Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TR LG E i m— ATT væ fr Nr. 170 — 9. september 1992 Gulakletti Helle, skiparin å —Tveir manns vóru komnir i land, tå eitt brot kom og bátadekkið brotnaði, man aftaná at eg kom i sjógvin minnist eg einki, tað var sum ein dreymur, eg hómi, at eg varð tikin uppí ein bát og síðan í ein bil, sigur 57 ára gamli Joen Magnus Justinussen, vanliga nevndur Helle og hann var skipari á Gulakletti Enn verðir leitað eftir tí 59 ára gamla Tummas Just- inussen úr Leirvík, sum er saknaður aftaná at snellu- báturin Guliklettur úr Leirvík forlisti í innsiglingini til havnina í Hornafirði Sunnumorgunin. Teir triggir, sum vórðu bjargaðir, skiparin Joen Magnus Justinussen, (Helle) Marni Hansen og Hanus Sjúrðaberg vóru framvegis í gjár á Horna- firði og skiparin var ikki greiður yvir, nær teir komu heim. Vit hittu skiparan í telefonini á middegi í gjár. pe HER Guliklettur í Leivíksfirði. Mynd: Dimmalætting tíðindablaðið Sum ein dreymur Tá vit sigldu inn var stormur, báturin fór á bakborð av vindi og streymi og so tók hann í og stóð fastur. Teir fingu skotið eina línu úr landi og tveir manns vórðu bjargaðir við línuni. men tað kom ongantíð so langt. at vit fingu nakran stól út, sigur skiparin, Helle --Tá teir báðir fyrstu vóru komnir í land kom eitt brot, bátadekkið fór og knappliga vóru vit á sjón- um. Aftaná hetta minnist eg líuð, tað var sum ein dreymur, eg minnist bert, at gjørdi einki sjálvur, eg var tikin umborð á loðs- báun og síðan minnist eg, at eg var í einum bili, sigur Helle. -Ég var fluttur niðan í eini hús og eg var illa fyri, eg var øgiliga kaldur og teir nýttu einar tveir til tríggjar tímar at fáa hitan aftur í kroppin á mær. Og ikki fyrr enn tá varð eg fluttur á sjúkrahús til kanningar. Í dag havi eg tað gott. Hinir mennirnir fingu ongan skaða, sigur Helle. Sluppu ikki inn -Vit høvdu verid å Hornafirdi fyrr i vikuni og fóru útaftur seinasta miku- dag. Leygardagin vórðu vit staddir einar 40 fjórðingar úr Stoksnesi, beint við Hornafjørðin, tá øtladi hann veðrið og vit sigldu inn móti landi. Men leygarkvøldid var so ringt veður, at havnamyndug- leikarnir søgdu, at ikki var siglandi inn. Vit bíðaðu so Síða 7 náttina yvir og um morg- unin kom loðsbáturin út til okkum og Glyvraberg og skuldi fylgja okkum inn, sigur Helle. 46 ár í Leirvík Guliklettur var bygdur til Leirvikar og hann kom til bygdina í 1946. Hann hevur hoyrt heim i bygdini síðan. Helle hevur verið leingi við Gulakletti, hann var við eitt stytri tíð- arskeið, miðskeiðis í seks- tiårunum og síðan 1968 hevur hann verið fast við ella 24 ár samanhangandi Í 1972 keypti hann og aðrir Gulaklett Guliklettur er í dag vrak og lítið sæst til hann Tað gekk ikki so lætt at fáa upplýsningar um Gulaklett, mánadagin og ti hendu onkrar misskiljingar og okkurt skeivt kom fyri. Vit skrivadu, at Guliklettur forlisti sunnukvøldid, hetta hendi sunnumorgum, sum nevnt fyrr i greinini. Vid bidja lesarar og avvarandi halda okkum til góðar. Gera okkurt við havnina Borgarstjórin á Horna- firði segði við íslendska sjónvarpið aftaná hend- ingina sunnudagin, at nú mátti åbøtur gerast við innsiglingina í Hornafirði. jústinus Fekk maskin- skaða eystan fyri Nólsoynna Skeljabáturin Norðheim av Oyri boðaði týsmorgunin Vaktar og Bjargingartæn- astuni frá, at teir lógu við maskinskaða eystan fyri Nólsoynna, har teir hava ligið og dreggja eftir skelj- um. | Sinnisbati kveld kl. 19—22. Ólavur Halgi tók Norð- heim upp á sleip og kom á Havnina við skipinum fyrrapartin í gjár. Mynd: Fritidarhølid í Krossgøtu 15 er opið miku- ni Kalmar tór.-