mikudagur 9. september 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Páll Guðlaugsson, landsliðsvenjari:
Eg eri altíð glaður
fyri at fáa góðar
fødingardagsgåvur!
Cardiff - Tíðindablaðið
Sosialurin
Í dag hevur landsliðsvenj-
arin Páll Guðlaugsson fød-
ingardag. Hann verður 34
ár, og eimgin skal ivast í, at
hann eins og vit onnur
gongur við sínum fødingar-
dagsynskjum. Men hann vil
ikki siga meira um tað kort-
ini: — Jú, eg havi mini fød-
ingardagsynski, men eg
tími ikki at koma fram við
teimum, tí tey skulu helst
ikki gerast til krøv, sigur
hann
Vit fata tó á lagnum, at
hann als einki hevði havt
ímóu máli, enn
Minni moti einum SugI, og
um hann fekk tvey
TTT
CHIT
stig, SO
er heldur einki, ið bendir á,
serliga keddur av tí. Sjálv-
andi!
Men fyri at venda ett
sindur aftur til ålvaran, so er
Páll væl
nøgdur við tann innsats,
hansara menn hava gjørt
undir venjingini niðri í Wal-
es, og hann tykist vera
samdur, tá sagt verður við
hann, at tað sær út til at tann
rætti stridsviljin er til stad-
Gudlaug sson
ar, og at menn eru væl fyri —
bæði so og so.
- Vit vóna sjálvandi, at vit
fáa eitt gott úrslit, men eg
veit, at tað kann gerast tor-
ført, tí liðið, vit møta, er eitt
so sterkt lið, sigur Páll.
Men flestu av spælarunum
fylgja væl við enskum fót-
bólti, so teir kenna kanska
eitt sindur meira til hesar
mótstóðumenninar, enn teir
hava gjørt onkuntíð áður.
So er at vóna, at tað kann
gera munin
Takukkurin er sera ein-
faldur og sera greiður: Før-
oysku spælararnir skulu
royna at vinna so nógvar
bóltar sum gjørligt, royna at
pilka spælið hjá Wales
sundur, og annars vóna, at
kanska onkur gevandi
kjansur spyrst burtur úr í
hinum endanum. Hetta er
ikki nakað spildurnýtt upp-
legg, men hetta er eitt upp-
legg, landsliðið hevur roynt
— Men sum sagt, so eru vit
greiðir yvir, at hetta liðið á
pappírinum er nógv betri
enn okkara, og bara í milli-
ónum eru teir verdir í
hvussu er tað, ið vantar á
føroysku Jløgtingsfiggjar-
lógini, um tað skuldi sagt
eitt sindur, sigur Páll. — Men
mínir spælarar virka at vera
rætt uppsettir, og moralurin
hevur verið sera góður. Tað
hevur hann eisini verið allar
hinar ferðirnar, og tað hevur
sera nógv at siga fyri okk-
um. Tað er nakað, ið av sær
sjálvum kann skapa stríðs-
vilja, og honum kunnu vit
gott fáa nakað burtur úr her.
Páll sigur, at fyri walis-
ararnar er tað av alstórum
týdningi, at teir fáa mál so
skjótt sum gjørligt, tí vinna
teir ikki hendan dystin, eru
teirra møguleikar í kapp-
ingini í 4. HM-bólki sera
smáir. — Klára vit at forða
teimum at skora innan fyri
tann fyrsta hálva tíman,
verða tað teir og ikki vit, ið
gerast heitir um skallan. Og
vónandi hendir júst tað,
endar landsliðsvenjarin
Og so skulu vit forrestin
ynskja honum tillukku,
samstundis sum vit ynskja
fyri hann og spælararnar, at
hann fær ta allarbestu gáv-
una, ið hann ynskir sær á
fødingardegum…
hj.
0) soSialurin
K
í
Ossur Hansen:
Fekk boð
fríggjakveldið
Cardiff — Tíðindablaðið
Sosialurin
Tannav føroysku spælarun-
um, ið síðstur fekk boð til
HM-ferðina til Wales, var
Við Tíðindablaðnum
Sosialinum í Wales
Hilmar Jan Hansen,
blaðmaður, skrivar
21 ára gamli Øssur Hansen,
ið helst skal byrja sín átt-
anda landsdyst í kvgld.
— Eg fek boðini fríggja-
kvøldid, men eg hevði á ein
hátt roknað við, at tað kundi
fara at henda, sigur hann. —
Eg visti, at Abraham allar-
helst noyddist at geva av-
boð, so tað kom kanska ikki
so dátt á meg. Men eg eri
glaður fyri at fáa kjansin, og
eg vóni, at eg fari at liva upp
ti tað, roknað verður við av
mær, nú eg eri ein av teim-
um, ið eru við í hópinum
hesaferð.
Sum nógvir aðrir av
landsliðsspælarunum kennir
Øssur rættiliga nógv til fót-
bóltin í Onglandi, og harvið
kennir hann eisini fleiri av
teimum spælarunum, Terry
Yorath fer at mynstra á sín-
um liði í kvøld — næstan
sama ger, hvørjir teir verða.
— Serliga góðir eru Liver-
pool-spælararnir lan Rush
og Dean Sanders, saman
við Mark Flughes frá Man-
chester United. Og so hava
teir eisini Leeds-mannin
David Speedy við í hópin-
um, ið somuleiðis er ein
sera góður spælari, heldur
Øssur, ið tó ikki ivast í, at
allir á føroyska liðnum júst
av tí sama fara at gera sítt
ítarsta fyri at fáa eitt gott úr-
slit móti júst so góðum
monnum sum hesum.
Øssur Hansen er av teirri
áskoðan, at føroyska spælið
ikki skal gera ov nógvar
stórar broytingar í mun ti
tað, tað hevur verið. — Vit
mugu satsa uppá at hava
eima so góða verju sum gjør-
ligt, og vit noyðast helst at
lata okkum lynda at skula
spæla við einum álopsspæl-
ara frammi við einum hang-
andi aftan fyri hann. At
miðjan er sterk og kann
forða hinum í at spæla tann
fótbólt, teir allarhelst vilja,
hevur eisini nógv at siga,
heldur hann.
— Vit kunnu rokna við, at
teir fara at gera alt fyri at
sleppa igjøgnum úti i síð-
unum fyri síðani at senda
bóltarnar inn fyri málið, har
teir fyri ein stóran part eiga
at fara at royna at gera um
seg við høvdinum, sigur
Øssur. — Fáa vit bara forðað
teimum í hesum, er nógv
vunnið fyri okkara viðkom-
andi, og so er at vóna, at tað
er nóg mikið til at vit kunnu
fáa eitt gott úrslit her niðri.
hj.
Lesið á síðu 13
Nr. 170 — 9. september 1992
DEKSOLJA
ælabogin
Tif. 12120 - Sverrisgeta 20
DESTROY BOTNPATENT
SKIPSMÁ
TRÆVERJA
HÚSAMÁLING
TJØRA
Penslar, rullur og
onnur máliamboð