Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 79 - 26. apríl 2003 Nr. 79 - 26. apríl 2003 17 Stuðul úr lærigrunni Føroya Keypmannafelags Til útbúgving innan handil og skrivstovu kunnu ungfólk søkja um studning úr lærigrunni felagsins. Umsóknir saman við váttan frá útbúgvingarstað verða at senda til Lærigrunn Føroya Keypmannafelags, í seinasta lagi 23. mai 2003. Umsóknarblað fæst á skrivstovuni. Lærugrunnur Føroya Keypmannafelags Postboks 1038 FO-110 Tórshavn tlf. 311864 Lastbilaførari og farmastøðsfólk Lastbilaførari og farmastøðsfólk www.ssl.fo Setanartreytir: Løn- og setanartreytir verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir: Umsókn við avriti av prógvum, ummælum, CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi innan 8. mai 2003. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Heina á Borg, farmaflutningsleiðara, á Tel 343060 ella t-post: hab@ssl.fo. Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir avloysararum, sum lastbilførari/ farmastøðsfólk til Farmastøðirnar kring landið, summari 2003. Starvið fevnir um: • Farmaflutning og farmaavgreiðslu • Fylgja uppgávum, málsetningum o.ø. fyri farmastøðina • Tryggja gott samstarv við kundar, myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar Førleikakrøv: • Koyrikort til lastbil/trailara • Trukkprógv • Arbeiða sjálvstøðugt • Góðan røkjuskap r e p r o z Avloysari Læraraútbúgvingin Vilt tú vera lærari? Nú er greitt at søkja á Læraraskúlan eftir summar- frítíðina. Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúlanum (tlf. 313501), teldupostur: flsk@flsk.fo Skrivstovan er opin kl. 8.00–16.00. Treytin fyri upptøku á læraraútbúgvingina er studentsprógv, HF-prógv ella prógv á líknandi stigi. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í sein- asta lagi 10. juni. LÆRARAÚTBÚGVINGIN – Ein útbúgving fyri lívið Námsliga útbúgvingin Vilt tú vera pedagogur? Nýggjur flokkur verður tikin upp eftir summarfrí- tíðina. Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúlanum (tlf. 313501), teldupostur: flsk@flsk.fo Skrivstovan er opin kl. 8.00–16.00. Treytirnar fyri upptøku á námsligu útbúgving- ina eru, at umsøkjarin umframt at hava gingið í 9 ár í skúla, hevur staðið HF-prógv, studentsprógv, hægri handilsskúlaprógv, hevur lærlingaútbúgv- ing, ella kann prógva samsvarandi kunnleika. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur starv- ast í dag- ella bústovni í minsta lagi 1/2 ár. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í sein- asta lagi 10. juni. NÁMSLIGA ÚTBÚGVINGIN – Ein útbúgving fyri lívið M/B Karin KG 716 til sølu um hóskandi boð fæst. Øll loyvir fylgja við. Báturin hevur verið til høvuðssýn í mars 2003. Tlf. 456787 ella 259362 Lýsið við brúktum bilum http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Fylg vi F ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 Heini Holm Borgarstjóri Fyri einum mánað síðan fingu borgarnir í Kvívíkar Kommunu skriv frá Føroya Sparikassa, har sagt var at deildin í Kvívík stytti um upplatnigartíðina við 17 tímum, ú 20´niður í 3 tímar um vikuna. Grundgevingin var at kundarnir vóru farnir at nýta heimagreiðsluna, FR-kort og audio-respons meir. Tá man fór at spyrja nærri, fekk man at vita at 3 tímar vóru nokk til at av- greiða kundarnar, ið komu í Fø. Sp.K. fyri vikuna ( í praksis ber tað slett ikki til). Seinni er komið fram at eitt starvsfólk í deildini í Vestmanna er flutt í annað starv í Havn, og at eitt í Kollafirði er farið úr starvi, og tí avgjørdi man at næst- an stongja deildina í Kvívík og Hósvík. Fyri fyri hálv- um øðrum ári síðan skifti Kvívíkar Kommuna pen- ingastovn aftaná fleiri áheitanir frá leiðslu Spari- kassans, og hildu vit tað vera rímiligt eftirsum tað ver einasti penigastovnur í kommununi, og var tað tí sum at fáa vátan vøtt frammaná, tá bræv var borið í hvørt hús, har fráboðað var um skerjing í upplatingartíðini. Í kommununi búgva uml. 600 fólk, bankin hevur opið 3 tímar ein dag í vikuni, og eingin Føroya Banki er í kommununi, í Kollafirði búgva uml. 1000 fólk, Sparikassin hevur opið 7 tímar hvønn dag (35 tímar um vikuna), við Føroya Banka sum granna. Sama er galdandi fyri deildina í Vestmanna. So ójavnt er býtt, at geva borgarunum í Hósvíkar og Kvívíkar Kommunu so ringa tænastu í mun til aðrar miðalstórar bygdir. Sjálvandi er tað ikki tænastuna teir vinna mest pengar við, tað er við at læna til húsabygging. Men her liggja vit ikki á tí latu síðuni heldur. Í Hósvík byggja teir heil raðhús, í Kvívík eru 8 hús í gerð og onnur 8 eru á veg, og tað eru tað ikki nógvar bygdir sum kunnu vísa á. Í Vestmanna og Kolla- firði er okkurt hendinga hús í gerð. Og meðan eg minnist til tað, eru tað jú manuellar flytingar, ið Stovnurin tjenar nógv uppá og ikki við heimagreiðsl- uni, so hví stongja, tá so nógv vitja dagliga. Men ætlanin hjá stovnin- um er væl at tá tey allar- flestu okkara eru farin at nýta heinmagreiðsluna, tá fara gjøld at vera løgd á á hvørja flyting. Og ikki at gloyma avtaluna stovnarnir hava við Landsverkfrøðing- in um grótless o.a. úr grót- brotunum. 60 kr per flyting, og tað SKAL ígjøgnunm peningastovn. Lukrativt, ha? Nei, tað sær út sum at Sp.K. var úti eftir at, tða teir komu til Kvívíkar at troðka F.B. burtur, ið sum kunnugt eydnaðist, og so at fara avstaðaftur, tá fólk høvdu vant seg til at nýta teir. Takk fyri og farvæl sýn- ast teir nú at siga. Men vit siga eisini farvæl við teir, lata teir ikki deild- ina upp aftur hvønn dag, ikki bert kommunan men eisin nógvir av privatu kundunum hiðani siga far- væl. Men Fø.Sp. letur ein ventil vera opnan, hava 3 tímar opið um vikuna, til bert forargilsi. Tí skuldi tað hent, at annar stovnur kom til bygdar, kann man altíð økja um upplatingartíðina. Eg ørminnist um, at Suð- uroyar Sparikassi er komin norður um fjørð. Hann er vælkomin longur norður. Og so var tað posthúsið. Var boðin til Havnar á fund við leiðslun á Post- verkinum, um ætlanirnar teir høvdu við okkara deild. Hugsaði á veg suður hvørj- ar stórar ætlanir postverkið nú mundi hava. Jú, "ætlan- irnar" vístu seg at vera tær at stongja posthúsið. Gjørdi sjálvur ikki meir við málið, ivaleyst tí at man sjálvur og kommunan ikki brúka posthúsið serliga nógv. Eg fekk´jú at við hvussu lítið posthúsið verð- ur brúkt. Men eftir at hava verið á borgarafundi í Glæmuni í Kvívík, havi eg fingið annað at hugsa um, tí har komu onnur sjónarmið fram, ið leiðslan á Post- húsinum í Havn átti at tikið til eftirtektar. Teir vóru jú við á fundinum. Har kom tað fram, hvussu ójavnar tænasturnar eru frá kommunu til kommunu. 4,5 tímar var tað opið í Kvívík, tað hava teir nú stongt. Men hava 30 tímar opið í Vestmanna (1200 fólk). Eg meini, SO stórur munurkann ikki vera á brúki av posthúsum frá bygd til bygd. Í Kollafirði er opið fyri Kvívík, Kolla- firði og Hósvík, 1800 borg- arar, 12,5 tímar um vikuna. Men tað er ikki her trupulleikin hjá Postverk Føroya liggur. Trupulleiki er ein óvuliga konservativ og afturhildin leiðsla, ið er ógvuliga bangin fyri at taka kappingina upp við bankar- nar. T.d. har peninga- stovnarnir lata aftur skuldi Postverkið staðið klárt at lofta ónøgdum kundum, men nei, hugsunahátturin tykist vera, " her gerst einki, her eru eingir møgu- leikar, vit eru ikki nóg góðir til at taka yvir, lat okkum bara eisini rýma og stongja, vit hava jú so nógvar avmarkaðar heim- ildirsambært postverks- lógini, lat okkum bara pakka saman og gevast." Hetta var, ið hvussu so er tað, eg fekk burturúr at lurta eftir umboðunum fyri Postverkið á borgarafund- inum. Teir síggja bert trupul- leikar fyri sær, og ongar avbjóðinar og møguleikar. og tað er ikki gott fyri ein stovn, ið ætlandi skal vera eitt alment partafelag innan stutta tíð, ongar visiónir at hava, ongar stórar ætlanir at hava. Eg heiti á tykkum at lata posthúsið í Kvívík upp- aftur, gevi borgarunum í landinum somu sømdir, tað hava vit rætt til, posthúsið er jú alment, ella komi við hasum landpostboðnum um ikki annað, bróti heldur upp ermar enn at rulla niður á skøvningar og gevast á hondum, tí so geva tit pen- ingastovnunum frítt spæl, gevi teinum mótspæl, bjóði teimum av, fari til verka. NÙ!! Nú rýma teir! VIÐMERKINGAR C M Y K 17 16