Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

& + Nr. 169—8. september 1992 SP sosialurin Sida 13 7 HB Íramvegis . von um heidursmerki Gjørdu betri nýtslu av målmøguleikun- um enn TB í leikliga jøvnum dysti 1. deild: TB-HB 0-2 (0-1) HB hevur framvegis teoret- iskan møguleika at vinna FM. Men tann møguleikin er ikki til i veruleikanum. I stadin berjast havnarmenn fyri heidursmerkjamøgu- leikanum. Um NSI megnar at koppa KÍ komandi sunnudag, so verður vænt- andi finaludysturin í Klaks- vík millum HB og KI í síðsta umfari dystur um bronsumerkini. At lív framvegis er í ti møguleikanum, syrgdi HB fyri á Sevmyri. Talan var um væl leiktan dyst, spælið gekk javnt báðar vegir, men HB herjarnir, Gunnar og Uni, høvdu stórri hepni enn Vilmund og Bogi, sum Niels og Kári Nielsen tóku sær av. Korter var leikt, tå Gunn- ar fekk hol å: Såmal Erik (å midvøllinum allan dystin) stingur i brotsteigin til skjóta mannin, sum í vinstru smekkar framvið Rolf. Málverjin fær hond- ina á, men bólturin rullar akkurát um mállinjuna. TB hevði bóltin í netinum eftir hetta, men dómarin kolldømdi málið hjá Poul I. Joensen fyri rangstødu. Ein dómur, tvgrámenn vóru stak ónggdir við. Uni Arge økti, tá tað restaðu 20 min. Suni Rein- ert (vinstri vongverji í stað- in fyri skadda Boga Dam) leggur høgt inn fyri, og ný- klækti = landslidsleikarin strekkir seg í hverjari lykkju og stútar í handara horn. Hepnið var ikki við TB. Eftir málið drønadi Bogi Jo- hannesen skot í stólpan. Nærri komu tvøråmenn ikki, og teir mugu taka til takkar við at stríðast fyri at enda omanfyri miðjuna í 1. deild. (-nn-) Gunnar Mohr (vin- strumegin) og HB ha- va framvegis heiðurs- merki í eygsjón eftir sigurin á Sevmyri Her verður Gunnar kortini minni maðurin GÍ vassaði í møguleikum 1. deild menn: GI-SIF: 3-1 (2-1) GÍ átti at vunnið stórsigur móti SÍF. Men Álvur Sam- uelsen í sandavágsmálinum stóð ein góðan dyst sam- stundis sum åleypararnir hjá GÍ — Per Dalheim og Símun Petur Justinussen — vóru sera skeivraknir. Tað kundi tykjast at teir høvdu skeivt uppá bein. Púra leys- ir við málverjanum, men skotini fóru við síðuna av ella bjargaði málverjin. GI fekk eina ynskibyrjan Longu í fyrsta min. var Per Dalheim á blettinum og legði heimaliðið fram um 1-0. GÍ hevði eisini yvirvág í leiki, men um miðjan fyrra hálvleik fær SÍF mál. Tað var Ari Thomassen, sum var á rætta staðnum eftir frí- spark og javnaði til 1-1. GÍ fekk ein hvøkk, og litla løtu seinni var toppskjúttin, Símun Petur Justnussen klárur at fara eitt vet upp eftir listanum. Bólturin kemur høgt innfyri úr vinstru síðu og Símun Petur er hægstur og snittar við høvdinum til 2-1, soleiðis at gøtumenn kundu fara til hålvleik vid eini 2-1 leiðslu. Magni Jarnskor og GÍ góvu SÍF endaliga skumpi í 2. deild GÍ legði eins hart út í seinna hálvleiki, sum í fyrra. Álopini skolaðu om- an móu SIF-brotsteiginum, men bert ta einu ferdina eydnadist tað gøtumonnum at fáa mål. Tá vóru einir 10 min. farnir av seinna hálv- leiki. Efur at hava ferðast aftur og fram í brotsteigin- um endaði bólturin hjá Rúna Justnussen, sum við høvdinum gjørði tað til 3-1 Yvirleggjarin og netið aftanfyri málið máttu taka resuina av skotunum frá gøltumonnum sum Alvur í málinum ikki tók. Kanónin var rætt og slætt ikki stillað, tí målmøguleikarnir vóru nógvir í tali SIF kom ongantíð fyri seg í seinna hálvleiki og álopini vóru fá á GI málið. Torkil Nielsen leikti á aftasta plássi í seinna hálvleiki, men tað forðaði ikki skeiv- raknu gøtumonnunum at avslutta. Ari Thomassen leikti å vinstra midvølli, men hann er bert skuggin av sær sjålv- um frá tíðini tå hann leikti á landsliðnum. Jógvan Hend- rik Samuelsen pressadi sum ikki einaferð, men sanda- vágsmenn megnaðu ikki allir í felag at pressa gøtu- menn. GI leikti sín skjóta álops- fótbólt har leikararnir renna og flyta seg nógv og vunnu teir ein greiðan 3-1 sigur, ið saktans kundi verið stórri. áh