Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 13 Sunnudagin og týs- dagin komandi skal føroyska fótbólts- landsliðið leika tveir vinardystir ímóti ein- um, so at siga púra ókendum á okkara leiðum, landi Ivan Eginsson Navnið Kasakstan sigur einum vanligum føroyingi ikki nógv. Og tað er ikki so løgið. Landið liggur kanska ikki ordiliga á hinum heim- sins enda, men í hvussu er ógvuliga langt burtur hig- ani og er á allan hátt øðr- vísi, enn Føroyar og Norð- urlond sum heild. Eitt fjølbroytt land Taiga (tætt voksið skógar- øki) norðuri og oyðimørk suðuri, láglendi vesturi og risafjøll eystri. So fjølbroytt er hetta landið. Og so er eisini við fólkinum, ið búgva har. Bara helvtin hoyrir til høvuðstjóðina og tosar ríkismálið. Restin, ið eru eftirkomarar av tilflyt- arum nógva aðrastaðni frá, brúkar russiskt, sum “mill- umtjóða samskiftismál”. Í gerandisdegnum verður russiskt nýtt nógv meira, enn ríkismálið, kasakist. Tað eru ikki nógv ár síð- ani, at Kasakstan gjørdist ein suverenur statur á fyrsta sinni. Tað upprunaliga fólk- ið, kasakar, eru millum eft- irkomarar av mongolskum hirðum, ið í miðøldini spjaddu seg sera nógv í allar ættir, serliga vestan- eftir. Kasakar búsettust í umráðnum í 13.øld. Teir vóru kortini ongantíð sam- eindir í einum ríki, áðrenn tað Russiska Tsarveldið tók valdið í umráðnum í 1700- talinum. Søgan um týskarar í Kasakstan Tað var so seint, sum í 1936, at Kasakstan fekk eitt slag av heimastýri, tá ið eitt so kallað “kasakiskt sjálv- stýrandi sovjetiskt lýð- veldi” var sett á stovn. Í veruleikanum høvdu teir lokalu myndugleikarnir lít- ið og einki at siga mótvegis stýrinum í Moskva. Undir krígnum hýsti landið nógvum teirra, ið flýggjaðu undan týsku hersetingini vestanfyri í Sovjetsamveld- inum. Umframt tey, vóru nøkur ávís fólkasløg send til Kasakstan ímóti sínum vilja. Orsøkin var, at harð- renda kommunistiska stjørnan hjá Stalin hevði illgruna um, at hesi á ein ella annan hátt samstarvaðu við nazi-Týskland. Millum annað, endaðu nógvir Volgatýskarar í teimum miðasiatusku londunum, fyrst og fremst Kasakstan. Forfedrarnir hjá Volgatýsk- arum komu til Russlands úr Týsklandi, Preissen og Eysturríki í 18.øld. Táver- andi tsarinna, Ekaterina.II (tann Stóra), ið sjálv var fødd og uppvaksin í Norð- urtýsklandi, bjóðaði teim- um hús, jørð og arbeiði í økjunum, ið lógu tætt at ánni Volga, ið rennur ígjøg- num stóran evropeiskan part av Russlandi. Inn- flytarar grundløgdu egin býir og bygdir í tí nýggja heimlandinum, og tvey hundrað ár seinni høvdu nógv teirra varveitt týska málið og upprunalig eftir- nøvn. Lagnan gjørdi, at meira enn ein millión av hesum fólkunum máttu býrja nýggja tilveru í einum fremmandum landi, næstan í hjartanum at Asia. Stórur partur av teimum er nú fluttur til Russlands ella tað gamla Vaterland aftur, men nøkur hundrað túsund eru eftir í Kasakstan. Millum stjørnuleikarar hjá Kairat Almatý, ið var einasta umboð lýðveldsins í fremstu sovjetisku fótbólts- deildini, taldust Peter Neu- stadter og Wladi Nieder- haus. Seinni spældu báðir á rættiliga høgum støðu við týskum feløgum... Brésjnev búði har Nógvir russarar, ukrainarar og aðrir komu til Kasakstan skjótt eftir kríggið. Teir vóru eggjaðir av myndug- leikunum til at byggja í lýðveldinum eitt nýtímans samfelag, ið skuldi stuðla bæði ídnaði og landsbrúki. Stýrið í Kreml hevði jú ein miðvísan politikk við at spjaða sínar borgarar í landinum til tess at blanda ymisk fólkasløg mest møguligt. Býir vuksu við miklari ferð orsakað av tilflytarum, og tey stóru vallfløtuumráðini vóru veltað. Júst í Kasakstan, um tað mundi, gjørdi ein ukrainari av russiskari ætt sína skjótu karieru í Kom- munistaflokkinum. Tað var Leonid Brésjnev, ið seinni sat við landsins róðri í Moskva í samfull átjan ár. Loysingin kom púra óvart Tað var ongantíð nakað skipað loysingarstríð í Kasakstan — í mun til mong onnur fyrrverandi sovjetisk hjálond, til dømis Estland, Lettland, Litava, Ukraina ella Georgia. Landið fekk politiskt frælsi brádliga og púra óvæntað fyri seg sjálvt, tá ið Sovjet- samveldið fór í upploysn seint í 1991. Spurningur var so, um eitt samfelag uttan nakran serligan tjóð- skaparligan samleika fór at megna at standa á egnum beinum. Sterkar vóru tær røddirnar í sjálvum Kasak- stan, ið mæltu nýggja stat- inum til at innlima seg í Russland. Men undir leiðsl- uni av sera væl umtøkta forsetanum, Nursultan Nassarbaiev, bleiv Kasak- stan eitt tað mest fram- komna landið í fyrrverandi Sovjet. Orsøkin er fyrst og fremst oljuinntøkur, ið tey seinastu árini hava givið landinum eitt fíggjarligt støðufesti. Hin nevndi Nassarbaiev sigst vera av teimum ríkastu fólkunum í Asia. Tann 62-ára gamli forsetin, ið er doktari í búskaparfrøði, var seint í sovjettíðini settur sum aðal- skrivari í lokala kommun- istaflokkinum. Nassarbaiev megnaðu ikki bara at “yvirliva” politiskar broyt- ingar, men hann styrkti eisini munandi støðu sína sum leiðari landsins, tá ið Kasakstan fekk fullveldi. Forsetin vælumtóktur Altíð siðiligur, og sam- stundis ógvuliga snildur og framsíggin, hevur Nassar- baiev góð persónlig viður- skifti við flestar leiðarar í grannalondunum, ikki minst Russlandi og Kina. Trætan um statsmarkið við stóra grannan fyri norðan tykist koma til enda í øllum góðum. Sjálvt russiskt-tal- andi í Kasakstan halda nógv av Nassarbaiev, ið vann sannførandi á for- setavalum tríggjar ferðir, seinast í 2000. Fyri fimm árum síðani flutti hann høvuðstað úr størsta býnum Almatý, beint við kinesiska markið, og til Astaná (fyrr- verandi Tselinograd). Ka- sakar brúktu har brasili- anska, avstralska og kanad- iska fyrimynd. Sum kunn- ugt, var øll landsumsiting í hesum trimum statunum flutt í smærri býir á sinni. Eftir fimm árum er Astaná vorðin ein nýtímans evro- amerikanskur býur við høgum bygningum og nógvum skrivstovuvirk- semi. Landið er væl fyri, og tann stóra fráflytingin, ið merkti ta fyrstu fullveldis- tíðina, er steðgað. Nú royna fólk, serliga í grannalond- unum fyri sunnan at fáa sær bústað og arbeiði í Kasak- stan. Annars er vert at nevna, at tann kenda russiska rúmdarstøðin, Baikonur, liggur mitt í Kasakstan. Í 1961 var tann fyrsti maður- in, Júri Gagárin, sendur út í rúmdina júst herfrá. Formaður í Fótbólts- sambandinum ver- sonur forsetan Fótbóltur er tann størsta ítróttargrein í Kasakstan, men kortini ikki so avgjørt, sum til dømis í Føroyum. Spælið fær harða kapping frá vetraítróttargreinum, fyrst og fremst íshockey og skíðrenning. Tað kann møguliga tykjast eitt sindur løgið, landið liggur jú somikið sunnarlaga. Men kalt er um veturin í Kasak- stan, serliga í norði og vestri, í teimum landspørt- unum, ið liggja tætt at Siberia. Teir kasakisku stats- myndugleikarnir royna at stuðla fótbóltinum í landin- um. Fyri stuttum bleiv Rakhat Aliev settur for- maður í Fótbóltssamband- inum. Hesin er eingin ann- ar, enn versonur Nursultan Nassarbaiev, forsetan. Sam- stundis virkar Aliev sum sendiharri í Vien. Í síðstu viku skrivaðu formennirnir í fótbóltssambondunum hjá Kasakstan og Eysturríki undir eini avtalu um tættari samstarv á fleiri økjum. Fóru upp í asiatiskan fótbólt Tá ið Kasakstan fekk full- veldi og stovnaði sítt egna fótbóltssamband og gjørd- ist limur í FIFA, bjóðaði Evropeiska Fótbóltssam- gongan landinum, eins og grannunum úr Usbekistan, Tadjikistan, Turkmenia og Kirgisia, limaskap í UEFA. Men øll hesi fimm fyrrver- andi sovjetisku lýðveldini takkaðu tá nei fyri tilboðið. Hildið varð, at londini høvdu størri geografiskt og mentunarligt tilknýti til Asia. Tíggju ár seinni máttu allar fimm tjóðirnar á- sanna, at tær framdu eitt keðiligt mistak. Tey hava ikki fingið so nógv burt- urúr limaskapinum í Asi- atisku Fótbóltssamgonguni (AFC), sum roknað var við frammanundan. Tí broyttu hesi londini støðu og søktu um limaskap í UEFA. Men tað eydnaðist bert Kasak- stan at náa hetta málið. Orsøkin er tann, at 12% av vídd landsins liggur í Evropa, og hetta gav Kasakstan rætt til at rópa seg eina evropeiska fót- bóltstjóð. Hini, millum annað Usbekistan, ið er mett til at hava tað stinnasta landsliðið av teimum fimm grannalondunum, noyddust til at vera verandi í AFC. UEFA-møguleikin hjá teimum sær út til at vera fokin við alla. Nýggjasta landið í UEFA Kasakiskur fótbóltur er enn eitt óskrivað blað í heims- parti okkara. Flaggdagin fyri einum árum síðani á UEFA-aðalfundi í Stokk- hólmi gjørdist landið 52. limur í evropeisku fótbólts- familjuni. Tað hevði verið ov seint fyri Kasakstan at melda landsliðið til EM- 2004 undankappingina. Tískil verða teir noyddir bara at leika vinardystir, áðrenn HM-2006 undan- kapping byrjar á heysti í 2004. Ferðin til Føroya er ein kærkomin møguleiki fyri liðið at royna seg í Evropa, áðrenn ordiligar uppgávur eru á skránni um hálvt annað ár. Annars skal Kasakstan møta Póllandi, Eysturríki, Portugal og Noregi seinni í 2003. Eru á støði við Estland Kasakstan hevur ongantíð spælt ímóti nøkrum landi á okkara leiðum. Men út frá teimum fýra dystunum, sum teir nakrantíð hava leikt ímóti evropeiskum landsliðum, kunnu vit gera okkara niðurstøður um, hvørjum støði gestirnir hjá føroyingum eru á. Úrslitini ímóti Estlandi — í 2001 og 2002, ávika- vist úti og heima - vóru javnleikir 0-0 og 1-1, í Lettlandi í fjørsummar mátti liðið leggja rygg fyri einum teprum 1-2 tapi. Í seinasta dystinum, ið varð leiktur á Malta fyri tveim- um mánaðum síðani, megnaði Kasakstan at skora tvey mál rættiliga seint í dystinum og harvið javna til 2-2, hóast teir høvdu yvirvág meginpartin av tíðini. Tað vil siga, at landið framvegis hevur sigur á einum UEFA-lima- landi til góðar. Í Asia plagdi Kasakstan at vinna ikki so sjáldan. Kortini var mótstøðan har, sum vera man, ikki so sterk, sum ein kann rokna við at fáa í evropeiskum høpi. Størsta sigurin nakrantíð — 7-0 - vunnu kasakar í Pakistan í HM-98 undankappingini, og í júst somu kapping høvdu teir størsta tapið, 0-4 í Sam- eindu Emirríkjunum. Venjarin kendasta navnið Eingin av kasakiskum leik- arum hevur nakrantíð verið knýttur at nøkrum kendum vesturevropeiskum felagi. Fimm teirra leika í bestu og næstbestu deildunum í Russlandi. Tann mest kendi av teimum, miðvallarin Ruslán Baltiev, er sátt- málabundin at Dinamo Moskva. Kortini verður eingin av útisetunum hjá Kasakstan at síggja á Svangaskarði og Tórsvølli. Landsliðsvenjarin Leonid Pahhómov valdi at koma hendan vegin við heimlig- um leikarum burturav. Júst hesin 60-ára gamli russiski venjarin man metast sum tað kendasta navnið í tí kasakiska hópinum. Sum ungur, leikti hann á høgum støði við fleiri feløgum í Moskva í bestu sovjetisku deildini. Seinni stóð hann í mong ár á odda fyri ym- iskum U-landsliðum hjá Sovjet og seinni Russlandi. Hann sigst at hava sera góð pedagogisk evni og hevur hann altíð verið persónliga væl umtøktur av leikarum sínum. Lítlar altjóða royndir Pahhómov bleiv settur í starv fyri fýra mánaðum síðani við tí í eyga, at hann varð verandi í Kasakstan fram til 2006, og hjálpti landinum at vinna sær pláss í HM-endaspælinum í Týsklandi. Ein tílik ætlan tykist vera alt ov framsøk- in, serliga nú, tá ið Kasak- stan skal vera við í undan- kappingum saman við evropeiskum londum. Sjálvt Pahhómov, eftir at hann hevði sæð nakrar dystir hjá kasakiskum fe- løgum, mátti viðganga í fjølmiðlum, at “tilfeingið, ið arbeiðast skal við, er á lægri støði, enn væntað varð”. Venjarin segði í eini samrøðu, at fleiri teirra, ið hava verið á landsliðnum tey seinastu árini, hvørki eru betri ella verri, enn nógvir aðrir, ið luttaka í heimligu landskappingini. Tí ætlar Pahhómov sær at byggja eitt fullkomiliga nýtt lið upp, og sum vit síggja á listanum yvir teir leikararnar, ið skulu koma til Føroya við Atlantsflogi, hava teir lítlar og ongar al- tjóða royndir. Drúgva ferðin til Føroya Ferðin hjá kasakiska ferða- lagnum, sum telur einar tríati menn, til Føroya er rættiliga drúgv. Fríggja- kvøldið føroyska tíð (ella leygarmorginin har yviri — tað eru seks tímar á tíðar- muni Føroya og Kasakstans ímillum) fóru teir á flog úr Almatý. Tað skuldi taka teimum átta tímar fyri at koma til Frankfurt, og soleiðis verður tað altíð, tá ið kasakar skulu í fótbólts- ørindum til Vesturevropa. Úr teirrri týsku transitflog- havnini fara teir víðari til Keypmannahavnar, og næstan beint eftir komu til Kastrup verður kósin sett ímóti Føroyum. Sonur gomlu HM- stjørnini er við Í 1.deild í landskappingini í Kasakstan luttaka seytján lið. Allir, ið spæla í bestu deildini, eru yrkisleikarar burturav. Tey flestu feløgini hava góðar fíggjarstuðlar í t.d. oljufyritøkum og bank- um. So at siga øll lið fáa gleði av útlendingum, bæði eysturevropearum og øðr- um. Sjálvt hagar eru nakrir brasiljumenn slopnir at vinna nøkur oyru við at spæla bólt. Kortini eru flestir fremmandir leikarar komnir úr Russlandi og Ukreina. Ein teirra, 27-ára gamli miðvallarin Evghé- niy Lóvtjev, er kanska tann størsta stjørnan á liðnum, ið lendir vestri í Vágunum seinnapartin leygardagin. Hann er føddur og upp- vaksin í Moskva og kom til Kasakstan fyri bert trimum árum síðani. Uttan at hava nakað sum helst uppruna- ligt tilknýti til landið, hevur Lóvtjev longu fingið kasakiskan borgarætt. Hann spældi á landsliðnum á fyrsta sinni ímóti Malta í februar. Áhugavert er, at pápi hansara, Evghéniy Lóvtjev eldri, var av teim- um allarkendastu sovjet- isku leikarum í sjeytiár- unum. Hann leikti í verjuni hjá Spartak Moskva og Sovjet í nógv ár, og í HM- endaspælinum í Meksiko í 1970, í setanardystinum ímóti vertstjóðini, skrivaðu pápi núverandi kasakiska miðvallaran søgu á ein merkiligan hátt. Hann gjørdist nevniliga fyrsti leikarin nakrantíð, ið bleiv skiftur inn í einum dysti í HM-endaspæli (útskift- ingar vóru ikki loyvdar áðrenn 1970)! Taka føroysku upp- gávuna í størsta álvara Tað er framvegis nakað spildurnýtt fyri Kasakstan, at leika í Evropa. Tí verða sjálvt vinadystir í Føroyum mettir har yviri sum ein stórhending fyri landsliðið og kasakiskan fótbólt yvir- høvur. Bløðini byrjaðu longu at skriva um dystir- nar fyri tveimum mánaðum síðani, ríkissjónvarp land- sins bílegði frá SvF eitt innslag um Føroyar og føroyskan fótbólt. Pahhó- mov hevur nú nýtt nógva av arbeiðstíð síni til gransk- ingar av tí føroyska lands- liðnum í EM-undankapp- ingini. Á tíðindafundinum í Almatý hósdagin nevndi hann millum annað, at “Føroyar eru sterkari enn Malta. Liðið er roynt og rættiliga spennandi. Leik- arar teirra eru frekir uppá tað góða og teir tora væl at bjóða størri mótstøðu av”. Tí er tað einki at ivast í, at bæði venjarin, leikarar hansara og ikki minst al- menningurin í Kasakstan taka uppgávuna í Føroyum í størsta álvara og teir fara at ganga høgt uppí úrslitini her. Vit skulu ikki ivast í, at gestirnir verða eins nógv uppsettir á Svangaskarði og á Tórsvølli, og eitt lið plag- ar at vera í einum undan- kappingardysti. Fleiri al- tjóða royndir skulu vónandi geva føroyingum ávísan fyrimun. Men mennirnir hjá Henrik Larsen mugu í ongum umstøðum undir- meta landsliðið, ið um- boðar eina tjóð við 16.700.000 íbúgvum. Ann- ars liggja Føroyar beint frammanfyri Kasakstan á nýggjasta almenna FIFA- styrkislistanum (ávíkavist nummar 120 og 123). So útgangsstøði er gott til tess at njóta tveir áhugaverdar landsdystir millum tvey so ymisk — á allan hátt — limalond í Evropeisku Fótbóltssamgonguni. Allar myndirnar eru latnar okkum av kasakiska ítróttar- blaðnum “Pro-Sport” í Almatý Grannar hjá kinverjum koma til Føroya Eitt sjálvstøðugt lýðveldi. Liggur í Miðasia (12% av víddini eru í Eysturevropa). Hevur mark við Russland, Kina og trý smærri lond. Víddin er 2.717,000 kv.km (millum tíggju størstu londini í heiminum). Hægsta fjallið (Khan-Tengri) er 6.995 m. Fólkatalið er 16.740.00 fólk, ella umleið tað sama sum í Svøríki, Finnlandi og Noregi tilsamans (53% av kasakiskari ætt, 30% av russiskari ætt, hini eru ukrainarar, usbekar, týskarar og nógv onnur fókasløg). Fakta um Kasakstan Altíð siðiligur, og samstundis ógvuliga snildur og framsíggin, hevur Nassarbaiev góð persónlig viðurskifti við flestar leiðarar í grannalondunum Mynd: "Pro-Sport" í Almatý Kasakstan er í mun til nógv onnur av eystanlondunum ógvuliga líkt einum framkomnum vestanlandi Mynd: "Pro-Sport" í Almatý C M Y K 13 12