Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 26. apríl 2003 15 Round Table pdf Starvið Eitt sera áhugavert og fjølbroytt starv sum KT- ráðgevi er leyst at søkja. Starvið, ið er skipað í KT- deplinum, er eitt hálvtíðarstarv. Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at: • Umsita og menna teldupost- og stevnuskipanir- nar á KT-deplinum við serligum atliti at miðnáms- skúlum, vinnuskúlum og hægri skúlum • Samskipa læraraeftirútbúgving á KT-økinum • Skipa samarbeiði millum skúlar • Luttaka í arbeiði depilsins saman við verandi starvsfólkum Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari hevur: • Útbúgving og/ella drúgvar royndir á telduøkinum • Undirvísingarførleika og -royndir á miðnáms- skúlaøkinum (studentaskúla, handilsskúla ella líknandi) • Góð samstarvsevni • Førleika í at arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning og við nógvum samskifti við avvarðandi partar. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø. skal verða send til: KT-depilin Hoyvíksvegi 72 Postrúm 3279 100 Tórshavn att.: Regin Ellingsgaard Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 28. apríl 2003. Starvið verður sett 1. juni 2003 ella eftir avtalu. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Regin Ellingsgaard, leiðara á KT-deplin- um, telefon 321220, teldupostur reginel@skulin.fo Mentamálaráðið KT-DEPILIN KT-ráðgevi Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt hevur stýrið uppgávur,ið viðvíkja kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. KT-depilin er staðsettur undir Mentamálaráðnum og veitir sjálvstøðuga KT-tænastu í skúlaverkinum.Teldupost- og ráðstevnuskipan depilsins er FirstClass.Innanhýsis teldukervið er bygt á Windows 2000. Skrivstovufólk Avloysarastarv í 1 ár fyri skriv- stovufólk í barnsburðarfarloyvi Apoteksverkið søkir eftir einum skrivstovufólki til bókhaldið hálva tíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt,ella eftir nærri avtalu. Bókhaldsdeildin er á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur • Upprætting og viðlíkahald av ognarskrá • Viðlíkahald av ognarum • Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði Ynskiligt er at umsøkjarin hevur: • Skrivstovuútbúgving • Góðan teldukunnleika • Góð samstarvsevnir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jonnu Djurhuus, telefon 341127. Umsókn saman við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum skulu í seinasta lagi 7/5-2003 sendast til: Tjaldurs Apotek Postboks 3010 FO-110 Tórshavn Klipp & goym Klipp & goym Fyrstafloks seyðahegn 50x90cm Yvir og undirtráður 3mm Millumtráður 2,5mm Meskavídd B: 15cm - H: 14cm til H: 22cm Galvanisering 240g/m2 EINANS375,- Fa. H.J.Michelsen Handan Á 6, 100 Tórshavn tlf. 314414 - 214414 Starvsfólk til Café-in v/ Streymin Søkt verður eftir einum starvsfólki til Café-ina/barr- ina at arbeiða í skiftivaktum. Viðkomandi skal vera fyltur 18 ár. Café-in v/ Streymin tlf. 422033/223232 Til sølu Ford Focus Diesel stationcar, 2 1/2 ára gamal, koyrt 48.000 km, til sølu fyri 160.000 kr. Tlf. 312559, e. kl. 17.00 15 14 Nr. 79 - 26. apríl 2003 VIÐMERKINGAR Allan aftur á landsliðnum Eftir drúgva skaðafrá- veru hevur KÍ mið- vallarin, sum varð roknaður at teljast millum teir bestu í landinum, aftur fingið landsliðsboð LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Allan Joensen úr KÍ verður millum spælararnar, sum hittast fyrrapartin í dag at fyrireika seg til landsdystin ímóti Kasakstan. KÍ spæl- arin fekk landsliðsboð í fyrradagin, tá ið tað var greitt, at Helgi L. Petersen ikki verður førur fyri at spæla. Helgi varð skaddur í fótliðnum undir venjing í síðstu viku. Hann var ikki førur fyri at spæla ímóti B68 2. páskadag, og nú hevur hann sent avboð til landsdystirnar ímóti Kas- akstan. Allan Joensen, sum er 29 ára gamal, hevur áður spælt sjey ferðir á landsliðnum. Hann var tann 50. spælarin, sum umboðaði Føroyar eft- ir altjóða limaskapin í 1988. Fyrsti dysturin hjá Allani Joensen var í gjár fyri átta árum síðani. Tá taptu Føroyar á Svanga- skarði 4–0 ímóti Finnlandi, og Allan var allar 90 min- uttirnar á miðvøllinum, har setningurin hjá honum fyrst og fremst var at hava eyg- uni við Jari Litmanen. Sjeyndi og higatil síðsti landsdysturin hjá Allani Joensen var, tá Føroyar 6. oktober í 1996 taptu 8–1 á Svangaskarði ímóti Jugo- slavia. Tá var Allan Joensen eisini á miðvøllinum allar 90 minuttirnar. Tá ið Allan í eitt stórt ár sum 21 og 22 ára gamal spældi sjey ferðir á lands- liðnum, so var tað sjálvandi tí, at hann tá varð mettur at vera ein tann evnaríkasti spælarin. Orsøkin, til at Allan ikki hevur verið á landsliðnum síðani 1996, er tann, at hann hevur verið so skaða- plágaður. Hælsinan slitn- aði, og leingi sá tað út til, at Allan ikki skuldi koma fyri seg aftur sum fótbóltsspæl- ari í fremstu røð. Hann treiskaðist fleiri ferðir, men var noyddur at geva upp at aftur. Eftir at hann hevði hildið langan steðg frá fót- bóltinum, eydnaðist tað honum í fjør at koma fyri seg aftur, og í ár hevur hann verið álitið á KÍ mið- vøllinum. Fleiri miðverjar Hóast hann á KÍ liðnum fyri tað mesta er á mið- vøllinum, og hóast hann áður hevur verið á lands- liðsmiðvøllinum, so er tað neyvan fyrst og fremst við miðvallarplássi í huga, at landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir KÍ spælaran- um. Sannlíkið man vera størri fyri, at hann fer at fáa kjans í verjuni, har hann áður bæði hevur verið mið- verji og vongverji á lands- liðnum. Óli Johannesen og Jón Rói Jacobsen hava verið fastir miðverjar seinasta árið. Hvørgin teirra er tøkur í dag. Pól Thorsteinsson er tøkur í dag, og tað er Hans Fróði Hansen eisini. Men dystirnir ímóti Kasakstan eru fyrst og fremst fyrireik- ingar dystir til EM undan- kappingardystirnar seinni í summar. Tann fyrsti verður í Reykjavík, og tá verða bæði Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson leikbannaðir. Teir hava báðir tvey gul kort á kontoini. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað hevur stóran týdning at finna fram til nýggju saman- setingina í miðverjuni. Tað er hugsandi, at bæði Hans Fróði Hansen og Allan Joensen fara at fáa møgu- leikan at vísa sínar dygdir, nú Kasakstan er í Føroyum. Landsliðið hjá Kasakstan á føroyaferðini leikari føðingard.felag d/m Málmenn Yúri Nóvikov 19.05.72 “Ertis” Pavlodár 9/-7 Aleksandr Mokin 19.06.81 “Gjenis” Astaná 0 Verjuleikarar Igor Avdéyev 10.01.73 “Gjenis” Astaná 16/6 Igor Solosjenko 22.05.79 “Sjahtör” Qaraghandy 5 Júri Krótov 12.05.78 “Jelimái” Semey 4 Maksim Sámtjenko 05.05.79 “Aqtöbe-Lento” Aqtöbe 2 Denis Proskúrin 03.04.79 “Jelimái” Semey 0 Denis Stjyótkin 14.09.82 “Ekibastúzets” Ekibastuz 0 Miðvallaleikarar Nurmát Mirsabayev 11.11.72 “Aqtöbe-Lento” Aqtöbe 14/1 Nurbol Gjumaskaliýev 11.05.81 “Toból” Qostanay 3 Dmitriy Kistjenko 29.03.79 “Ekibastúzets” Ekibastuz 2 Evghéniy Lóvtjev 06.08.75 “Gjenis” Astaná 1 Daniyár Mukánov 26.09.76 “Toból” Qostanay 1 Konstantin Kánin 29.05.82 “Ordabasi” Chymkent 0 Álopsleikarar Evghéniy Lunöv 26.04.76 “Gjenis” Astaná 7/1 Valériy Garkúsja 14.03.77 “Toból” Qostanay 3 Aleksandr Sjátskihh 21.01.74 “Gjenis” Astaná 0 Serghéy Skorihh 25.05.84 “Ertis” Pavlodár 0 Venjari Leonid Pahhómov 17.02.43 Russland Varandi orkuloysnir til burðardygga framtíð Føroya Nýorka er felag undir stovnan og hevur sum endamál at veita út- búnað og loysnir til burð- ardygga orkutilfeingis- nýtslu grundað á sólar- orku, vindorku, alduorku, biogassi, vetni og øðrum varandi framleiðsluháttum. Føroya Nýorka kann bjóða fram heimsins mest framkomnu sól-ravmagns- tøknina frá Shell Solar (Siemens) og Bekaert, og somuleiðis dygdargóðu sólpanelini frá Batec. Allur útbúnaður er systemgóð- kendur til uppstan av góð- kendum EL-og HVS-inn- leggjara. Vindorka kann fáast frá heilt smáum enskum 2-20 KW skjóttgangandi myll- um og upp í fleiri hundr- að kilowatt framkomnar danskar ella týskar myll- ur. Brúktar danskar myllur frá 75 til 150KW í sera góðum standi kunnu út- vegast bíligt. Biogasskipanir til rav- magn, hita og vistfrøðiliga tøðframleiðslu kunnu veit- ast í fleiri støddum. Burt- urkast og avlop frá fiskiídnaði, landbúnaði, størri matstovum og øðrum við lívrunnum evni kann alt nýtsast sum rávøra. Er áhugi at framleiða vetni til brennikyknur kun- nu vit veita lidnar loysnir frá 3 til 250 KW. Brenni- kyknur kunnu samanbyggj- ast og størri orkunøgd vei- tast. Er sera væl nýtiligt til sethús, ídnað, og sum neyð- agregat ella backupp støð til vinnuvirki og stovnar. Samstarvsavtalur eru við últendsk virki og ráðgev- andi fyritøkur og stovnar og kann øll ráðgeving og vegleiðing fáast til for- kanningar, loyvisumsóknir, fíggingarmøguleikar, stovn- an av vindorkufelag, upp- setan av útbúnaði o.a. Sólorka frá Føroya Nýorku Sólarljós kann umsetast til bæði ravmagn og heitt vatn. Við ásannan at verandi orkuloysnir ikki koma at standa við í nógv ár aft- urat, og at hesar annars eru kostnaðarmiklar og dálka náttúru og umhvørvið, verður boðið Tygum at fáa sólkyknur til ravmagn ella sólpanelir til heitt vatn sett- ar upp til sethús ella vir- ki, bátin, seyðahús, svimji- høll, skrivstovu ella annað orkukrevjandi endamál. Sólkyknuskipan til bát- in, frítíðarhús, seyðahús, frítíðarhús o.t. er mestan 12 ella 24 volt lágorku- skipan har ravmagnið verður goymt í akkumul- atori. Til sethús, virki o.a. er vanligt og skilagott at nýta veksilrættara soleiðis at ravmagnið uppá 220 volt kann nýtast beinleið- is í verandi kaðalskipan. Sólpanelir til upphitan av vatni til rúmhita ella brúksvatn eru einfaldar loysnir, ið verða settar til verandi miðstøðuhita. Við hábjálvaðum tanga kann heita vatnið goymast í fleri mánaðir, og stórur partur av vanligu hitarokningini kann sparast burtur. Sópanelir eru alumini- umrammur við rúti har koparpláta klædd við ser- støkum svørtum dúki savnar sólarhitan og leiðir henda yvir í koparrør við vatni. Skipanir fáast bæði til brúksvatn og rúmhita og kunnu setast til verandi oljufýring. Kostnaðir frá uml. 25.000 kr. fyri skipan uppá góðar 4 fermetrar. Tunn-film sólkyknir fá- ast í rullum ella sum part- ur av stál og aluzink- tak- plátum, longdir frá 3 til12 metur. Platurnar kunnu heftast á alt undirlag við halli niður til 5Ë. Tunn-film sólkyknur eru serstakt nýtiligar til vanligt dags- ljós. Kostnaður fyri 25 fermetrar stálplátur, við veksilrættara, kaðalar v.m. er uml. 90.000 kr. Monokrystall sólkyknir fáast í fleiri støddum frá 6 upp til 110 watt. Grundevn- ið er silicium lagt í stál- gittar millum tvær glas- plátur. Monokrystallir geva við solar-ljósi mestu orku í mun til onnur sløg av kyknum. Har frástøða til el-netið er stór, verður akkumulatorur brúktur, men møguleiki er eisini at binda til el-netið og spara nakað í orkurokningini. Við 18 fermetrum fæst uml. 3 Kw um dagin í miðal. Kostnaðir eru frá uml. 6.000 til 150.000 kr. fyri 18 fermetrar, alt íroknað. Víst kann til heima- síður: www.dansksolen- ergi.dk og www.batec.dk og annars lýsingina frá Føroya Nýorka. Eru fyrispurningar kann ringjast á tlf. 311319, fax á 313719 ella teldupost: kariark@post.olivant.fo Føroya Nýork - Faroe Islands New Energy C M Y K 14