Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 tidindabladid Nr. 169 — 8. september 1992 Teir fåu åskodararnir fingu nógv fyri atgongu- peningin, tá B36 og NSI spældu í Gundadali leyg- ardagin. B36 hevði fram- vegis ein teoretiskan møguleika fyri at flyta niður, men hann var so mikið teoretiskur, at lið- 10 spældi rættiliga fri- gjørt. Yvirav sær heyði heimaliðið NSI, sum langt síðani er farið í 2.deild, og tískil fingu sera frískligt álopsspæl við ikki færri enn seks málum at síggja. Fyrra hálvleik vóru liðini rættiliga jøvn, og yvirhøvir var munurin ikki so stórur sum mål- ini siga. Hinvegin hevði NSÍ trupulleikar av at verja seg fyri teimum skilagóðu skrábóltunum til leikarar, ið fluttu seg skjótt, og tað gav fleiri upplagdar kjansir til B36. Serliga Jákup Símun Simonsen, Jens Kristian Hansen og Kári Reyn- heim dusaðu sær undir hesum umstødunum; hes- in síðstu vísti okkum ikki bert síni dribli- kynstur (umframt tvey mál), men eisini at hann kann finna ein leysan mann eftir eina skilagóða dribling. NSÍ spældi seg til fleiri vandamiklar, stød- ur, og tå beit serliga merki í tær skilagóðu, skjótu flyuingarnar hjá tí ídnað Arnfinni Lang- gaard; men mál fekk NSI einki aftrat, meðan B36 rættiliga gjørdi bart i hinum endanum i seinna hálvleiki. Jú lívligt í Gundadali, gott spæl frá báðum síðum og avskeð við eitt NSÍ-lið, ið hevur nógv at pussa av, men óivað fær stuttan steðg í 2. deild. ówh IF á odda í 2. deild 2. deild menn: MB-IF: 1-2 (1-0) IF liggur fyribils å odda i 2 deild. MB og IF leiktu leyg- ardagin, medan fleiri av dystunum, sum skuldu verða sunnudagin vóru av- lýstir vegna veður. Við sigrinum mót MB tryggjaði ÍF sær framvegis pláss í oddinum. MB kom á odda tå 5 min. vóru leiktir við máli sum Birgir Jørgensen gjørði. Birgir var fyrr á einum høg- um bólti enn Ovi Joensen i IF-málinum. Ovi avloysti Brestir Jensen, ið meiddi sær fótin so illa í dystinum móti Sumba seinasta leyg- ardag, at hann neyvan verð- ur vid aftur i år. Fyrri hålvleikur var javn- ur hvat spælbyti viðvíkur, men M hevdi teir vanda- miklaru målmøguleikarnar. Birgir Jørgensen hevði eitt skot á stongina, men fleiri mál fingu miðvingar ikki Í seinna hálvleiki kom ÍF % fyri seg og tók spælilcids] una. MB verjan var til tíðir hart trýst, soleiðis at IF fekk nakrar málmeguleikar. Tá umleið 15 min. vóru leikur av seinna hálvleiki kemur bóltur innfyri úr høgru síðu til Odd Eliasen, sum skallar ul Magna å Lakjuni, sum vid einum heilfluktara javn- aði út fyri ÍF til 1-1. Sigursmálið hjá ÍF kom tá umleið 10 min. vóru eftir ar leika. Mikkjal Danielsen skal temja bóltin á miðvgll- inum, men bólturin stókkur frå honum og Magni á Lakj- uni kemur ímillum og fer avstað við bóltinum móti málinum. Saman við Odd Eliasen verða teir tveir móti cimum og Magni spælir bóltin upp um miðvingin til Odd, sum lyftir bóltin upp um málverjan, ið rennur út. 2-1 til ÍF. Ungi Haraldur Joensen stóð í málinum hjá MB. hann kláraði seg væl hóast hann at byrja við kundi tykj- aSt nervøsur. Hann kom cis- int at gera óbeinleiðis fri- park i brotsteiginum, tå hann tók ein bólt, sum hann hevði slept sjálvur. Men 6- beinleiðis frísparkið frá ÍF bleiv ikki vandamikið. Umframt Ova í málinum var Margar Hansen aftur at síggja á IF-liðnum. Margar vandi undan kappingini við NSI, men jústafturkomin til IF breyt hann beinið tá kappingin byrjaði og er nú- stani klárur aftur. Hann leikti á midvøllinum. Bestur hjå MB mundi vera Vinjard Guttesen. Birgir Jørgensen var somu- leidis sera vandamikil, tad tykist sum um úrslitini hjá MB eru sera nær tengd at hvussu Birgir leikar. Er hann væl fyri, so vinnur MB. Ein spennandi dystur har IF dró longra stráðið og fór fram um MB í kappingini um uppflyting, men hvussu frammarlaga teir liggja, kann ikki sigast fyrr enn hini toppliðini hava leikt útsettu dystirnar. (áh) 2. deild menn: Sumba —SI 2—0 (0—0): Sumbigar eru sera ójavnir. Teir leika til tíðir frálíkan fótbólt, meðan teir aftur til aðrar tíðir ikki eru at kenna aftur. Sunnudagin leiktur teir ímóti SÍ. Veðrið var ikki av tí besta, men við góð- um vilja kundi leikast. Tað tyktist, sum at servingar vóru farnir til Sumbiar eftir tí eina stig- num. Teir løgdu seg eftir at verja og varðveita tað eina stigið teir hevdu und- an dystinum. Tað var eis- ini javnt 0—0 í hålvleiki- num, hóast Sumba átti tað betra spæli í fyrra hálvleiki. Eisini í seinna hálvleiki var Sumba betra liðið. SÍ hevði ikki teir stóru mál- meguleikarnar, men pressaðu eitt sindur teir seinastu minuttirnar, men tá var dysturin longu av- gjørdur. Sumba kom å odda tå 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Hans Jákup Thomsen fekk ein kontrabólt eftir horna- spark, hann smekkaði til frå brotsteigskantinum og Sumba var å odda 1—0. 2—0 bleiv tad tå 80 minuttir vóru leiktir. Edni Lisberg leypur upp saman vid målverjanum og vinn- ur båltin, ið fer i málið til 2—0. Sumba hevði báltin enn einaferð í SÍ-málinum, men tað málið varð koll- dømt, tí sumbingur var rangstaddur. Vid tapinum móti Sumba er SÍ bert 1 stig frammanfyri HB, sum er á 9. plássi. SÍ hevur MB og LÍF eftir, meðan HB hev- ur Reyn og Skála. (åh) £ á