79 • leygardagur • 26. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Ingi yngstur nakrantíð
á landsliðnum
Sum 15 ára gamal fór Ingi Højsted til Arsenal. Nú hevur hann sum 17 ára gamal møguleika at
gerast yngsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð
C
M
Y
K
11
10