Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á í ; hr Hl Nr. 170 — 9. september 1992 tíðindablaðið Sosialurin Síða 13 SvF vendir fótbóltinum bakið: Vit senda ikki Wales-dystin Sjónvarpið fer ikki at senda dystin millum Wales og Føroyar í HM-undankappingini mikukvøldid beinleiðis — kanska als ikki Nakað, ið heilt avgjørt hev- ur havt nógv at siga fyri tann áhuga, føroyingar hava fingið fyri fótbólti síðstu gott og væl tvey árini, er Sjónvarp Føroya. Fyrsti EM-dysturin yviri í Landskrona móti Eystur- ríki varð sýndur beinleiðis, og síðani vísu sjónvarpið eisini allar hinar EM-dyst- irnar beinleiðis. Í HM-undankappingini hevur føroyska landsliðið spælt ein dyst á útivglli — niðri í Bukarest móti Rume- nia — og hann varð ikki sendur beinleiðis. Málini komu nakrar dagar aftaná. Hinvegin hevur sjón- varpið sent báðar heima- dystirnar — åvikavist móti Belgia og Kypros. Men nú triði útidysturin í HM-undankappingini er á skránni niðri í Cardiff móti walisiska landsliðnum, fer sjónvarpið ikki at senda. Noyðast at spara >Vit noyðast at spara, eins og øll onnur, og ti hava vit valt ikki at fara til Wales at senda,< sigur Arni Greg- ersen, programleiðari á SvF. »Yvirhøvur vísir tað seg, at púrt eingin áhugi er fyri fótbólti í Føroyum í løt- uni, og tað ger sjálvsagt eis- ini sitt til, at vit ikki fara at senda frá hesum dystinum.< Programleiðarin sigur, at hettaikki erngkur nýggj av- gerð, men at sjónvarpið fyri nøkrum mánaðum síðani tók stóðu til, hvat skal send- ast og ikki. Og í tí posanum er altso eingin HM-útidystur... Taka afturum aftur >Men vit fara at royna at fáa fatur ádystinum onkurs- vegna, so vit um ikki annað kanska fara at vísa brot úr honum seinni,< sigur pro- gramleiðarin, ið roknar við, at um so er, verður hetta sent annaðhvort fríggja- kvøldid ella kanska í ítrótt- arsendingini sunnukvøldid. »Har er bert tann trupul- leiki, at alt tað, tú skalt hava úr Bretlandi, tekur so langa tíð, at Ogjørligt er at siga nakað frammanundan.< Eftir er so bert at vóna, at Pållsdreingimir snøgt og greitt smyrja walisararnar av, so sjónvarpið blotnar til næsta útidystin, ið skal vera í Prag mikukvøldid 23. Hóast Sjónvarp Føroya ikki er við í Cardiff, so hava ikki allir fjølmidl- amir vent landsliði og HM-fótbólti baki. Við á ferðini er fyrst og fremst Tíðindablaðið Sosialurin, ið sendir Hilmar Jan Hansen av- stað ul dystin. Hann hev- ur verið við til flestu av týðandi dystum lands- liðsins uttanlands síðstu tvey árini, so óivað fáa lesararnir her í blaðnum hópin av tíðindum úr Cardiff hesar dagarnar. Og ikki minst eftir dystin plaga vit her at Fleiri fara við september móti Tjekkoslo- vakia. Fyribils hevur Sjónvarp Føroya í hvussu er vent tí føroyska HM-fótbóltinum baki. Men hvør veit... hava myndir við frá dyst- inum og ferðini. Útvarp Føroya við sin- um fråliku fråsøgumonn- um, Jégvani og Magna Arge, er vid i Wales, og so er eisini eitt av smærru blødunum, Fjúrtandi, við hesaferð. Manne Persson er í Wales fyri blaðið. Hvussu er við Dag- blaðnum, er eitt sindur ivasamt — og tó. Blaðið hevur nevniliga ein av sínum blaðmonnum, Una Arge á HM-landsliðnum, so kanska onkur *inside"- reportasja fer at koma hagani ein av dógunum. Liðið I kvold Cardiff - Tíðindablaðið Sosialurin Nógv týðir uppá, at onkur nýggjur spælari verður við á liðnum í HM-dystinum í kvold móti walisiska lands- liðnum á tj6darvøllinum í Cardiff. Talan verður allarhelst um B68-arin Øss Hansen, ið kom á liðið, tå Abraham Hansen mátti geva avboð vegna arbeiði, og Jákup Símun Simonsen úr B36, ið hevur verið við í fleiri ødr- um undankappingardyst- um. Tá Tíðindablaðið Sosial- urin seinnapartin í gjár end- aði skrivingina úr Cardiff, var ikki almannakunngjørt enn, hvussu føroyska liðið skuldi síggja út, men venj- ingin yvirhøvur — og serliga Í málinum er ikki nøkur broyting, og har fer Jens Martin Knudsen at standa, tá dysturin í kveld kl. 19.30 verður settur í gongd. Framman fyri hann verð- ur tað so lidskiparin Jóann- es Jakobsen, ið kemur at virka sum stýrimaður við Mikkjali Danielsen og Tummas Eli Hansen framman fyri sær sum for- stopparum. Ut á vengrun- um fara Jan Dam og Allan Mørkøre at spæla. Avloysarin hjá Abraham Hansen mitt á miðjuni verð- ur eftir øllum at dóma Todi Jónsson, og umframt hann verða helst Kári Reynheim, Qssur Hansen og Jákup Simonsen á miðjuni. Verð- ur talan um ein hangandi á- lopsspælara at stuðla fremsta føroyska mannin- heilt frammi. Stóri spurningurin er kanska, hvør verður fremsti maðurin í tunna álopinum, har Jan Allan Miller hevur havt sítt fasta pláss leingi. Hann hevur nú Una Arge at kappast við, men kortini verður tað helst til, at Jan Allan í hvussu er fer at byrja har. Eftir er so bert at vóna, at hendan manningin fær góð- an vind í seglini í dystinum í kveld. At teir allir sum ein fara at stríðast sum úlvur á skóg móti kendu walisisku spælarunum, er einki at iv- ast í. Í hvussu er tykist hug- urin á monnum vera góður ul henda dystin, og saman- haldið í hópinum hevur ver- ið júst tað rætta, ið vit onk- untíð hava sæð fyrr, tá hart hevur staðið á nøglunum. mánakvgldið á stadion — um, verður tað allarhelst hj. visti, at talan verður um eitt = Kári Reynheim, ið eisini nakað broytt lið hesaferð. onkran dyst hevur verið Jóannes Jakobsen, liðskipari: Utskiftingarnar - koma so við og við Liðskiparin á fóroyska HM-landsliðnum heldur tað fara at verða neyðugt við á- vísum útskiftingum so hvørt sum spæl- ararnir eldast og kanska mugu seta í hvussu er landslidsstyvlarnar á hillina Cardiff - Tíðindablaðið Sosialurin | Maðurin, ið er tann roynd- asti á landsliðnum, sum í kvold skal royna seg her niðri í Cardiff móti tí walis- iska, er óivað lidskiparin Jéannes Jakobsen. - Hyggja vit at hépinum hesaferð, so síggja vit fleiri nýggjar menn, og eisini eru onkrir við, ið ikki hava snoddað so nógv til altjóða atmosferuna, sigur Jóann- es. — Tað haldi eg vera stak positivt, tí vit mugu bara síggja í eyguni, at vit eiga at hava menn at taka av, so hvørt sum onkrir kanska falla frá á liðnum. Her havi eg hug at hugsaum spælarar sum meg, Abraham, Mikkj- al og kanska Tummas Eli. Men eitt er vist: Hendan út- skifting má ikki henda alt ov skjótt. Jóannes vísir á, at tað hev- ur stóran týdning at hava rutineraðar menn við á lið- num, tá talan er um so kreyj- andi dystir sum hesar, ið føroyska landsliðið ær í HM-undankappingini. Vit eiga uttan iva spælarar sum sita heima í Føroyum, og eru eins góðir og kanska betri enn fleiri av teimum ið eru við her, men tað er ikki bert tað, ið telur, sigur Jóannes. — Tað hevur eisini nógv at siga, at teir spæl- arar, ið eru við her, hava tær royndir, 10 kunnu styrkja um liðið í teimum løtum, tå tað kanska stendur nógv á. Millum nýggju spælarar- nar í hesum hópinum, ið Jóannes nevnir, eru Óli Jo- hannesen úr TB, Oluf Mortensen úr TB og Øssur Hansen úr B68, ið hann metir allar samlar hava framtidina fyri sær, eisini um teir kanska ikki beinan- vegin eru vid sum fastir menn å lidnum. — Taka vit ein dyst sum tann móti Israel, har vit fingu eitt frálíkt úrslit við javnleiki 1-1, so var kortini nógv í ti dystinum, ið letur almikið vera eftir at ynskja av føroyska spælinum, sigur liðskiparin. — Í tí dystinum vóru ikki færri enn seks nýggir menn við, og uttan at skula seta niður á teirra inn- sats, so hevði tað ikki gjørt nakað, um eitt sindur av ru- tinu var til hjálpar. Men vit skulu so sanniliga heldur ikki samanbera tann dystin við dystin í kveld. Jóannes hevur annars ikki so ringar vónir undan dyst- inum í kveld: Eg havi sagt tað so ofta fyrr, at vit við einum tapi undir 4-0 altíð kunnu altíð kunnu siga, at talan er um góð úrslit, men eg haldi, at spælararnir hesaferð virka so væl fyri og uppsettir, at talan saktans kann vera um, at vit nú fáa eitt heiðurligt úrslit enn einaferð. Eg veit sjálvandi ikki, hvussu tað fer at gangast, men spælar- arnir eru uppsettir, og vit fara at stríðast, alt tað vit eru mentir. hj. A As